Útbygda havnarlagið í Havn er bara næstbesta loysnin

kjkj

Økið við Skansan fær tíbetur frið, og sjóvarmálin Yvir við Strond fær eisini frið.

Tá eg um dagarnar sá myndina av útbygda havnarlagnum í Havn, so haldi eg, at hetta er besta loysnin í løtuni men í framtíðarhøpi bara næstbesta loysnin. Vit verja tíbetur Skansan og sjóvarmálan Yvir við Strond, men nýggja havnarlagið gerst ongantið nakað prýði fyri Havnina og tess innsigling. Bingjur eru órudd og alt annað enn vakurt. Í kjakinum um havnarlagið eru nógvu ferðamannaskipini nevnd, men tey eru ikki teknað á myndina. Læs resten →

Svein Rógvi Nielsen er heilt serligur í føroyskum kappróðri

Svein Rógvi situr á lærinum stýriborð við ár hjá Klaksvíkingi, og Hjálmar rør í búna hjá Klaksvíkingi. (Mynd Vagnur)

Svein Rógvi situr á lærinum stýriborð við ár hjá Klaksvíkingi, og Hjálmar á toftubekki stýriborð rør í búna hjá Klaksvíkingi. Svein Rógvi við stórum smíli ávegis út undir Argjaland ólavsøkuaftan. (Mynd Vagnur)

Nú veit eg ikki, um nakar annar enn eg hevur lagt til merkis nakað umborð á Orminum á ólavsøku, sum er heilt serligt í føroyskari rógving. Hyggur tú at myndini omanfyri, sum eg tók ólavsøkuaftan, so hevur Svein Rógvi tikið árina umborð á Klaksvíkingi við sær til Havnar og umborð á Ormin. Hyggur tú fyrst at myndini omanfyri og síðani á myndini niðanfyri, so rør Hjálmar á toftubekki stýriborð í búnanum hjá Klaksvíkingi, sum er reyður og hvítur, meðan hinir umborð í Orminum rógva í vanliga bláa litinum. So er spurningurin, hvat vit kunnu leggja í alt hetta. Eg havi mína tankar um árina hjá Svein Rógva og búnan hjá Hjálmi, sum er heilt óvanligt í føroyskum ítrótti. Læs resten →

Úr myndasavninum – Debes brøðurnir róðu í 1950-árunum við nýggja Havnarbátinum

kjkjkjk

Nýggi Havnarbáturin í 1950. Aftast f.v: Johannes Arge, Klæmint Jacobsen, Óli Debes, Símun Hellisdal, Harald Debes og Niels Jacobsen. Fremst f.v: Finnur Hansen, Hammer Debes, Erhardt Næs og Helgi Justinussen. Hassi á Krákusteini vantar á myndini. (Myndeigari: Debes brøðurnir)

Tá eg var inni í gólvinum hjá Haraldi og Hammer Debes søgdu teir mær, at Harald, Hammer og Óli í 1950-árunum róðu kapp við nýggja Havnarbátinum. Við nýggja Havnarbátinum, hugsaði eg, og so at leita í bókini Drekin eftir Niels Juul Arge. Jú, mín sann. Árini 1950, 1951, 1952 og 1953 róður tveir Havnarbátar á ólavsøku og stevnum kring landið. Nýggi Havnarbáturin og gamli Havnarbáturin. Og her var eisini áhugaverd róðrarsøga at fara eftir. Læs resten →

Úr myndasavninum – Tá Óli Debes á ólavsøku í 1961 vann svimjikapping

llklk

Óli Debes vinnur 400 metrar svimjikapping á ólavsøku í 1961. Svimjikapping var eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku tá í tíðini. Heilt nógvir áskoðarar vildu síggja kappingarnar. Her síggja vit mergjaðar armar, sum veruliga vilja nakað. (Myndaeigari: Harald Debes)

Hevur tú antennuna frá og eyguni opin, fært altíð okkurt at skriva um. Og av tilvild koma søgurnar mangan og serliga eldru søgurnar og myndirnar. Nú er nakað síðani, eg skrivaði grein um tey tíggju systkini Debes við Tinghúsvegin í Havn. Í barndómsheiminum Tinghúsvegur 35 búgva brøðurnir Hammer og Harald Debes. Tá Harald vildi vísa mær verkstaðið hjá sær, vísti hann mær eina mynd av beiggjanum Óla Debes, sum vit øll kendu serliga frá uttandurasvimjihylinum. Óli er farin, og beiggin Harald eigur húsini hjá Óla. Í stovuni standa nøkur steyp, sum Óli vann í svimjikappingum, og millum annað eitt trýtornað vakurt steyp av gamla slagnum. Hetta mátti eg kanna nærri og havi tosað við beiggjan Hammer Debes um steypið. Og Hammer sigur soleiðis um beiggja sín. Læs resten →

Kappróður sæddur við myndum frá “Ískaiini” ólavsøkuaftan

Fantastiskt at síggja jøvnu 10-mannaførini í summar. (Myndir Vagnur)

Fantastiskt at síggja jøvnu 10-mannaførini í summar. (Myndir Vagnur)

Hetta eru so tær seinastu myndirnar, eg tók frá “Ískaini” ólavsøkuaftan. Stór uppliving at síggja nógvu bátarnar og fleiri heilt spennandi róðrar. Bátatalið var stórt í summar og serliga í yngru árgangunum. Vónandi verður eins nógvar manningar róðrarárið 2017. (Vagnur) Læs resten →

70 myndir av manningum tiknar av “Ískaiini” ólavsøkuaftan

6-mannafarið Hvessingur vann á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

6-mannafarið Hvessingur vann á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Eg plagi okkurt árið at taka myndir av øllum bátunum, sum koma fram við “Ískaini” ávegis út undir Argjaland. Tað gekk væl, tá Vilhjálmur Tórsheim, sáli, var eftiransingarmaður, men hesuferð aktaðu summar manningar ikki so væl einsamalla mannin í ansingarbátinum. Nakrar manningar fóru út á róðrarøkið og vóru í summum førum ov langt úr landi at fáa góða mynd. Kom á “Ískaini” klokkan 14.30, men tá vóru nakrar barnamanningar longu úti á máinum. Eisini er onkur bátur farin tíðliga út á Argir at fyrireika seg til róðurin. Kanska okkurt navn er komið skeivt fyri, tí einstakir bátar hava ikki navn og onkur ikki nummar. (Vagnur) Læs resten →

Felagsmynd av meistarunum niðan fyri Skansaveg

Hetta má vera fyrsta felagsmynd av meistarunum nakrantíð. (Mynd Hans Højgaard)

Hetta má vera fyrsta felagsmynd av meistarunum nakrantíð. (Mynd Hans Højgaard)

Hans Højgaard tók felagsmyndina av meistarunum 2016. Tað plagar annars at vera torført at savna allar rógvararnar, tí teir skulu so nógv eftir steypahandanina. Myndin fer í søguskrínið, har nógvar aðrar myndir eru goymdar. Eg plagi at siga í skemti: – Stuttligt einaferð hjá rógvarum at vísa abbabørnunum. Í løtuni klippi eg til myndir av bátunum, sum komu framvið “Ískaini”, og so er tað eftirmetingin av stevnufyrireikingunum, sum skal skrivast. (Vagnur)

Hvessingur átti óvæntaða úrslitið í ólavsøku

Áhugavert og spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar. Ormurin var stinnast á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)

Áhugavert og spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar. Ormurin var stinnast á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)

Fólk hava hildið ólavsøku, men enn er ikki alt tilfarið hjá mær komið á heimasíðuna. Havi lagt út frá barnaróðrunum og róðrunum við eldru manningum. Nú koma nakrar góðar málmyndir, sum Hans Højgaard hevur tikið. Síðani havi eg klipt myndir til av mest sum øllum manningum, sum komu fram við “Ískaini”, og so havi eg nakrar myndir, sum eg tók av róðrunum á 200 metrar merkinum. Sjálv eftirmetingin av stevnunum skal eisini skrivast. Hetta kemur alt eitt sindur seinni. Eg havi so onkra áhugaverda søgu aftrat frá ólavsøkuróðrunum. 6-mannafarið Hvessingur átti óvæntaða úrslitið, tó ikki so óvæntað, tí Smyril formáddi sær ikki nógv á ólavsøku og ei heldur Eysturoyingur.  Læs resten →

Róðrarupplivilsi av teimum heilt stóru at síggja barnaróðrarnar

ælæ

Títlingur fer fystur um málið og vinnur fyrsta sigurin í ár. (Mynd Vagnur)

Eitt veit eg við vissu, og tað er, at barnaróðrarnir ongantíð aftur vera avgreiddir, meðan skrúðgonga er, og ólavsøkan verður sett. Gjørdist heilt bilsin, tá eg sá, hvussu nógvir áskoðarar vóru komnir á Eystaru bryggju at hyggja at barnaróðrunum stundisliga klokkan trý. Alt var klárt. Dómarabátar, eftiransingarbátar, og barnaróðurin var varpaður út á til áskoðararnar á bryggjuni. Hetta kundi ikki vera betur. Havi ikki áður sæð barnaróður á ólavsøku, men hetta skuldi gerast róðrarupplivilsi av teimum heilt stóru. Læs resten →

Áhugavert og stuttligt at síggja eldru manningarnar á Havnarvág

klklklk

Nærmast Vestmenningur, síðani Hvítravnur, Skálabáturin og Kongurin. (Mynd Vagnur)

Eg plagi altíð at standa á “Ískaini” og hyggja at kappróðri, tí tá sært tú út undir Argjaland og yvir á 200 og 300 metrar merkini. Og so plagi eg at taka myndir av bátunum, tá teir halda leiðini út á málið. Torførari var í ár, tí nú er eingin Vilhjálmur Tórsheim og Tummas Sørensen. Vilhjálmur er farin. Hesuferð var einsamallur maður í eftiransingarbáti, men summar manningar lurtaðu ikki, tá hann bað tær ikki rógva á róðrarøkinum út á málið. Tí var torførari hjá mær at taka myndirnar. Havi nógv tilfar frá ólavsøkuróðrunum, sum eg komi at leggja á heimasíðuna. Byrji fyrst við eldru rógvarunum. Læs resten →