Ein dag í seinastu viku stóð eg í Tórsgøtu og eygleiddi skúlanæmingar, sum høvdu fríkorter. Gott lag børnunum, har nøkur spældu fótbólt, og onnur spældu sær í Grasagarði. Hesar skúlastovur vóru bygdar í 2005, tí plásstrot var í stóra Tórshavnar kommunuskúla. Hugsaði hesa løtuna um nýggja skúlabygnaðin. Her standa tríggir skúlar, sum allir vera niðurlagdir, og longri uppi er Sankta Frans skúli, sum ikki sleppur at hava framhaldsdeild. Hetta kann ikki vera rætt. Hví vilja býráðspolitikararnir við forkvinnuni í mentanarnevndini á odda flyta næmingarnar úr miðbýnum. Hvat er endamálið, tí næmingar skapa lív, og tað er júst lív, sum fólk vilja hava í miðbýnum.
Nýggjur stórur skúli er bygdur á Hamarinum á Argjum, og alt gott um tað. Í skúlanum ganga tvey av abbabørnunum, og ein dagin, eg var í skúlanum, spurdi eg lærara, sum eg kenni, hvussu tey vóru nøgd við skúlan. Jú, skúlin er góður, men skúlastovurnar eru ov smáar. Hugsaði mítt, tá eg sá hesar høgu og stóru gangirnar í skúlanum. sum kundi verið minkaðar og heldur gjørt skúlastovurnar størri, tá skúlin var bygdur. . Skúlastovan er jú hjartað í hvørjum skúla, tí tað er har, næmingarnir mest halda til. Fyri meg sýntist ógvuligt trongt at síggja 26 næmingar í ov lítlari stovu.
Tórshavnar kommunuskúli verður í løtuni umbygdur til lestraríbúðir, men hví kann hesin skúlin ikki umvælast til fólkaskúla, og hví skal skúlin frá 2005 niðurleggjast, tá børnini trívast so væl. Og hví kann Sankta Frans skúli ikki hava framhaldsdeild. Skilji ikki rættiliga, hvat fólk síggja í hesum stóru “multiskúlum”. Trúgv mær, børnini koma ikki at trívast betur í hesum skúla við kanska túsund næmingum. Nógvir næmingar vera burtur í slíkum “multiskúlum”, og hetta vísa kanningar nógvastaðni í øðrum norðanlondum. Pisakanningarnar gerast ikki betri ei heldur ársroyndirnar.
Haldi eisini, at tað undrunarvert, at vit næstan bara hoyra forkvinnuna mentamálanevndini siga sína hugsan um nýggja skúlabygnaðin, tí tað eru jú trettan fólk í býráðnum. Tíbetur eru nógv onnur við mær, sum halda lítið um hesar stóru “multiskúlar”. Var glaður, tá eg frætti, at Eiðis kommuna ikki vildi lata yngstu børnini fara í “multiskúlan” á Oyrabakka. Miðsavnan merkir í nógvum førum avtofting í seinasta enda. Tá skúlabørnini fara úr bygdini, doyr bygdin spakuliga.
Tórshavnar kommunuskúli var ein góður skúli við góðari starvsfólkamanning, har samanhaldið var gott, og skúlin hevði kanska besta skúlagarðin í landinum. Eg skilji ikki skúlahugburðin í Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommunuskúli er frá 1956, gamli realskúlin frá 1916, og tann nýggi skúlin sunnanfyri realskúlan er frá 2005. Teir skulu nú allir úr miðbýnum. Við skilagóðum umvælingum, kundi Tórshavnar kommunuskúli hildið fram í minst hálvhundrað ár aftrat uttan trupulleikar. Ja, so var eisini meira lív í miðbýnum. (Vagnur)

