Tað kundi verið størri virðing fyri eldri rógvarum (masters)

Aimi Justinussen rør við Gongurólvi masters. (Mynd Vagnur(

Aimi Justinussen rør við Gongurólvi masters. (Mynd Vagnur)

– sigur 43 ára gamla Aimi Justinussen, sum rør við Gongurólvi kvinnum masters. Sjálvur stúrsaði eg við, tá eg hoyrdi frásøgumann Kringvarpsins siga í Vestmanna, at í Sortudíki hava vit siðvenju og hava gjørt av ikki at varpa út tildømis 6-mannafør við kvinnum masters og barnaróðrar. Tí fylgdi kringvarpsbáturin í Vestmanna ikki teimum trimum 6-mannaførunum Riddaranum, Gongurólvi og Fortunu, sjálvt um kringvarpsbáturin lá við málið og hevði stundir at siga okkum øðrum frá róðrinum. Hetta havi eg tosað við Aimi um, og hon er sera vónbrotin.

Eg kenni sum so ikki Aimi, bara sæð hana onkuntíð í Álakeri, men tá eg sá hana á Kappróðrarkjaki borðreiða við góðari viðmerking, fekk eg hug at fáa orð á hana. Tað skuldi vísa seg, at Aimi hevur fingið kappróður inn við móðurmjólkini og er av stórari kappróðrarfamilju í Vágum.

Gongurólvur masters. Á lærbekki bakborð situr Aimi Justinussen og stýriborð Sigrið Vesturgarð. Á rúmbekki bakborð situr

Gongurólvur masters. Á lærbekki bakborð situr Aimi Justinussen og stýriborð Sigrid Vesturgarð. Á rúmbekki bakborð situr Irena Nolsø og stýriborð Malan Erlingsson, og toftubekki bakborð situr Durita L. Jóansdóttir og stýriborð Anna Johansen. Róðurskvinnan eitur Elisabeth á Bakka. (Mynd Vagnur)

Janny, mamma Aimi, er systir eldsálirnar í Vágum Jógvan Hans Hansen, formann í Miðvágs róðrarfelag, og Hansinu á Plógv, sum vit í mansaldur hava kent frá kappróðri í Sandavági. Aimi róði sum ung við Ørnini úr Sandavági m.a. saman við mostur síni Hansinu og sigur soleiðis um róðrarlívsleiðina hjá sær higartil:

– Kappróður hevur altíð fylt heilt nógv í okkara familju. Fleiri okkara rógva ella hava róð, og fleiri eru sera virkin í lokalu kappróðrarfeløgunum. Eg róði sjálv eisini sum ung við Ørnini og var við at vinna FM-heitið fleiri ferðir. So kom tíðin, at eg flutti til Havnar at ganga í skúla, men eg koyrdi vestur í Vágar at rógva kapp um summarið.

Mynd av Riddaranum úr Miðvági tikin í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

Mynd av Riddaranum úr Miðvági tikin í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

– Eisini eftir at eg gjørdist mamma á fyrsta sinni, helt eg fram at rógva. Elsti sonurin hevur heilt vist fingið kappróðurin inn við móðurmjólkini, tí hann var bara sjey mánaðir, tá eg fór aftur at rógva tá við 6-mannaførum. Sonurin vann í 2015 FM-heitið við Sílinum.

– Síðani kemur steðgur í kappróðurin, tá eg fari uttanlands í lestrarørdinum, fái familju og arbeiði. Hesin serligi kappróðarneisti, sum var tendraður á ungum árum, hevur tó altíð sitið í mær, og tá eg í 2012 hoyrdi, at nú var skipað fyri mastersróðrum, sá eg møguleikan aftur at vera við í hesi annars so sera tíðarkrevjandi ítrótt.

Jarnbardur avmyndaður í Vestmanna. Miðalaldurin umborð er 45 ár. (Mynd Hvannrók)

Jarnbardur avmyndaður í Vestmanna. Miðalaldurin umborð er 45 ár. (Mynd Hvannrók)

– Vit eiga son við autismu, sum krevur nógv, og tá er týdningarmikið at vera væl fyri til tess at ansa soninum ella rættari fylgja honum allan dagin, tí hann er ógvuliga aktivur. Í staðin at fara á onkurt fitnessentur, vildi eg heldur seta meg í kappróðrarbát aftur saman við góðum vinkonum. Henda ítrótt hugtekur meg, sum eingin onnur. Nú er ikki lætt at manna hesar bátar, men tað eydnaðist umsíður, sigur Aimi.

Ein ávís niðurgering av eldru rógvarum fer fram

– Eg merki mangan, at tað hongur eitt slag av niðurgerandi tóna yvir okkum eldri rógvarum í almenna rúminum. Hetta sæst á kjakinum um kappróður, og enntá onkur býtt viðmerking kemur frá viðmerkjarum, tá Kringvarpið onkuntíð hevur varpað okkara róður út.

Gongurólvur og Fortuna eru júst komnir á mál í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

Gongurólvur og Fortuna eru júst komnir á mál í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

– Vit eru eldri rógvarar, sum hava royndir og hava nógv at geva róðrarfeløgunum og teimum ungu. Fleiri eldri rógvarar manna eisini nevndir í róðrarfeløgunum. Vit brenna fyri kappróðri og vilja tí nógv heldur seta okkum umborð á kappróðrarbát enn fara í okkurt fitnessentur.  Eldri rógvarar geva heilt nógv til felagsskapin og eru við at menna tey ungu. Summi venja tey ungu, og vit eiga eisini ungar rógvarar umborð á bátunum. Kann nevna, at eini sonur mín vann FM-heitið við Sílinum í fjør, og kvinnur umborð á Gongurólvi eiga børn, sum rógva barnaróður í summar. Einki at ivast í, at teirra áhugi er kveiktur heimanífrá.

– Vit hava valt at rógva mastersróðrar, tí vit hava familju og hava ikki tíð at venja hvønn dag í viku, men vit venja tó nógv og hart. Venja vanliga tríggjar ferðir um vikuna og fara sum oftast í bátin flaggdagin. Eisini kemur fyri, at vit byrja fyrr inni í rógvimaskinum.

Gongurólvur og Riddarin masters kvinnur í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

Gongurólvur og Riddarin masters kvinnur í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

– Tað, sum fleiri ikki vita, er, at masterskappingin er ein FM-kapping. At Kringvarpið ikki vil varpa hendan FM-róður út, hevur stóran týdning í vantandi viðurkenningini av masterskappingini. Hetta ger, at henda kapping ikki gerst so áhugaverd at luttaka í, og frammanundan er trupult at fáa mannað bátar í hesum aldursbólki. Vit síggja longu nú, at fleiri bátar eru burtur aftur, sum vóru partur av masterskappingini fyri fáum árum síðani. Eg vil siga, at tað er ein stórur missur fyri feløgini, at hesi blíva burtur aftur.

Mentanararvurin

– Nú hoyrist mangan um mentanararvin føroyskur kappróður, og tá haldi eg, at vit eiga øll at hjúkla um hesa mentan at rógva kapp, sum í Føroyum er farin fram sum skipaður kappróður í hundrað ár.

– Sjálvandi skuldi Kringvarpið sagt frá mastersróðrinum í Vestmanna, tá kringvarpsbáturin lá við málið og bara bíðaði. So má siðvenja/prinsip vera prinsip. Og sjálvandi skuldi Kringvarpið filmað barnaróðrarnar, tí føroyskur kappróður er bara stutt tíðarskeið um summarið, og FM-kappingin varir bara níggju vikur, sigur 43 ára gamla Aimi at enda.

Stórur báturin fylgir barnaróðrinum í Vestmanna. Stórur møguleikar eru at taka livandi myndir av róðrinum.

Stórur báturin fylgir barnaróðrinum í Vestmanna. Stórur møguleikar eru at taka livandi myndir frá bátinum. (Mynd Hvannrók).

Leggjast kann aftrat, at umborð á Jarnbardi sita eisini eldri kvinnur, men tær valdu í ár at bjóða av í vanligu FM-kappingini og hava róð allar FM-róðrarnar. Miðalaldurin er 45 ár og hava flestar sum ungar róð við Jarnbardi og øðrum bátum. Um veturin rógva tær hvønn leygarmorgun, og tá summarið nærkast, verður meira ferð sett á venjingina. Hesar kvinnur eru so mikið væl fyri, at tær eru í betri venjing enn kvinnurnar, sum sita umborð á Gongurólvi.

Nógv verður tosað um 6-mannafarið Rádna úr Fuglafirði. Tær rógva heilt væl, men umborð situr kvinna, sum er farin um tey hálvhundrað árini. Umborð sita eisini mamma og tvær døtur hennara. Sig so tað. Sjálvur havi eg heilt stóra virðing fyri hesum kvinnum og eisini teimum eldru monnunum, sum sita umborð á 10-mannaførunum og øðrum bátum kring landið. Hesi geva so nógv til felagsskapin, sum vit ikki kunnu virða ov nógv. (Vagnur)

Mamma og dóttir. Mamman Malan Erlingssson rør við Gongurólvi masters og dóttirin Heiðrun Erlingsdóttir rør við Sílinum. (Mynd Vagnur)

Mamma og dóttir. Mamman Malan Erlingssson rør við Gongurólvi masters, og dóttirin Heiðrun Erlingsson rør við Sílinum. (Mynd Vagnur)

Mamma og sonur. Irena Nolsø rør við Gongurólvi masters og sonurin Levi Erlingsson rør við Sílinum. (Mynd Vagnur)

Mamma og sonur. Irena Nolsø rør við Gongurólvi masters og sonurin Levi Nolsø rør við Sílinum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *