
Fólk í Havn vóru bergtikin av stásiligu stóru húsunum, og tey fylgdu væl við, meðan húsini vóru bygd. (Mynd: KFUK í Havn)
Sært tú eldri myndir tiknar av Oyggarvegnum oman yvir Havnina, síggjast nøkur stór hús, sum standa uttan fyri gomlu Havnina. Vit kunnu nevna Føroya Banka frá 1904, Realskúlan frá 1916 og so KFUK húsini frá 1901. Søgan um KFUK húsini byrjar í 1898, tí tá kom stór innrás av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hvøkkur kom á føroyingar, sum sóu tilverugrundarlagið hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimum miðum, sum føroysku útróðrarmenn høvdu søkt í øldir. Hart stríð stóðst millum føroyingar og bretar, og donsk verjuskip vóru send til Føroya at taka bretskar trolarar. Tann 1. apríl 1901 var Henry Montagu Villiers tilnevndur konsul í Føroyum, og tað var í hesum sambandi, at stásiliga og stóru konsulátið var bygt við Varðagøtu. Konsulin fekk ringa móttøku, men við tíðini gjørdist hann avhildin maður. Greinin skrivað í 2017 Læs resten








