Savnarin og tónleikarin Birgar Johannessen fyllir 70 ár í dag

Hjartaliga tillukku vit teimum sjeyti árunum. Birgar, tú ert fantastiskur. (Mynd Vagnur)

Hjartaliga tillukku vit teimum sjeyti árunum. Birgar, tú ert fantastiskur. (Mynd Vagnur)

Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgari Johannessen fyri. Birgar hevur savnað tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevur eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum ikki er millum okkum longur. Fríggjadagin vitjaði eg Býarsavnið, sum Birgir júst hevur latið upp. Tú ert fantastiskur Birgar, tað skalt tú eiga. Læs resten →

Úr myndasavninum – Miðvingur vann allar róðrarnar í 1957, 1958 og 1959

Manningin á Miðvingi frá gullárunum. Manningin var: Eliesar Ellefsen, Joen P. Frederiksen, Hans J. Poulsen, Jon Joensen, Bjarnir Joensen, Edmund Johannesen, Christoffer Joensen, Albin Vang og Eikil Rasmussen. Niclas í Koltri er eisini á myndini.

Manningin á Miðvingi frá gullárunum. Manningin var: Eliesar Ellefsen, Joen P. Frederiksen, Hans J. Poulsen, Jon Joensen, Bjarnir Joensen, Edmund Johannesen, Christoffer Joensen, Albin Vang og Eikil Rasmussen. Niclas í Koltri er eisini á myndini.

Myndina omanfyri sá eg í bókini ÍSF 50 ár, sum kom út í 1989. Steðgaði við hesa mynd, tí eg minnist væl sum smádrongur 8-mannafarið Miðving frá hesum árunum. Niclas í Koltri smíðaði bátar úti í Koltri, sum skrivað er í grein niðanfyri. Í 1961 flutti Niclas í Koltri til Havnar og bygdi sær hús úti á Heygnum Mikla, har hann smíðaði bátar í kjallaranum. Eg vitjaði mangan Niclas. Nýggi Miðvingur var ein so mikil góður gongubátur, at hini 8-mannaførini høvdu ongan møguleika ímóti bátinum. Næstu árini smíðaði Niclas mest sum øllum róðrarfeløgunum nýggjar bátar. Kappróður hevur djúpar røtur í Miðvági, og tey hava varðveitt 8-mannafarið frá 1957. Miðvingur var fyrsti kappróðrarbátur Niclas smíðaði. Miðskeiðis í 1990-árunum gjørdust bátarnir hjá Niclasi ikki tíðarhóskandi, tí nú var Sámal Hansen úr Runavík farin at smíða lættari bátar. Nógvir kappróðrarbátar, Niclas í Koltri smíðaði, eru varðveittir. (Vagnur)

Niclas í Koltri smíðaði 360 bátar – 75 vóru kappróðrarbátar

Niclas við hegniður bátasmiður. (Mynd Magn)

Niclas við hegniður bátasmiður. (Mynd Magn)

Niclas í Koltri er stórur partur av føroyskari kappróðrarsøgu, tí tað var Niclas, sum breyt upp úr nýggjum í 1957 og smíðaði 8-mannafarið Miðving, sum var lættari og við smidligari sniði enn vanligi róðrarbáturin. Hetta var fyrsti bátur í Føroyum bara ætlaður til kappróður.

Sum ungur kom eg í kjallaran hjá Niclas og konuni Elisabeth úti á Heygnum Mikla í Havn, har Niclas hevði verkstað og smíðaði bátarnar. Spennandi at fylgja við, hvørja ferð Niclas var um at vera liðugur við kappróðrarbát. Og tað var tann tíð, tá ið Niclas smíðaði mest sum allar kappróðrarbátarnar í Føroyum. Niðanfyri nakrar hugleiðingar um bátasmiðin Niclas í Koltri.

Sum smádrongur hoyrdi eg um hylin hjá Niclas í Koltri úti Koltri, har ein stórur floti av smábátum lá. Har vóru sluppir, línubátar, skonnartir og onnur skip og bátar. Hetta vóru bátar, sum pápin og pápabeiggin høvdu smíðað, men longu sum ellivu ára gamal smíðaði Niclas fyrsta borðbátin, sum eisini slapp í kenda hylin við smábátunum.

Niclas segði mær í grein í 14. september í 80-árunum, at hann frá smádreingi altíð hevði góðan hug til smíð. Læs resten →

Tjóðpallur Føroya má ikki byggjast á Skálatrøð

Pláss er ikki at byggja Tjóðpall Føroya á Skálatrøð, tí bilarnir eru so nógvir. (Mynd Vagnur)

Pláss er ikki at byggja Tjóðpall Føroya á Skálatrøð, tí bilarnir eru so nógvir. (Mynd Vagnur)

Ein dagin eg skuldi finna mær parkeringapláss á Skálatrøð, lá heilt illa fyri, tí øll parkeringsplássini vóru upptikin. Hetta var mitt á degi. Tá kom eg at hugsa um, hvussu vilt tað er at byggja Tjóðpall Føroya á Skálatrøð, tí ein tjóðpallur kann byggjast aðrastaðni í Havn. Og ikki er neyðugt, at tjóðpallurin liggur niðri við sjóvarmálan. Ein tjóðpallur og sjóvarmálin hava einki til felags. Tað vanta heilt nógv parkeringspláss í miðbýnum, og fólkini, sum búgva í miðbýnum og eldra partinum í Havn, hava kært sína parkeringsneyð fyri Tórshavnar kommmunu. Stórur eftirspurningur er at fáa hendur á økinum á Skálatrøð, og býráðslimir tosa um at gera parkeringshillar á Skálatrøð. Latið økið á Skálatrøð fáa frið, og so skal nýggja býráðið eftir valið vísa á nýtt grundøkið til tjóðpall. At byggja tjóðpall niðri á Skálatrøð er púra vilt, tí økið er longu upptikið. (Vagnur)

Eysturoyingur er “favorittur” á fjarðastevnu í Vestmanna

Drekin reyði og Havnarbáturin venja á Havnarvág týskvøldið. (Mynd Vagnur)

Drekin reyði og Havnarbáturin venja á Havnarvág týskvøldið. (Mynd Vagnur)

Nú telja vit fyrst niður til fjarðastevnuna í Vestmanna leygardagin, og so gleða vit okkum til ólavsøkuróðrarnar. Sjálvt um Drekin reyði vann á vestanstevnu í Sørvági, so má Eysturoyingur metast sum favorittur í Vestmanna, tí úrslitini frá undanfarnum róðrum boða frá hesum. Eg var úti á Argjum týskvøldið, og tá var lagið gott á monnum umborð á Drekanum reyði, sum júst flotaðu bátin til venjingar. Leygardagin fáa vit eisini at vita, um 6-mannafarið Hvessingur kann endurvinna sigurin frá vestanstevnu, og tað sama 5-mannafarið Teisin við kvinnum og Tjaldrið við dreingjum. Vit fáa heilt vist aftur onkran nýggjan vinnara ella báðar tveir á fjarðastevnu leygardagin. Læs resten →

Kvinnurnar umborð á Sølmundi ferðast langt til venjingar

Tær rógva væl umborð á Sølmundi, men tær hava enn til góðar at náa Rádna úr Fuglafirði. (Mynd Vagnur

Tær rógva væl umborð á Sølmundi, men tær hava enn til góðar at náa Rádna úr Fuglafirði. (Mynd Vagnur)

Beint fyri ólavsøku í fjør var eg í støðni á Argjum til tess at vita, hvørjar kvinnur mannaðu 5-mannafarið Rituna, sum Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag eigur. Kvinnurnar skuldu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men tær fingu ongan bát at rógva ímóti, tí vóru tær mest sum tvingaðar at rógva við 5-mannafari. Á ólavsøku í fjør gav Róðrarsambandið Masterskvinnum loyvi at rógva sum vanlig 6-mannafør, sjálvt um tær ikki róðu allar sjey FM-róðrarnar. Henda avgerð var heilt burturvið. Á støðni á Argjum síggi eg, at kvinnurnar, sum rógva við Sølmundi, eru mest sum tær somu, sum róðu við Rituni í fjør. Tær havi eg hitt. Læs resten →

Tunlarnir frá 1963 og 1967 – Politikarar í Norðoyggjum og Suðuroy hava sovið í tímanum

Tunlarnir Norður um fjall vóru tiknr í nýtslu í 967. (Mynd Vagnur)

Tunlarnir Norður um fjall vóru tiknr í nýtslu í 1967. (Mynd Vagnur)

Eg stúrsaði við í gjár, tá eg hoyrdi í útvarpinum, at gomlu tunlarnir í Norðoyggjum ikki kunnu gerast fyrr enn í 2022. Eisini stúrsaði eg við, at tá herfyri hoyrdist, at meðan Landsverk ikki hevur pening til nýggjar maskinur, so tey kunnu halda ferðsluna koyrandi um veturin, tá kavi er, so fossa milliónirnar í pengakassan í Havn, har einki er óført. Tá talan er um gomlu vandamiklu ótíðarhóskandi tunlarnar Hvalbiartunnilin frá 1963 og tunlarnir Norður um fjall í Norðoyggjum frá 1967, so hava politikararnir í Norðoyggjum og Suðuroy sovið í tímanum í alt ov nógv ár. Ússaligt, má sigast, tí hesir tunlar skuldu verið gjørdir fyri nógvum árum síðani. Læs resten →

Barnamanningar eru raskar at leggja seg til startin

jkjj

Barnaróður gentur í Sørvági. Frammi í oddinum fyrst Fípan fagra, síðan Pílur, Sílið, Frúgvin og Strípan..

Barnaróðurin fær ikki nógva umrøðu í fjølmiðlunum, men barnaróðurin er áhugaverdur. Spell, at vit ikki síggja livandi myndir frá róðrunum, tí at síggja 25 barnamanningar er frálíkt sjónvarpstilfar. Nógvir bátar, nógv ungfólk og nógv foreldur og onnur, sum kundu blivið til frálíkt róðrarinnslag í 3-2. Eg havi loddað dýpið og spurt meg fyri, hvussu gongst at starta barnamanningarnar, og afturmeldingarnar eru góðar. – Tey ungu duga eins væl og tey eldru at leggja bátarnar til startin. Tey lurta væl eftir startdómaranum. Jú, tað gongur bæði skjótt og væl, verður sagt. Læs resten →

Fýra heilt óvæntað úrslit í mótvindinum í Sørvági

Óvæntað úrslit í Sørvági. Sjáldan eru fýra 10-mannafør so jøvn. (Mynd Jógvan Helgi Hansen)

Óvæntað úrslit í Sørvági. Sjáldan eru fýra 10-mannafør so jøvn. (Mynd Jógvan Helgi Hansen)

Nú var eg leygardagin upptikin av brúdleypi allan dagin og kvøldið við, tí var ikki tíð til kappróður. Ja, so var fjarstøðan so long frá bryggjuni út til bátarnar, at okkara myndatól rakk ikki nóg væl út til bátarnar. Nú havi eg sæð róðrarnar Í Kringvarpinum og lánt tríggjar myndir frá Jógvan Helga Hansen, sum hevur hesa longu linsurnar, sum røkka langt. Vit vita øll, at veðrið er partur í føroyskum kappróðri, og í Sørvági sæst beinanvegin, at bátarnir næst landi róðu í slættari sjógví enn bátarnir úti á, tí fingu vit fýra nýggjar vinnarar á vestanstevnu. Fyrimunurin var serliga fyrra part av teininum. Læs resten →

Úr myndasavninum – Eg finni bara ikki árstalið til hesa mynd

kjkjkj

Hvør bátur vinnur róðurin á ólavsøku? Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1976 ella 1977.

Mær dámar væl at fáa eldri mynd í hondina, og so leita fram upplýsingar til myndina. Sum oftast liggur væl fyri, men árstalið til hesa myndina finni eg ikki. Tú kanst leita á drekin.fo, har hagtøl eru aftur til 1973, og tú kanst lesa í bókini Drekin, har ólavsøkuhagtøl eru frá 1982 og aftureftir. Trupulleikin við hesi mynd er, at Havnarbáturin liggur næst Molanum, og at Skálabáturin eisini er frammi í oddinum. Men hvør vinnur róðurin? So er tað báturin við 6-talinum, sum eg fái at vera Vestmenning, tí eg haldi meg kennast við róðursmannin. Men har er einki grønt drekahøvd. Myndin er frá seinast í 1970-árunum, tí næstu árini er Nólsoyingur frammi í oddinum, og tann báturin er svartur. Haldi við vist, at Ùtvarpsbáturin er báturin hjá Gimma. Kanska onkur veit at siga mær, nær myndin er tikin. Hevði myndin verið ein litmynd, var nemt at funnið út av, hvørjir allir bátarnir eru. Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1976 ella 1977. Til stuttleika kann nevnast, at á ólavsøku 1979 kappaðust tíggju 10-mannafør á Havnarvág. (Vagnur)   PS: Nú sigi eg takk, tí fleiri hava upplýst, at árið er 1974. Havnarbáturin bleiv nr 1, Skálabáturin nr 2 og Vestmenningur nr. 3. 1974 var fyrsta árið, at róð var av Argahøvda og fram við Molanum. So myndin er søgulig.