
Miðvingur avmyndaður eftir søguligan sigur, tí sigst, at 56 ár eru liðin, síðani Miðvingur seinast vann í Miðvági. (Mynd Bjarti)
Eftir fjarðastevnu skrivaði eg, at Miðvingur gjørdist betri, sum róðrarárið leið, men tað vantaði tað allar seinasta. Báturin var frammi í oddinum í Vestmanna, men teir høvdu ikki orkuna í endaspurtinum. Tí var við spenningi, at eg leygardagin fylgdi júst Miðvingi á telduskíggjanum. Miðvingur var fremst langt inn, men eg bíðaði bara eftir, at Miðvingur fór at dragna, og at hinir bátarnir nærkaðust, sum teir eisini gjørdu. Kvívíkingur fekk ringan start og sýntist ikki at vera eins “upplagdur” sum í Vestmanna, og hetta gjørdi Miðvingur sær dælt av. Fýra 8-mannafar í 2014 og tríggir vinnarar higartil. Kvívíkingur, Knørrur og nú Miðvingur. Frálíkt. Læs resten








