Niclas í Koltri er stórur partur av føroyskari kappróðrarsøgu, tí tað var Niclas, sum breyt upp úr nýggjum í 1957 og smíðaði 8-mannafarið Miðving, sum var lættari og við smidligari sniði enn vanligi róðrarbáturin. Hetta var fyrsti bátur í Føroyum bara ætlaður til kappróður.
Sum ungur kom eg í kjallaran hjá Niclas og konuni Elisabeth úti á Heygnum Mikla í Havn, har Niclas hevði verkstað og smíðaði bátarnar. Spennandi at fylgja við, hvørja ferð Niclas var um at vera liðugur við kappróðrarbát. Og tað var tann tíð, tá ið Niclas smíðaði mest sum allar kappróðrarbátarnar í Føroyum. Niðanfyri nakrar hugleiðingar um bátasmiðin Niclas í Koltri.
Sum smádrongur hoyrdi eg um hylin hjá Niclas í Koltri úti Koltri, har ein stórur floti av smábátum lá. Har vóru sluppir, línubátar, skonnartir og onnur skip og bátar. Hetta vóru bátar, sum pápin og pápabeiggin høvdu smíðað, men longu sum ellivu ára gamal smíðaði Niclas fyrsta borðbátin, sum eisini slapp í kenda hylin við smábátunum.
Niclas segði mær í grein í 14. september í 80-árunum, at hann frá smádreingi altíð hevði góðan hug til smíð.
Pápi hansara hevði smíðað nakrar árabátar, tá ið Niclas var smádrongur, men pápin var mest sum givin at smíða bátar, tá ið Niclas fekk hug at smíða fyrsta bátin.
Tá ið Niclas var komin til mans var tíðin komin, at menn vildu hava maskinbátar, og Niclas ætlaði at smíða sær 6-mannafar, sum skuldi hava motor. Fyrsta bátin smíðaði Niclas sum seytjan ára gamal úti í Kolti, men báturin mátti til Havnar at fáa motorin ísettan. Báturin, sum var lítið 6-mannafar, royndist væl. Fyrsti báturin førdi til, at menn kring landið vildu hava Niclas at smiða sær bát, og nú kom verulig gongd á bátasmíðið hjá Niclasi.
Í 1961 flutti Niclas til Havnar og fór at smíða bátar í kjallarnum í húsi á Heygnum Mikla saman við konuni Elisabeth. Niclas plagdi at siga, at Elisabeth hølvar og klinkar við mær, og hann ivaðist ikki í, at Elisabeth, sum var fryntlig og prátingarsom kona, heilt vist megnaði at smíða ein bát einsamøll.
Og tað var á Heygnum Mikla, eg hitti Niclas í Kolti fyrstu ferð, tí systir mín var vinkona við gentu í grannahúsinum, og eg var mangan við henni á Heygnum Mikla, har vit um summarið hoyggjaðu og koyrdu gras í súrhoyggjabrúnni við heystvogni. Í 1963 stýrdi eg sum trettan ára gamal Sílinum, sum Niclas hevði smíðað, og hetta førdi til, at eg kom oftari og oftari í kjallaran hjá Niclasi at práta um bátar og kappróður.
Komin til Havnar fór Niclas at smíða bátar burturav, og í 1957 smíðaði hann fyrsta kappróðrarbátin. Hetta var 8-mannafarið Miðvingur, sum Miðvágs Róðrarfelag hevur varðveitt og stendur í neystinum. Í 1955 vóru nøkur mát sett fyri, hvussu kappróðrarbátarnir skuldu smíðast, men mátini vóru fáa. Niclas plagdi at siga, at kappróðrarbátarnir høvdu nógv verri botn, enn vanligir bátar høvdu. Bátarnir vóru smíðaðir soleiðis, at teir skuldu ganga skjótt. Teir skuldu vera lættar, og tí høvdu teir ikki verið góðir til útróður.
Kappróðrarbátar eru longri í vatninum enn aðrir bátar, harav blíva reisingarnar meira krappar. Teir hava eisini longri kjøl enn vanligir bátar, tað er fyri at fáa teir at renna javnari.
Nú rennur mær til hugs 5-mannafarið Blik, sum Niclas smíðaði. Dreingirnir, sum skuldu rógva við Bliki vóru so ótolnir, at teir høvdu ikki tíð at bíða eftir bátinum. Niclas segði mær, at dreingirnir komu hvønn dag av Argjum í kjallaran á Heygnum Mikla at hyggja, hvussu leið við bátinum. Var stongt í kjallaranum og eingin heima, hugdu teir inn gjøgnum vindeyguni. Niclas skilti væl dreingirnar, men hesi árini hevði Niclas úr at gera at smiða bæði vanligar bátar og kappróðrarbátar. Bíðilistin var langur.
Niclas í Koltri var føddur í 1901 og andaðist í 1991. Hann smíðaði 360 bátar, harav 75 vóru kappróðrarbátar. Sum tíðin leið gjørdust bátarnir størri, og Niclas smíðaði eisini nógvar stórar útróðrarbátar. Bátarnir máttu styrkjast, tí menn vildu hava størri motorar í bátarnar.
Eingin bátur, sum Niclas í Koltri smíðaði, verður longur brúktur til kappróður. Í 1957 smíðaði Niclas fyrsta serliga kappróðrarbátin, sum var lættari og smiðligari enn vanligur bátur. Men tíðir broytast og eisini kappróðrarbátarnir. Í 1996 byrjar Sámal Hansen úr Runavík at smíða bátar, sum eru uppaftur lættari enn bátarnir Niclas smíðaði.
Í 2001 fekk Havnar Róðrarfelag nýggjan Gongurólv frá Sámali Hansen. Vit vigaðu til stuttleika nýggja Gongurólv og gamla Gongurólv á vekt í bygningi hjá Vónini. Gongurólvur, sum Niclas smíðaði vigaði 324 kilo, og nýggi Gongurólvur vigaði 222 kilo. Hundrað kilo var á muni á bátunum. Eftir 1996 kundu bátarnarnir hjá Niclasi tí ikki standa seg í kappingini ímóti lættu bátunum frá Sámali, og allur flotin hjá Niclasi vórðu skiftir út við bátar, sum Sámal og aðrir bátasmiðir smíðaðu. Sámal hevur smíðað allar bátarnar, sum rógva í summar, uttan tríggjar bátar, sum Terje Reinert Jacobsen smíðaði.
Fleiri bátar, sum Niclas smíðaði, standa í neystum kring landið, og millum annað hevur Havnar Róðrarfelag varðveitt Havnarbát frá 1971, sum er í góðum standi og stendur í gamla neystinum í Álakeri. Eldri rógvarar hava bátin um hendið og rógva onkuntíð við bátinum. (Vagnur)