Úr myndasavninum – Teir vóru okkara stóru ungdómsstjørnur

Havnarbáturin í 1960: Standandi f.v: Lorenz á Krákusteini, Gormur Justinussen, Frímund Sivertsen, Bjarni Djurhuus, Helgi Joensen og Axal Niclasen. Framman f.v: Árni Petersen, Sigmund Arge Gregoriussen, Jógvan Højsted, Jóhannes Niclasen og Eyðbjørn Hansen. (Mynd bókin Drekin)

Sjálvt um eg alt mítt ungdóms- og vaksnamannalív spældi hondbólt, høvdu vit ungu við Landavegina stóran áhuga í kappróðri, og tað havi eg enn. Vit búðu uppi við Landavegin, men okkara spæliplássið spenti víða, ja, heilt oman til sjóvarmálan. Heilt tíðliga komu vit um summarið at savnast um neystið hjá Havnar róðrarfelag. Pláss vóru bara fyri tveimum bátum í neystinum Havnarbátinum og Ørvi. Seinni var skúrur bygdur upp í neystið vestureftir, so Sílið kundi standa har. Stevnurnar um hetta mundið vóru bara fýra: Norðoyastevna, jóansøka, vestanstevna og ólavsøka. Myndin omanfyri er serlig, tí hetta er fyrsta manningin umborð á Havnarbátinum, sum eg minnist. Tá var eg tíggju ára gamal. Seinni kom eg at kenna fleiri av monnunum, og nú er fleiri farnir. Róðrarbúnin var hvít skjúrta og terlenbuksur við HR merkinum í bringuni. Seinni róðu teir í kovboybuksum, tí teir sótu fastari á bekkinum. Minnist ikki, at teir brúktu pútur at sita á. Rógvararnir vóru okkara stjørnur, eingin ivi um tað. Myndin er frá 1960, og tá var Wilhjólmur Jakobsen tollari formaður í Havnar róðrarfelag. Nevnast kann, at í neystinum var ikki brúsa og skiftingarrúm, so teir komu og fóru í somu klæðum. Minnist eisini, at vit ungu lógu framvið, tá teir vandu, tí tað kundi henda, at rógvari hevði forfall, so slapst tú at stýra, og róðursmaðurin róði. Áhugavert at síggja, at steypini eru ikki so stór sum nú. Tó so, tey vóru úr trítornað silvuri. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *