Ein dagin eg skuldi finna mær parkeringapláss á Skálatrøð, lá heilt illa fyri, tí øll parkeringsplássini vóru upptikin. Hetta var mitt á degi. Tá kom eg at hugsa um, hvussu vilt tað er at byggja Tjóðpall Føroya á Skálatrøð, tí ein tjóðpallur kann byggjast aðrastaðni í Havn. Og ikki er neyðugt, at tjóðpallurin liggur niðri við sjóvarmálan. Ein tjóðpallur og sjóvarmálin hava einki til felags. Tað vanta heilt nógv parkeringspláss í miðbýnum, og fólkini, sum búgva í miðbýnum og eldra partinum í Havn, hava kært sína parkeringsneyð fyri Tórshavnar kommmunu. Stórur eftirspurningur er at fáa hendur á økinum á Skálatrøð, og býráðslimir tosa um at gera parkeringshillar á Skálatrøð. Latið økið á Skálatrøð fáa frið, og so skal nýggja býráðið eftir valið vísa á nýtt grundøkið til tjóðpall. At byggja tjóðpall niðri á Skálatrøð er púra vilt, tí økið er longu upptikið. (Vagnur)
Forfatterarkiv: vagnur
Eysturoyingur er “favorittur” á fjarðastevnu í Vestmanna
Nú telja vit fyrst niður til fjarðastevnuna í Vestmanna leygardagin, og so gleða vit okkum til ólavsøkuróðrarnar. Sjálvt um Drekin reyði vann á vestanstevnu í Sørvági, so má Eysturoyingur metast sum favorittur í Vestmanna, tí úrslitini frá undanfarnum róðrum boða frá hesum. Eg var úti á Argjum týskvøldið, og tá var lagið gott á monnum umborð á Drekanum reyði, sum júst flotaðu bátin til venjingar. Leygardagin fáa vit eisini at vita, um 6-mannafarið Hvessingur kann endurvinna sigurin frá vestanstevnu, og tað sama 5-mannafarið Teisin við kvinnum og Tjaldrið við dreingjum. Vit fáa heilt vist aftur onkran nýggjan vinnara ella báðar tveir á fjarðastevnu leygardagin. Læs resten
Kvinnurnar umborð á Sølmundi ferðast langt til venjingar

Tær rógva væl umborð á Sølmundi, men tær hava enn til góðar at náa Rádna úr Fuglafirði. (Mynd Vagnur)
Beint fyri ólavsøku í fjør var eg í støðni á Argjum til tess at vita, hvørjar kvinnur mannaðu 5-mannafarið Rituna, sum Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag eigur. Kvinnurnar skuldu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men tær fingu ongan bát at rógva ímóti, tí vóru tær mest sum tvingaðar at rógva við 5-mannafari. Á ólavsøku í fjør gav Róðrarsambandið Masterskvinnum loyvi at rógva sum vanlig 6-mannafør, sjálvt um tær ikki róðu allar sjey FM-róðrarnar. Henda avgerð var heilt burturvið. Á støðni á Argjum síggi eg, at kvinnurnar, sum rógva við Sølmundi, eru mest sum tær somu, sum róðu við Rituni í fjør. Tær havi eg hitt. Læs resten
Tunlarnir frá 1963 og 1967 – Politikarar í Norðoyggjum og Suðuroy hava sovið í tímanum
Eg stúrsaði við í gjár, tá eg hoyrdi í útvarpinum, at gomlu tunlarnir í Norðoyggjum ikki kunnu gerast fyrr enn í 2022. Eisini stúrsaði eg við, at tá herfyri hoyrdist, at meðan Landsverk ikki hevur pening til nýggjar maskinur, so tey kunnu halda ferðsluna koyrandi um veturin, tá kavi er, so fossa milliónirnar í pengakassan í Havn, har einki er óført. Tá talan er um gomlu vandamiklu ótíðarhóskandi tunlarnar Hvalbiartunnilin frá 1963 og tunlarnir Norður um fjall í Norðoyggjum frá 1967, so hava politikararnir í Norðoyggjum og Suðuroy sovið í tímanum í alt ov nógv ár. Ússaligt, má sigast, tí hesir tunlar skuldu verið gjørdir fyri nógvum árum síðani. Læs resten
Barnamanningar eru raskar at leggja seg til startin

Barnaróður gentur í Sørvági. Frammi í oddinum fyrst Fípan fagra, síðan Pílur, Sílið, Frúgvin og Strípan..
Barnaróðurin fær ikki nógva umrøðu í fjølmiðlunum, men barnaróðurin er áhugaverdur. Spell, at vit ikki síggja livandi myndir frá róðrunum, tí at síggja 25 barnamanningar er frálíkt sjónvarpstilfar. Nógvir bátar, nógv ungfólk og nógv foreldur og onnur, sum kundu blivið til frálíkt róðrarinnslag í 3-2. Eg havi loddað dýpið og spurt meg fyri, hvussu gongst at starta barnamanningarnar, og afturmeldingarnar eru góðar. – Tey ungu duga eins væl og tey eldru at leggja bátarnar til startin. Tey lurta væl eftir startdómaranum. Jú, tað gongur bæði skjótt og væl, verður sagt. Læs resten
Fýra heilt óvæntað úrslit í mótvindinum í Sørvági
Nú var eg leygardagin upptikin av brúdleypi allan dagin og kvøldið við, tí var ikki tíð til kappróður. Ja, so var fjarstøðan so long frá bryggjuni út til bátarnar, at okkara myndatól rakk ikki nóg væl út til bátarnar. Nú havi eg sæð róðrarnar Í Kringvarpinum og lánt tríggjar myndir frá Jógvan Helga Hansen, sum hevur hesa longu linsurnar, sum røkka langt. Vit vita øll, at veðrið er partur í føroyskum kappróðri, og í Sørvági sæst beinanvegin, at bátarnir næst landi róðu í slættari sjógví enn bátarnir úti á, tí fingu vit fýra nýggjar vinnarar á vestanstevnu. Fyrimunurin var serliga fyrra part av teininum. Læs resten
Úr myndasavninum – Eg finni bara ikki árstalið til hesa mynd
Mær dámar væl at fáa eldri mynd í hondina, og so leita fram upplýsingar til myndina. Sum oftast liggur væl fyri, men árstalið til hesa myndina finni eg ikki. Tú kanst leita á drekin.fo, har hagtøl eru aftur til 1973, og tú kanst lesa í bókini Drekin, har ólavsøkuhagtøl eru frá 1982 og aftureftir. Trupulleikin við hesi mynd er, at Havnarbáturin liggur næst Molanum, og at Skálabáturin eisini er frammi í oddinum. Men hvør vinnur róðurin? So er tað báturin við 6-talinum, sum eg fái at vera Vestmenning, tí eg haldi meg kennast við róðursmannin. Men har er einki grønt drekahøvd. Myndin er frá seinast í 1970-árunum, tí næstu árini er Nólsoyingur frammi í oddinum, og tann báturin er svartur. Haldi við vist, at Ùtvarpsbáturin er báturin hjá Gimma. Kanska onkur veit at siga mær, nær myndin er tikin. Hevði myndin verið ein litmynd, var nemt at funnið út av, hvørjir allir bátarnir eru. Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1976 ella 1977. Til stuttleika kann nevnast, at á ólavsøku 1979 kappaðust tíggju 10-mannafør á Havnarvág. (Vagnur) PS: Nú sigi eg takk, tí fleiri hava upplýst, at árið er 1974. Havnarbáturin bleiv nr 1, Skálabáturin nr 2 og Vestmenningur nr. 3. 1974 var fyrsta árið, at róð var av Argahøvda og fram við Molanum. So myndin er søgulig.
Skipar Hansens steinur verður ikki boraður og sprongdur
Stórt spreingivirksemi fer fram við høllina á Hálsi, tí høll skal byggjast uppí núverandi høll, og nógv parkeringspláss skulu gerast eystanfyri høllina. Tey hava sett girðing um økið, men eg síggi, at stórur vakur steinur sleppur at standa. Sjálvandi, vil eg siga, tí hetta er søguligur steinur, sum verður róptur Skipar Hansens steinur. Vit skulu heilt aftur til 1808 til navnframa Brillumannin til tess at fáa at vita, hví hesin steinur kom at vera róptur Skipar Hansens steinur. Læs resten
Veðrið er gott í Sørvági, og alt talar fyri spennandi róðrum
Klokkan er tíggju leygarmorgun, og nógv er á skránni í dag. Ein sonur skal giftast klokkan 14.00, veitsla í kvøld klokkan 18.30, men so er eisini kappróður í Sørvági. Báðar myndirnar tók eg í 2007, tá eg skrivaði grein um kappróðurin í Sørvági, sum hevði torført at fóta sær, sjálvt um kappróður í Sørvági hevur djúpar røtur. Tað er flogbóltur, sum í ítrótti setur Sørvág á Føroyakortið ikki kappróður. Afturvendandi spurningurin er, tá illa gongst í hond, um rætt er, at hava so nógv róðrarøki í Føroyum. Jú, tað er rætt, haldi eg, men so mugu “hørð” krøv setast til fyrireikingina. Læs resten
Vánaligt av Eiðis kommunu at kappa høvdini av svanunum

Í Plantajuni fyri 60 árum síðani. Verður rætt atborið, er pláss bæði fyri svanum og fólki. Svanurin og eg sínast at vera væl. Tað bar til fyri trýss árum síðani, so eigur tað eisini at bera til í 2016. (Myndaeigari. Einar Michelsen)
Skakandi tíðindi at hoyra av Eiði, at Eiðis kommuna hevur avlívað svanirnar á Eiðisvatni. Tað mátti vera frægari háttur at latið svanirnar liva enn at kappað høvdu av vøkru fuglunum. Myndin omanfyri er um trýss ára gomul. Mamma, pápi, omma mín Amanda, ein beiggi mín og eg eru í Plantajuni í Havn og vitja svanirnar. Nógv fólk komu í Plantajuna at síggja svanirnar, nógvu dunnurnar og njóta friðin. Havi ongantíð hoyrt, at svani í Plantajuni hevur skatt barn. Um so er, so hava foreldrini ikki ansað nóg væl børnunum. Læs resten







