Skipar Hansens steinur verður ikki boraður og sprongdur

Skipar Hansens steinur sleppur at standa, nú sprongd verður fyri parkeringsplássum. (Mynd Vagnur)

Skipar Hansens steinur sleppur at standa, nú sprongd verður fyri parkeringsplássum. (Mynd Vagnur)

øø

Stórt spreingivirksemi fer fram við høllina á Hálsi, tí høll skal byggjast uppí núverandi høll, og nógv parkeringspláss skulu gerast eystanfyri høllina. Tey hava sett girðing um økið, men eg síggi, at stórur vakur steinur sleppur at standa. Sjálvandi, vil eg siga, tí hetta er søguligur steinur, sum verður róptur Skipar Hansens steinur. Vit skulu heilt aftur til 1808 til navnframa Brillumannin til tess at fáa at vita, hví hesin steinur kom at vera róptur Skipar Hansens steinur. Læs resten →

Veðrið er gott í Sørvági, og alt talar fyri spennandi róðrum

Sørvágur er frálíkt róðrarøki eisini til longu teinarnar. (Mynd Vagnur)

Sørvágur er frálíkt róðrarøki eisini til longu teinarnar. (Mynd Vagnur)

Klokkan er tíggju leygarmorgun, og nógv er á skránni í dag. Ein sonur skal giftast klokkan 14.00, veitsla í kvøld klokkan 18.30, men so er eisini kappróður í Sørvági. Báðar myndirnar tók eg í 2007, tá eg skrivaði grein um kappróðurin í Sørvági, sum hevði torført at fóta sær, sjálvt um kappróður í Sørvági hevur djúpar røtur. Tað er flogbóltur, sum í ítrótti setur Sørvág á Føroyakortið ikki kappróður. Afturvendandi spurningurin er, tá illa gongst í hond, um rætt er, at hava so nógv róðrarøki í Føroyum. Jú, tað er rætt, haldi eg, men so mugu “hørð” krøv setast til fyrireikingina. Læs resten →

Vánaligt av Eiðis kommunu at kappa høvdini av svanunum

Verður rætt atborð, so er pláss bæði fyri svanum og fólki. (Myndaeigari. Einar Michelsen)

Í Plantajuni fyri 60 árum síðani. Verður rætt atborið, er pláss bæði fyri svanum og fólki. Svanurin og eg sínast at vera væl. Tað bar til fyri trýss árum síðani, so eigur tað eisini at bera til í 2016. (Myndaeigari. Einar Michelsen)

Skakandi tíðindi at hoyra av Eiði, at Eiðis kommuna hevur avlívað svanirnar á Eiðisvatni. Tað mátti vera frægari háttur at latið svanirnar liva enn at kappað høvdu av vøkru fuglunum. Myndin omanfyri er um trýss ára gomul. Mamma, pápi, omma mín Amanda, ein beiggi mín og eg eru í Plantajuni í Havn og vitja svanirnar. Nógv fólk komu í Plantajuna at síggja svanirnar, nógvu dunnurnar og njóta friðin. Havi ongantíð hoyrt, at svani í Plantajuni hevur skatt barn. Um so er, so hava foreldrini ikki ansað nóg væl børnunum. Læs resten →

10-mannafarið Ormurin fer at vinna á Eysturoyingi í Sørvági

Ikki kemur óvart á meg, um Ormurin vinnur á Eysturoyingin í Sørvági. (Mynd Bjartur Vest)

Ikki kemur óvart á meg, um Ormurin vinnur á Eysturoyingin í Sørvági. (Mynd Bjartur Vest)

Torført kann mangan vera at spáa um úrslitini í kappróðri, men tú hevur altíð eina ábending ella eina innaru kenslu, hvat fer at henda. Vit hava nú róð fýra FM-róðrar, og tríggir eru eftir at rógva. Hyggur tú í stigatalvurnar á Stavnur.fo, so hava fleiri manningar longu vunnið FM-heitið, sjálvandi um einki heilt serligt hendir bátunum. 10-mannafarið Eysturoyingur, 6-mannafarið Rádni kvinnur, 6-mannafarið Smyril menn og 5-mannafarið Firvaldur gentur vinna FM-heitið. Vit mugu uttan iva bíða til á ólavsøku, hvør dreingjabátur vinnur FM-heitið, 5-mannaførini við kvinnum, og hvat 8-mannafar vinnur FM-heitið. Annars haldi eg, at Ormurin fer at taka Eysturoying á vestanstevnu. Læs resten →

Barnaróður: Havfrúgvin lándi eyka rógvara frá Jallinum og vann

Her fer Havfrúgvin fyrst um málið við Títlingi sum nummar tey. Síðani Pílur og Royndi fríða. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Havfrúgvin fer fyrst um málið. Síðani Títlingur, Jallurin og Royndin fríða. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Barnaróðurin hevur framvegis góða undirtøku, sjálvt um fleiri rógvarar eru farnir uttanlands í summarfrí ella spæla hondbólt uttanlands í løtuni. 25 manningar róðu í Vági. Fleiri bátar hava tí fleiri enn teir seks rógvararnar, tá róðrarárið verður lagt til rættis. Hetta kom væl við hjá dreingjunum umborð á Havfrúnni úr Vestmanna, tí fríggjakvøldið klokkan 21.30 komu boð frá rógvara, at hann kundi ikki rógva dagin eftir í Vági, tí hann skuldi til skips. Hvat var so at gera? Læs resten →

10-mannafarsróðurin á jóansøku var heilt serligur

Vakurt at síggja tey fýra 10-mannaførini fara um málið. (Mynd Teitur Samuelsen)

Vakurt at síggja tey fýra 10-mannaførini fara um málið. (Mynd Teitur Samuelsen)

Av teimum sjey FM-róðrunum á jóansøku var lætt at gita um úrslitini í fimm róðrum, tí undanfarnu stevnur siga frá hesum. Umborð á Firvaldi við gentum, Erlu kongsdóttir við kvinnum, Rádna við kvinnum, Smyrli við monnum og Nevið reyða sita so mikið góðar manningar, at torført er hjá hinum manningunum vinina á úrmælingunum. Øðrvísi er við dreingjabátunum og 10-mannaførunum. Eg vónaði, at vit komu at uppliva, at Eysturoyingur ikki fekk góðan start, eins og hann fekk fyrstu tríggjar FM-róðrarnar. Og tað var júst tað, sum hendi á jóansøku. Hóast heldur ringan start, megnaði Eysturingur tó at vinna róðurin. Hetta vísir styrki umborð á 10-mannafarinum úr Runavík. Læs resten →

Góð róðrarlíkindi í Vági – eitt lot á fjøðrinum, og sólin skínur

jhj

Bátarnir eru júst komnir í land av Smyrli og klárir at flota. Fyrst barnamanningarnar. (Mynd Teitur Samuelsen)

Gott róðrarveður í Vági. (Mynd Teitur Samuelsen)

Gott róðrarveður í Vági. (Mynd Teitur Samuelsen)

Havi júst fingið sendandi tvær myndir úr Vági í sambandi við, at allur kappróðrarflotin er farin á jóansøku at rógva kapp. Nakrir bátar fóru longu fríggjadagin til Suðuroyar, og í morgun klokkan tíggju fór Smyril av Havnini beinleiðis á Vág við nógvum bátum og hartil nógvum róðrarfólki. Úr Vági verður sagt, at sólin skýnur og lítið lot er á fjørðinum. Fløggini siga, hvør ættin er. Tað plagar at ganga heilt væl at starta bátarnar í Vági, tí fasti starturin er tjóðraður í land. Tey hava sett klokkutíð á ymsu róðrarnar, og spennandi at fylgja við, um tey megna at halda tíðina. Spennandi seinnapartin, tí nú hava manningarnar havt fjúrtan dagar at fyrireika seg til jóansøkuróðrarnar. Fáa vit nýggjar vinnarar í dag? Kanska, vit bíða spent. (Vagnur)

 

Barnamanningar reisa seg á eystanstevnu og minnast konu í tøgn

Sjáldsom virðilig mynd á Skálafjørðinum. (Mynd ?)

Sjáldsom virðilig mynd á Skálafjørðinum. Trettan barnamanningar liggja við startin og minnast konu í ein minutt. (Mynd: Rógvi Langgaard)

Eg loyvi mær at leggja hesa vøkru mynd á heimasíðuna og á Kappróðrarkjak. Mær er sagt, at Rógvi Langgaard tók myndina. Kappróðurin á eystanstevnu í Runavík var framskundaður hálvan tíma vegna jarðarferð. Eldri kona, sum var farin túr í fjøllini, var ikki komin aftur, og tí var farið at leita. Sjálvt um leitað var alla náttina, var konan ikki funnin, men morgunin eftir fann bjargingartyrlan konuna, sum var deyð. Trettan ungar barnamanningar liggja við startin. Tær reisa seg og minnast konuna í ein minutt. Vøkur mynd og virðiligt av ungu rógvarunum. Havi ikki sæð slíkt áður. (Vagnur)

Suðuroyingur og Tofta Regin eru mannaðir á jóansøku

Suðoyingur vinnur á norðastevnu i 2014. (Mynd Hvannrók)

Suðoyingur vinnur á norðoyastevnu í 2014. Vit síggja eisini Klaksvíking og Havnarbátin. (Mynd Hvannrók)

Altíð gott og áhugavert, tá legst aftrat við kappróðrarbátum. Eg gjørdist kløkkur og forvitin at síggja nøvnini 10-mannafarið Suðuroying og 8-mannarið Tofta Regin í listanum yvir bátar, sum leygardagin eru við FM-róðrunum í Vági. Av forvitni ringdi eg til Vágs og til Tvøroyrar at vita, hvør mannar hesar bátar, og um bátarnir bara eru við í Vági. Læs resten →

Tvey hundrað húski hava nú fingið sær jarðhitaskipan

Teir bora tvey hundrað metrar niður í jørðina. Arbeiðið tekur tveir, tríggjar dagar. (Mynd Vagnur)

Teir bora tvey hundrað metrar niður í jørðina. Arbeiðið tekur tveir til tríggjar dagar. (Mynd Vagnur)

Í hesum døgum verður nógv tosað um grøna orku. SEV hevur sett upp vindmyllur nógvastaðni, og við tíðini koma enn fleiri myllur. Ikki eru nógv ár síðani, at vit hoyrdu, at boraði tú tvey hundrað metrar niður í jørðina, fekst so mikið nógva orku, at tú kundi sleppa undar oljutanga, oljufýr og skorsteini. Um dagarnar hava tveir mans borað slíkt hol í grannalagnum í sambandi við, at nýggj hús verða bygd. Áhugavert at fylgja arbeiðinum, og eg tosaði við menninar og havi ringt til Demich, sum selur jarðhitaskipanina. Læs resten →