
Suðoyingur vinnur á norðoyastevnu í 2014. Vit síggja eisini Klaksvíking og Havnarbátin. (Mynd Hvannrók)
Altíð gott og áhugavert, tá legst aftrat við kappróðrarbátum. Eg gjørdist kløkkur og forvitin at síggja nøvnini 10-mannafarið Suðuroying og 8-mannarið Tofta Regin í listanum yvir bátar, sum leygardagin eru við FM-róðrunum í Vági. Av forvitni ringdi eg til Vágs og til Tvøroyrar at vita, hvør mannar hesar bátar, og um bátarnir bara eru við í Vági.
Ùr Vági verður sagt, at tað eru nakrir av manningini umborð á Smyrli frá 2002 og 2003, og so nakrir aftrat, sum manna Tofta Regin. Viðkomandi, eg tosaði við, helt, at Tofta Regin einans verður mannaður til jóansøkuna. Tofta Regin er fyrrverandi Ørvur, sum Vágs róðrarfelagið keypti frá Havnar róðrarfelag. Eingin nýggjur Ørvur er komin ístaðin, men uttan iva síggja vit nýggjan Ørv í 2017. Eg rokni ikki við, at Tofta Regin hevur stórar møguleikar ímóti Gullbrandi, Knørri, Argjabátinum og ikki minst Nevinum reyða. Men latið okkum nú síggja leygardagin.
Av Tvøroyri er tíðindini eitt sindur øðrvísi, tí Suðuroyingur er mannaður við royndum rógvarum, sum áður hava sitið umborð á Suðuroyingi, og so koma nakrir rógvarar úr Klaksvík, sum áður hava róð við Klaksvíkingi. Menninir hava ikki vant saman, men teir rógva dagliga í rógvimaksinum og eru tí væl fyri. Spennandi at síggja, hvussu hesir menn standa seg ímóti teimum fýra 10-mannaførunum Eysturoyingi, Havnarbátinum, Drekanum reyða og Orminum. Skilti á lagnum, at gongst hampuliga hjá Suðuroyingi í Vági, er báturin eisini við næstu stevnurnar.
Umborð á Orminum er tað hent, at tríggir “nýggir” rógvarar eru komnir umborð. Uttan iva síggja vit eina broyting, men spurningurin er, um hetta er nógmikið at koma sær heilt fram í oddin. Annars havi eg ta meining, at bátar áttu ikki at sloppið at róð á ólavsøku, uttan bátarnir eru við tríggjar teir seinastu FM-róðrarnar. Sigi hetta, tí í ongari aðrari ítróttagrein, kanst tú koma beinleiðis inn av gøtuni og kappast við bestu liðini.
Tú kanst ikki manna tær eitt lið og so møta upp í Gundadali og ætlar at spæla ímóti HB ella B36 í bestu deildini. Soleiðis er eisini í øðrum bóltspølum. Krøv mugu setast til manningar, um tær ætla at rógva seinastu FM-róðrarnar. Um tú meldar teg til Masters er í lagi, men tú mást lúka nøkur ávíst krøv, skalt tú kappast við bátarnar, sum hava róð alt árið. Føroyskur kappróður má ikki gerast eitt sjálvtøkuborð. (Vagnur)
