Róðrarupplivilsi av teimum heilt stóru at síggja barnaróðrarnar

ælæ

Títlingur fer fystur um málið og vinnur fyrsta sigurin í ár. (Mynd Vagnur)

Eitt veit eg við vissu, og tað er, at barnaróðrarnir ongantíð aftur vera avgreiddir, meðan skrúðgonga er, og ólavsøkan verður sett. Gjørdist heilt bilsin, tá eg sá, hvussu nógvir áskoðarar vóru komnir á Eystaru bryggju at hyggja at barnaróðrunum stundisliga klokkan trý. Alt var klárt. Dómarabátar, eftiransingarbátar, og barnaróðurin var varpaður út á til áskoðararnar á bryggjuni. Hetta kundi ikki vera betur. Havi ikki áður sæð barnaróður á ólavsøku, men hetta skuldi gerast róðrarupplivilsi av teimum heilt stóru.

Títlingur vinnur her sín fyrsta róður á árinum við Jallinum í hølinum. Eisini fyrsti sigurin hjá Havnar róðrarfelag á árinum. Stór frøi í Álakeri. (Mynd Vagnur).

Títlingur vinnur her sín fyrsta róður á árinum við Jallinum í hølinum. Eisini fyrsti sigurin hjá Havnar róðrarfelag á árinum. Stór frøi í Álakeri. (Mynd Vagnur).

Tú sært ikki vakrari sjón enn fyrsta at síggja ellivu dreingjamanningar og seinni tólv gentumanningar spíla seg út á Havnarvág. Nú er tað soleiðis, at mín persónligi áhugi var fyrst og fremst Títlingur við dreingjum, men sjálvandi eisini hvussu gekst hinum bátunum. Títlingur hevur fyri meg serliga søgu. Minnist seint eitt kvøldið í 2007, at foreldur og ungir rógvarar bíðaði eftir Sílinum ella Drekanum, sum vóru úti og vandu, men vóru ikki komin inn til tíðina. Tey ungu sluppu ikki at venja.

hjhjh

Her eru vit farin inn um 200 metrarmerkið. Vinkulin nakað skeivur, men Títlingur er fremstur. Vit síggja eisini nærmast Silju, Falk, Drekan, Teklu, Firvald, Jallin og síðani Títling. (Mynd Vagnur)

Her síggja vit allar teir ellivur dreingjabátarnar. (Mynd Vagnur)

Her síggja vit allar teir ellivu dreingjabátarnar. Upplivilsi at síggja. (Mynd Vagnur)

Ikki havi eg verið nevndarlimur í Havnar róðrarfelag, men eitt slagi av hjálparmanni. Hugsaði hesa løtuna: – Hetta ber ikki til, vit mugu fáa ein 5-mannafar bara til barnaróður, tí Sílið og Drekin eru so nógv upptiknir. Segði hetta við Jákup Jacobsen, sum tá fekst við barnaróður í felagnum. Vit gjørdu skjótt av og bílagdui nýtt 5-mannafar frá bátasmiðinum Terja Reinert Jacobsen á Hjalnesi. Jákup og eg útvegaðu eisini peningi, sum báturin kostaði. Tá hevði Sámal Hansen í Runavík úr at gera at smíðja kappróðrarbátar.

kjkj

Her síggja vit nærmast gentubátarnar Frúnna, síðani Sílið, Píl, Fípuna Føgru, og næst Molanum Havfrúnna, Vit síggja eisini koma undan Ørnina, Svaluna (úr Vági), Spógvan og og Falk. (Mynd Vagnur)

Stórur spenningur var, tá báturin kom í neystið tíðliga í 2008, og tey ungu dámdu væl bátin. Eg helt, at vit skuldu finna eitt vakurt fuglanavn at geva bátinum. Tað bleiv til “Títlingur”. Báturin hevur vunnið nógvar róðrar síðani 2008, og tá Títlingur við dreingjum fór fyrstur um málið ólavsøkuaftan, var gleðin heilt serlig, tí hetta var fyrsti sigurin hjá Havnar róðrarfelag á árinum. Sig so tað. Seinni vann eisini Gongurólvur eldri við kvinnum.

lklklk

Nærmast Kollur, síðani Ørnin, Frúgvin og Svalan úr Vági. (Mynd Vagnur)

lælælæl

Reyðkollur er reyði báturin úr Kollafirði, sum fyrstu ferð er við á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Tólv barnamanningar við gentur liggja klárar á málinum. (Mynd Vagnur)

Tólv barnamanningar við gentum liggja klárar á málinum. (Mynd Vagnur)

Vit, sum stóðu á “Ískaini” ólavsøkuaftan høvdu á orðið, hvussu vakurt tað var hesi síggja hesi litføgru 5-mannaførinini við nógvu unglingum umborð spenna seg út. Aldursmunur er innanborða, og tað vita rógvarar eisini. Tað er at eftirmeta rætt. Tú kanst rógva barnaróður sum tólv, trettan og fjúrtan ára gamal. Munur er á tólv ára gomlum unglingi og fjúrtan ára gomlum unglingi. Næsta ár eru summir rógvarar ov gamlir, og so koma aðrar manningar fram í oddin.

Stórt herðaklapp at barnaróðurin var varpaður áskoðarunum. Haldi, at tað var tvøramaður, sum plagar at varpa út fótbólt, sum meistarliga segði frá róðrunum. Stór virðing fyri barnaróðrinum og stóra tøkk. Ólavsøkuaftan tók eg eisini myndir av einstøku manningum, tá tær komu fram við “Ískaini”. Myndirnar skulu klippast til og koma á heimasíðuna nakað seinni. (Vagnur)

Barnaróður dreingir

1 Títlingur 02:32:07

2 Jallurin 02:34:12

3 Svalan 02:36:15

4. Havfrúgvin 02:37:17

5. Firvaldur 02:38:03

6. Tekla 02:39:06

7. Drekin 02:40:05

8. Falkur 02:41:22

9 Sílið 02:42:10

10. Silja 02:43:03

11 Ørnin 02:46:20

Barnaróður gentur

1.       Fípan Fagra 02:37:13

2.       Havfrúgvin 02:38:07

3.       Pílur 02:41:13

4.       Frúgvin 02:42:05

5.       Sílið 02:43:21

6.       Falkur 02:45:24

7.       Spógvin 02:46:10

8.       Svalan 02:48:02

9.       Erla Kongsdóttir 02:48:18

10.   Reyðkollur 02:49:22

11.   Ørnin 02:49:24

12.   Kollur 02:53:15

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *