Grønu glaskúluna omanfyri fekk eg frá Poul Guttesen, sála, sum var pápi vinnmann mín FinnBjørn. Glaskúlan er frá gomlum sildagarni, har glaskúlurnar gjørdu, at ovari endin á sildagarninum fleyt í vatnskorpuni. – Hyggur tú í glaskúluna, fært tú svar upp á nógvar spurningur, kundi Poul siga. Eg goymi glaskúluna sum reyða gull. Nú havi eg enn einaferð hugt í glaskúluna til tess at spyrja, hvussu fer at gangast leygardag í steypafinalunum í bestu kvinnu- og mansdeild í hondbólti. Fekk ikki svar beinanvegin, men so komu setningarnir spakuliga fram. Glaskúlan hevur sum oftast rætt. Læs resten
Úr myndasavninum – Teir vóru okkara stóru ungdómsstjørnur

Havnarbáturin í 1960: Standandi f.v: Lorenz á Krákusteini, Gormur Justinussen, Frímund Sivertsen, Bjarni Djurhuus, Helgi Joensen og Axal Niclasen. Framman f.v: Árni Petersen, Sigmund Arge Gregoriussen, Jógvan Højsted, Jóhannes Niclasen og Eyðbjørn Hansen. (Mynd bókin Drekin)
Sjálvt um eg alt mítt ungdóms- og vaksnamannalív spældi hondbólt, høvdu vit ungu við Landavegina stóran áhuga í kappróðri, og tað havi eg enn. Vit búðu uppi við Landavegin, men okkara spæliplássið spenti víða, ja, heilt oman til sjóvarmálan. Heilt tíðliga komu vit um summarið at savnast um neystið hjá Havnar róðrarfelag. Pláss vóru bara fyri tveimum bátum í neystinum Havnarbátinum og Ørvi. Seinni var skúrur bygdur upp í neystið vestureftir, so Sílið kundi standa har. Stevnurnar um hetta mundið vóru bara fýra: Norðoyastevna, jóansøka, vestanstevna og ólavsøka. Myndin omanfyri er serlig, tí hetta er fyrsta manningin umborð á Havnarbátinum, sum eg minnist. Tá var eg tíggju ára gamal. Seinni kom eg at kenna fleiri av monnunum, og nú er fleiri farnir. Róðrarbúnin var hvít skjúrta og terlenbuksur við HR merkinum í bringuni. Seinni róðu teir í kovboybuksum, tí teir sótu fastari á bekkinum. Minnist ikki, at teir brúktu pútur at sita á. Rógvararnir vóru okkara stjørnur, eingin ivi um tað. Myndin er frá 1960, og tá var Wilhjólmur Jakobsen tollari formaður í Havnar róðrarfelag. Nevnast kann, at í neystinum var ikki brúsa og skiftingarrúm, so teir komu og fóru í somu klæðum. Minnist eisini, at vit ungu lógu framvið, tá teir vandu, tí tað kundi henda, at rógvari hevði forfall, so slapst tú at stýra, og róðursmaðurin róði. Áhugavert at síggja, at steypini eru ikki so stór sum nú. Tó so, tey vóru úr trítornað silvuri. (Vagnur)
Stór kostnaðarmikil umvæling fer fram umborð á Ennibergi
Flakatrolarin Enniberg hevur ikki verið til fiskiskap í Barentshavinum í nýggja árinum, og ikki fyrr enn miðskeiðis í mars mánað verður loyst. Stór umvæling fer fram umborð á Ennibergi, tí øll frystiútgerðin skal skiftast. Eftir 1. januar 2018 er ikki loyvt at brúka evnið freon í frystiskipanini, tí evnið skaðar ozonlagið. Nýggja evnið rópa tey 65.7, sigur skiparin Sonny Johannesen. Eg hitti hann í telefonini, tá hann var ávegis til Elduvíkar, har tey eiga hús. – Gott og friðsælt pláss, har eg trívist væl, sigur Sonni. Læs resten
Fólk fara væl um í høllini, sigur hallarvørðurin (e)
Fríði Gregoriussen hevur nú arbeitt í Gundadalshøllini í skjótt tíggju ár. Frá ungum árum kom hann í Plantasjuna at arbeiða, eitt skifti hevði hann tó egið virki, fyri síðani at koma aftur í Plantasjuna. Tað vóru hann og ein arbeiðsfelagi í Plantasjuni, sum laðaðu garðin um høllina og plantaðu runnarnar. Fríði varð biðin at koma í Gundadalshøllina, eftir at Trygvi Askham gavst vegna aldur. Trygvi var góður við høllina og hevði tá umsitið hana væl í tíggju ár. Læs resten
Miðsavningarfólkini í Føroyum hava vunnið endaliga slagið

Guð viti, hvat ljóti betongbygningurin skal brúkast til, tá tey flyta í Marknagil. (Mynd Havnin – fólk og yrki.
Hvørja ferð eg síggi hesa mynd av studentaskúlanum í Hoydølum, komi eg at hugsa um, hvussu nógv ørt er farið fram í okkara samfelag. Í 1962 flutti studentarskúlan frá Vaktarhúsgøtu niðan á gamla sanatoriið í Hoydølum. Tuberkasjúklingar vóru fluttir í fyribilsbakrakk við Landssjúkrahúsið. 55 ár seinni stendur ljóta barakkin har enn. Í 1961 var farið at byggja nýggjan studentarskúla í Hoydølum, og í 1965 varð farið í nýggja skúlan. Aftanfyri trøini til vinstru síggja vit kostdeildina, sum kundi hýsa 25 dreingjum. Tá nýggi studentarskúlin var liðugur, varð gamla sanatorið innrættað til deingjakostdeild, og dreingjakostdeildin varð gentukostdeild. Miðsavningarkreftirnar í Føroyum mugu sigast at hava vunnið endaliga slagið. Alt skal leggjast saman í størri eindir. Ùtvarpið og sjónvarpið, fólkaskúlar, miðnámsskúlar, ymisk søvn og stovnar, men er hetta nú so undurfult. Eg haldi slett ikki, tí aðrastaðni eru tey farin burtur frá at miðsavna so nógv, men miðsavningarfólkini í Føroyum eru ótroyttilig. Tey tøma bygdir fyri skúlabørn, tey leggja stovnar saman, har støðan gerst nógv verri. Søvn landsins, Útvarpið og Sjónvarpið, Arbeiðseftirlitið eru bara nøkur fá dømi úr rúgvuni. Og søguna um miðnámsskúlan í Marknagili kenna vit øll. Syrgilig gongd, haldi eg. (Vagnur)
Eg fekk áhugaverda svimjimynd sendandi frá Jón Hestoy
(Greinina skrivaði eg januar 2013) Tú veitst ongantíð, hvussu dagurin byrjar, tá ið tú um morgunin setir teg eina løtu við telduni. Í morgun gjørdist eg ovfarin og fegin, tá ið eg fekk teldupost frá Jón Hestoy formanni í Svimji- sambandinum og fyrrverandi toppsvimjara. Viðheft var mynd frá 1973 av Carl August Arge, Áka Mortensen og mær á sigurskamlinum í gamla svimjihylinum í Gundadali.
Sjálvandi sveimaðu tankarnir beinanvegin, og eg minnist væl 35 ára jubileums- kappingina hjá Havnar Svimjifelag. Tað serliga við myndini er, at eg um tað mundið var 23 ára gamal, Carl 21 ára gamal og Áki 15 ára gamal.
Og tað var tann yngsti og minsti svimjarin, sum vann kappingina, og tann elsti og longsti svimjarin var aftastur á 100 metra teininum. Men tað hevði sína orsøk. Mær dámdi væl at svimja, men eg vandi ikki kappsvimjing. Læs resten
Nakrar hugleiðingar um B36, HB og áskoðarar til dystirnar
Um dagarnar hevur Havnar bóltfelag valt nýggja formann, har felagið fríggjadagin skipaði fyri tíðindafundi. Áhugavert at hoyra frá fundinum. Formaðurin segði millum annað, at stóra takið hjá felagnum er at fáa áskoðaran aftur í HB skýlið. Átøk skulu gerast. Feløgini B36 og HB eru stór gomul ítróttafeløg í Havn við nógvum ungdómum. Men fyri meg er óskiljandi, at hesi feløg eru noydd at útvega sær útlendskan styrk og spælarar úr øðrum feløgum, tá ungdómsdeildirnar eru stórar við nógvum spælarum. Okkurt má vera spinnandi galið. Læs resten
Úr myndasavninum – Føroyar spældu fyrsta landsdystin í 1964

Føroyska landsliðið í 1964: Sverri Jacobsen, Kyndil, Johnny Joensen, VÍF, Peter Sigurd Rasmussen, Kyndil, Kári Nielsen, VÍF, Steinbjørn Zachariassen, VÌF, Heðin Mikkelsen, Kyndil og Torbjørn Mikkelsen, Kyndil. Húkandi f.v. Hans Mortenen, Neistin, Dia Jacobsen, Kyndil, Jóhannes Bjørgvin, VÍF, og Jóan Pætur Midjord, Kyndil
Íslendingar hava skrivað landsliðssøgu og givið út í bók, men landsdystirnir millum føroyingar og íslendingar í 1964 og 1968 í Føroyum eru ikki skrásettir í landsliðsbókini hjá íslendingum. Solveig Birgisdóttir dóttir Birgir Bjønsson, sum var á íslendska landsliðnum í 1964 í Føroya, sigur frá pápa sínum, at báðir landsdystirnir vóru ikki góðkendir landsdystir, tí Føroyar vóru ikki tá limir í altjóða hondbóltssamgonguni IHF. Danir forðaðu tá fyri hesum, men fyrst í 70-árunum gjørdust Føroya limir IHF, og longu í 1976 vóru vit í heimsmeistarakapping í C-bólkinum í Portugal. Hugaligt at minnast aftur á, tá ið fyrsti landsdysturin í 1964 varð spældur á uttandura vøllinum í Gundadali. Stór mannfjøld sá landsdystin. Læs resten
Úr myndasavninum – Vil “brylcreme” í hárinum í 50 ára føðingardegi í 1962

Frá vinstru Katrin Christiansen, Herborg Christisansen f. Dam, og Jógvan Christiansen. Við bakinum til frá vinstru Torbjørn, Vagnur, Helge og Ása Michelsen, sum kemur undan nærmast vegginum.
Myndin omanfyri er 55 åra gomul, og vit eru í 50 ára føðingardegi hjá mammabeiggja okkara Debesi Christiansen. Vit sita til háborðs í gamla Havnar Klubba. Til vinstru situr systkinabarni mítt Katrin Christiansen, gift Andersen, sum er eitt ár eldri enn eg. Høgrumegin henni sita hjúnini Herborg og Jógvan Christiansen úr Kollafirði, sum bæði eru farin. Jógvan í 1996 93 ár gamal og Herborg í 2004 74 ára gomul. Við rygginum til situr beiggi mín Torbjørn, síðan eg, pápi mín Helge Michelsen, sum fór í 1985 og mamma mín Ása Michelsen næst vegginum. Mamma er 98 ára gomul og býr á Ellisheiminum. Eg leggi myndina út, tí at eg skilji ikki, at eg hava fylt hárið við brylcremi. Tað var í 1950-árunum, at millum annað Elvis Presley og James Dean sóust við brylcremið í hárinum og dunnuveli ílætnir í strammum cowboybuksum, strammari skjúrtu og leðurjakka. Hesin rockmótin fór um allan vesturheimin og kom eisini til Føroya. Minnist, hvussu torført var at fáa brylcremið úr aftur hárinum, og mamma royndi at fáa okkum at tálma brylcremi, tí tað dálkaði sovikoddarnir, og tí vit fóru til songar við feittinum í hárinum. Tá vit koma inn í 1960-árini, fer brylcreamið spakuliga av móta, og vit fáa okkum langt har við ongum brylcreamið og dunnuveli. Soleiðis broytist mótin. (Vagnur)
Havi ikki áður sær so hjálparleysa VÍF verju – H71 var betra liðið
Í gjárkvøldið helt eg, at nú var tíðin komin at síggja toppliðini H71 og VÍF spæla dyst, tí eg havi ikki sæð hesi lið spælt tvey seinastu kappingarárini. Kringvarpið stroymaði dystin, so eg setti meg spentur við stóra telduskermin at hyggja. Sá hálvanannan dyst í sjónvarpi, tá U21 landsliðið vann kappingina í Føroyum, og tað eg sá, var frálíkt. Upplivilsið mikukvøldið frá dystinum í Hoyvíkshøllini skuldi gerast bæði gott og minni gott. Myndirnar vóru góðar frá dystinum, tó sóu vit ov sjáldan ella ikki máltalvuna. Dømingin var góð, tó helt eg, at VÍF fekk tvær bíligar útvísingar, og at H71 verjan sleppur dekan ov nógv við at halda og skumpa. Nú skal sigast, at eg sá bara fyrra hálvleik fyri síðani at lurta eftir seinna hálvleiki á Rás2. Í hálvleiksteðginum var mær púra greitt, at H71 fór at vinna dystin. Og orsøkin var ógvuliga einfald. Læs resten





