Av allar fagrastu róðrarlíkindum á Havnarvág

Rógvarar fáa í dag allar bestu líkindi at rógva. (Mynd Vagnur)

Rógvarar fáa í dag av allar bestu líkindum at rógva. (Mynd Vagnur)

Veður, streymur og vindur er stórur partur í føroyskum kappróðri, men ikki er neyðugt at hugsa um hetta seinnapartin, tí tað er av fagrasta veðri allan róðrarteinin frá Argjalandi og inn á Havnarvág. Hugdi í veðurkortið, og tað sigur 3 til 8 m/s, men í morgun er mest sum stilli. Hann er norðan í ættini, og tá hann sigur frá eitt sindur av sól seinnapartin, so kunnu bátarnir vegna sólarlot fáa lítið lot ímóti ella framman á stýriborð. Er talan um steym, so rekur vestfallið átta tímar og eystfalli fýra tíma í Nólsoyarfirði. Er vestfall, so kann reka fram við Molanum, og teir sunnastu bátarnir kanska fáa heilt lítið mótrák, men komin inn um Molan er einki rák. Læs resten →

Hvørjir bátar vinnu so FM – heitið og barnaróðrarnar á ólavsøku?

Tvey er stig er millum dreingjabátarnar Fípun føgru og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Tvey er stig er millum dreingjabátarnar Fípuna føgru og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Seinasta leygarkvøld var eg í brúdleypi hjá einum bróðursoni. Tá borðhaldið var hálvrunnið kemur ein toftamaður til mín og sigur nakað soleiðis. – Roknar tú við Vagnur, at Eysturoyingur vinnur á ólavsøku. Eg plagi altíð at hava eitt svar, men hesuferð var einki svar. Svaraði manninum. – Tey fýra 10-mannaførini hava verið so jøvn í summar við trimum ymsum vinnarum, at vónleyst er at gita, hvør bátur vinnur á ólavsøku. Endaði at siga, at eg vónaði, at Havnarbáturin vann, tí so hava øll tey fýra 10-mannaførini vunnið róður í summar. Róðrarteinurin í Havn er jú bara 901,25 metrar, og søgan sigur okkum, at vit hvørja ólavsøku fáa okkurt óvæntað úrslit. Læs resten →

Norðdepil fyllir 150 ár – 27. august bjóðar Hvannasunds kommuna til ódnartøk

klklklk
Tey vóna, at nógvar manningar koma til ódnartøkini 27. august. (Mynd Vagnur)

Í sambandi við at unga bygdin Norðdepil 28. august fyllir 150 ár, skipar Hvannasunds kommuna fyri hátíðarhaldi. Tey ætlaðu at hava kappróður á hátíðardegnum og vendu sær tí til fyriskipararnar av ódnartøkum, og teir komu beinanvegin við uppskotinum at hava fyrsta ódnartakið í Hvannasundi. Skráin fyri tey trý ódnartøkini eru løgd. Leygardagin 27. august verður farið til Hvannasunds, 10. september til Miðvágs og finalan fer fram í Runavík  tann 24. september. Anna Arnfríðudóttir Andresen er nevndarlimur í Norðdepils-Hvannasund róðrarfelag, og hana havi eg tosa við. Og hon sigur. Læs resten →

Vandamikið at leypa á bláman eftir harðan ólavsøkuróður

jkkjkjj

Á ólavsøku 2004 var bara ein fótur millum “fiasko og succes”. Havnarbáturin tók Vágbing við einum fóti í seinastu tøkunum. Havnarbáturin mátti vinna róðurin til tess at gerast meistari. Vann Vágbingur, gjørdist Nólsoyingur meistari. (Mynd Álvur)

Sært tú gamlar róðrarmyndir, lupu rógvarar ikki á bláman í ovfarakæti eftir sigur. Hetta er nýtt fyribrigdi, men fyribrigdið kann gerast álvarsligt. Ikki er vandamikið at svimja á sjónum, men vandamikið at leypa á bláman beint eftir harðan róður. Pulsurin er høgur, andrenalinið ferðast skjótt í kroppinum, og tú sveittur. Leypur tú tá á bláman, kanst tú koma í eina sjokkstøðu, sum í ringasta føri kann føra til, at kroppurin lammast. Tú fært ikki anda og kanska svímar. Fyri nú nógvum árum síðani leyp rógvari á bláman á ólavsøku, og hann gjørdist álvarsliga sjúkur. Hann misti førleikan í beinunum, og tað gekk long tíð, áðrenn ungi maðurin kom fyri seg aftur. Alt gott um at vísa sína bleika vakra vælvanda yvirkropp á ólavsøku fyri nógvu áskoðarunum, men latið vera við at leypa á bláman, tí so kann ólavsøkán vera liðug á hesum sinni. Eitt er, at tit fáa krím, men verri er, at ti kunnu gerast álvarsliga sjúkir. Myndin omanfyri er frá 2004, tí Havnarbáturin vann FM-heitið á ólavsøku. Tríggir rógvarar lupu á bláman í ovfarakæti, og ein av teimum er rógvarin, sum liggur frammi í rong. Hann er ikki væl fyri, men hann koma fyri seg aftur, skal sigast. (Vagnur)

Tað kundi verið størri virðing fyri eldri rógvarum (masters)

Aimi Justinussen rør við Gongurólvi masters. (Mynd Vagnur(

Aimi Justinussen rør við Gongurólvi masters. (Mynd Vagnur)

– sigur 43 ára gamla Aimi Justinussen, sum rør við Gongurólvi kvinnum masters. Sjálvur stúrsaði eg við, tá eg hoyrdi frásøgumann Kringvarpsins siga í Vestmanna, at í Sortudíki hava vit siðvenju og hava gjørt av ikki at varpa út tildømis 6-mannafør við kvinnum masters og barnaróðrar. Tí fylgdi kringvarpsbáturin í Vestmanna ikki teimum trimum 6-mannaførunum Riddaranum, Gongurólvi og Fortunu, sjálvt um kringvarpsbáturin lá við málið og hevði stundir at siga okkum øðrum frá róðrinum. Hetta havi eg tosað við Aimi um, og hon er sera vónbrotin. Læs resten →

Skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið eru fluttar inn á Sund

jhjhjh

Næmingunum dámdi heilt væl hesar skúlastovur. (Mynd Vagnur)

Nógv hendur í høvuðsstaðnum í løtuni í hvørfall í grannalagnum hjá okkum. Í gjár koyrdu stórir trailarar í gøtunum, og seinni kom stórur krani omanvið, tí nú skuldu skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið burturbeinast. Ja, so í gjárkvøldið kom eldur í húsini við Tinghúsvegin, har AA-felagsskapurin heldur til. Roykurin var øgiligur, og tað luktaði av brendum timbri langar leiðir. Næmingarnir í 8. og 9. flokki dámdu væl skúlastovurnar, men tær kostaðu ein bóndagarð at hita upp, tí el-ovnar vóru í hvørjari stovu. Læs resten →

Úr myndasavninum – Sum at vera í grind á ólavsøku í 2003

lklklk

Áhugavert og stuttligt at síggja tólv 6-mannafør við monnum á ólavsøku 2003. (Mynd Vagnur)

Myndina omanfyri tók eg á “Ískaini” í 2003. Hetta var árið, tá vit byrjaðu heimasíðuna Drekin.fo. Vit vóru væl mannaðir. Gunnar sat í málbilinum og sendi út úrslit til fjølmiðlarnar, Christopher tók myndir á hvørjari stevnu, og eg skrivaði og savnaði alt tilfarið. Tó tók eg eisini nakrar myndir á ólavsøku. Magni, sum róði sjálvur, savnaði gomul hagtøl og arbeiddi eisini við heimasíðuni. Hetta var spennandi og stuttlig tíð at minnast aftur á. Eg liggi inni við kanska fleiri enn 30.000 róðrarmyndum frá hesi tíðini, sum nógvar liggja á Drekin.fo men eisini aðrar myndir. Í 2003 sóu vit á ólavsøku heili tólv 6-mannafør við monnum. Sum tit síggja á myndina, var sum í grind, at tá tey tólv 6-mannaførini fóru fram við “Ískaini”. Støðan í løtuni er, at barnamanningarnar og annars ungdómsmanningarnar eru øktar í tali, men tildømis 6-mannaførini við monnum, sum var størsti bólkur í 2003,  eru fækkað nógv. Myndin er tikin við mínum gamla myndatóli, og litirnir á myndini eru betri, enn á teimum nýggju digitalu myndatólunum. Meira djúpd er í litunum á gamla myndatólinum, sum ikki var digitalt. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Kann sita góða løtu og hyggja at hesi mynd

Áhugaverd mynd úr Gundadali tikin umleið 1950. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Áhugaverd mynd úr Gundadali tikin umleið 1950. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá eg kom fram á myndina omanfyri, sat eg góða løtu og hugsaði, hvussu nógv er broytt í Gundadali, síðani eg var smádrongur. Tí tá sá Gundadalur út, sum á myndini. Í 1910 fór menn undir at gera fótbóltsvøll í Gundadali, og 18. juni 1911 var fyrstur dystur spældur á vøllinum. Uttast til høgru úti við ánna síggja vit HB húsið, sum var bygt í 1931, og miðskeiðis í myndini B36 húsið, sum var bygt í 1942. Vøllurin var 108 metrar langur og 80 metrar breiður. Vit síggja eisini hondbóltsvøllin, sum var gjørdur í 1937. Nærmast síggja við skíðbreytina, sum var gjørd frá HB-húsinum og niðan á høvdina, men henda breytin riggaði ikki nóg væl, tí vindurin fór við kavanum, sum var lagstur á breytina um veturin. Annars er stóra barakkin har, tað sama Hvíldarheimið, húsini í Mexico og tennisvøllurin. Áhugaverd mynd, sum er tikin umleið í 1950. Tá í tíðini rullaðu ikki so nógvar milliónir úr kommunukassanum og FIFA kassanum í Gundadal, sum tær gera í dag. (Vagnur)

Barnaróðurin í Vestmanna, Kringvarpið og ólavsøkuróðrarnir

Hørð kapping millum Píl og Fípuni føgra at vinna barnaróðurin við gentum í Vestmanna. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Hørð kapping millum Píl og Fípuni føgra at vinna barnaróðurin við gentum í Vestmanna. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Róðrafelagið Knørrur barnaróður við gentum og dreingjum vann báðar róðrarnar í Vestmanna. Seinnu árini hevur bláa felagið á Müllersbrúgv havt nógvar góðar barnamanningar. Vit fegnast øll um stóru luttøkuna í barnaróðri, og tá eg práti við barnamanningar í Álakeri, so er eingin munur á barnamanningum og øðrum manningum. Tey ganga øll upp í kappróður við lív og sál. Øll vilja vinna ella gerast betri á hvørjari stevnu. Nú stundar til ólavsøku, og eg hoyrdi mann frá Kringvarpinum siga leygardagin, at talan er um at flyta ólavsøkróðrarnar soleiðis, so barnamanningarnar byrja klokkan  trý. Hetta, so barnamanningarnar og foreldrini eisini sleppa til skrúðgongu og setanina. Er tað nú rætt? Læs resten →

Nú havi eg hoyrt um handa hanafótin í samfull 35 ár

Ormurin fer her tepurt fyrstur um málið.

Ormurin fer her tepurt fyrstur um málið. (Mynd Hvannrók)

Nú er tað vorðið soleiðis hjá mær í føroyskum kappróðri, at tú ert eins spentur um úrslitini, og tú ert, hvussu gongst at avgreiða róðrarnar. Eri ikki tryggur og havi ikki rættiliga álit á fyrireikingini. Soleiðis var eisini leygardagin í Vestmanna. Tá eg klokkan 15.00 setti meg við telduna. og teir longu fóru at tosa um hanafót, hugsaði eg mítt og fór frá telduni at takast við okkurt annað. Tað var dekan ov seint at hugsa um hanafót, tá klokkan er 15.00. Vit mistu ein tíma í frálíkum róðrarlíkindum, og spurningurin er, um vit skulu góðtaka slíkt, sum fór fram í Vestmanna? Læs resten →