Fyri trimum vikum síðani var seytjan ára gamli VÍF spælarin Áki Egilnes so óheppin, at hann breyt bein í fótinum í steypadysti í dreingjum átjan ár. Áki er ein av evnaríkastu spælarum í Føroyum, og tað sigur nakað, at VÍF hevur bara vunnið sær eitt stig, síðani Áki bleiv skaddur.
Tað sýnist, sum VÍF liðið er viknað nakað, síðani liðið misti unga høgra bakkin, og liðið er útsligið í steypakappingini. Mín metan er, at kemur Áki ikki aftur á VÍF liðið nakað skjótt, so fær VÍF trupulleikar at koma í FM-finalurnar. Eg havi hitt unga vestmenningin. Læs resten









