
Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað. Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)
Havnar Róðrarfelag boðar frá, at felagið fer at royna snarróður á Havnarvág enn eina ferð. Ætlanin var, at snarróðurin skuldi vera flaggdagin, men hædd má takast fyri skipaferðslu og øðrum, tí verður róð snarróður á Havnarvág leygardagin 10. mai klokkan 19.00 stundisliga. Orsøkin, at róð verður klokkan 19.00 er, at Tórshavnar Havn kundi vegna skipaferðslu ikki geva loyvi fyrr um dagin. Fyrireikararnir vóna, at allir manningarnar, sum rógva í summar, melda seg til snarróðurin. Læs resten








