
Barnaróður gentur í Sørvági. Frammi í oddinum fyrst Fípan fagra, síðan Pílur, Sílið, Frúgvin og Strípan..
Barnaróðurin fær ikki nógva umrøðu í fjølmiðlunum, men barnaróðurin er áhugaverdur. Spell, at vit ikki síggja livandi myndir frá róðrunum, tí at síggja 25 barnamanningar er frálíkt sjónvarpstilfar. Nógvir bátar, nógv ungfólk og nógv foreldur og onnur, sum kundu blivið til frálíkt róðrarinnslag í 3-2. Eg havi loddað dýpið og spurt meg fyri, hvussu gongst at starta barnamanningarnar, og afturmeldingarnar eru góðar. – Tey ungu duga eins væl og tey eldru at leggja bátarnar til startin. Tey lurta væl eftir startdómaranum. Jú, tað gongur bæði skjótt og væl, verður sagt.

Er fjarstøðan long frá bryggjuni út til bátarnar, mást tú hava tólini. Men tað hava vit ikki. Hesin myndamaður hevur røttu tólini.
25 barnamaningar vóru møttar í Sørvági. Trettan gentumanningar og tólv dreingjamanningar. Sum skrivað er áður, er stórur aldursmunur á manningunum, og tí eru mest sum somu bátar frammi í oddinum. Frammi í oddinum hjá dreingjunum hevur Jallurin úr Havn vunnið tveir róðrar, Havfrúgvin úr Vestmanna ein og Tekla úr Klaksvík ein róður. Hjá gentunum hevur Fípan Fagra úr Klaksvík vunnið tríggjar róðrar og Pílur úr Havn ein róður.
Á einum ársaðalfundi hjá Róðrarsambandinum var skotið upp, at barnamanningarnar eisini skuldu rógva túsund metrar. Men uppskotið var tíbetur ikki samtykt, tí túsund metrar er alt ov langt at rógva hjá serliga yngru barnamanningunum. Er tildømis harður mótvindur, so er spurningurin, um yngstu barnamanningarnar vinna á mál. Hetta sigur eisini ein av teimum, sum tekur sær av barnamanning. – 500 metrar er nógmikið hjá barnamannngum at rógva, sigur viðkomandi.
Tá talan er um kappróður og myndir, so vanta vit nakrar serligar myndir. Felagsmyndir av fremstu manningunum. Tá eg skrivaði á Drekin.fo frá 2003 til 2008 tóku vit altíð felagsmyndir av fremstu manningunum. Teljarin á heimasíðuni segði okkum tá, at felagsmyndirnar vóru mest vitjaðar. Rógvarar, foreldur og ommur og abbar vilja síggja hesi ungu, og nøvnini høvdu vit altíð við. Men slíkt arbeiðið krevur manning. (Vagnur)
