Myndina omanfyri sá eg í bókini ÍSF 50 ár, sum kom út í 1989. Steðgaði við hesa mynd, tí eg minnist væl sum smádrongur 8-mannafarið Miðving frá hesum árunum. Niclas í Koltri smíðaði bátar úti í Koltri, sum skrivað er í grein niðanfyri. Í 1961 flutti Niclas í Koltri til Havnar og bygdi sær hús úti á Heygnum Mikla, har hann smíðaði bátar í kjallaranum. Eg vitjaði mangan Niclas. Nýggi Miðvingur var ein so mikil góður gongubátur, at hini 8-mannaførini høvdu ongan møguleika ímóti bátinum. Næstu árini smíðaði Niclas mest sum øllum róðrarfeløgunum nýggjar bátar. Kappróður hevur djúpar røtur í Miðvági, og tey hava varðveitt 8-mannafarið frá 1957. Miðvingur var fyrsti kappróðrarbátur Niclas smíðaði. Miðskeiðis í 1990-árunum gjørdust bátarnir hjá Niclasi ikki tíðarhóskandi, tí nú var Sámal Hansen úr Runavík farin at smíða lættari bátar. Nógvir kappróðrarbátar, Niclas í Koltri smíðaði, eru varðveittir. (Vagnur)