Úr myndasavninum – Eg finni bara ikki árstalið til hesa mynd

kjkjkj

Hvør bátur vinnur róðurin á ólavsøku? Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1976 ella 1977.

Mær dámar væl at fáa eldri mynd í hondina, og so leita fram upplýsingar til myndina. Sum oftast liggur væl fyri, men árstalið til hesa myndina finni eg ikki. Tú kanst leita á drekin.fo, har hagtøl eru aftur til 1973, og tú kanst lesa í bókini Drekin, har ólavsøkuhagtøl eru frá 1982 og aftureftir. Trupulleikin við hesi mynd er, at Havnarbáturin liggur næst Molanum, og at Skálabáturin eisini er frammi í oddinum. Men hvør vinnur róðurin? So er tað báturin við 6-talinum, sum eg fái at vera Vestmenning, tí eg haldi meg kennast við róðursmannin. Men har er einki grønt drekahøvd. Myndin er frá seinast í 1970-árunum, tí næstu árini er Nólsoyingur frammi í oddinum, og tann báturin er svartur. Haldi við vist, at Ùtvarpsbáturin er báturin hjá Gimma. Kanska onkur veit at siga mær, nær myndin er tikin. Hevði myndin verið ein litmynd, var nemt at funnið út av, hvørjir allir bátarnir eru. Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1976 ella 1977. Til stuttleika kann nevnast, at á ólavsøku 1979 kappaðust tíggju 10-mannafør á Havnarvág. (Vagnur)   PS: Nú sigi eg takk, tí fleiri hava upplýst, at árið er 1974. Havnarbáturin bleiv nr 1, Skálabáturin nr 2 og Vestmenningur nr. 3. 1974 var fyrsta árið, at róð var av Argahøvda og fram við Molanum. So myndin er søgulig.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *