Stór kostnaðarmikil umvæling fer fram umborð á Ennibergi

Gomlu breidlaspølini standa á bryggjuni og nýggj eru farin umborð. (Mynd Vagnur)

Flakatrolarin Enniberg hevur ikki verið til fiskiskap í Barentshavinum í nýggja árinum, og ikki fyrr enn miðskeiðis í mars mánað verður loyst. Stór umvæling fer fram umborð á Ennibergi, tí øll frystiútgerðin skal skiftast. Eftir 1. januar 2018 er ikki loyvt at brúka evnið freon í frystiskipanini, tí evnið skaðar ozonlagið. Nýggja evnið rópa tey 65.7, sigur skiparin Sonny Johannesen. Eg hitti hann í telefonini, tá hann var ávegis til Elduvíkar, har tey eiga hús. – Gott og friðsælt pláss, har eg trívist væl, sigur Sonni.

Eg komi mest sum hvønn dag oman á Vestarubryggju, og nógv virksemi er umborð á Ennibergi. Nógv kemur í land og nógv fer umborð av nýggjum og gomlum tólum. Millum annað síggja vit fleiri eldri breidlaspøl á bryggjuni, sum eru skift út við nýggjari spøl. Hetta eru spøl, sum hiva trolið inn ella rættari sagt trolposarnar inn, tá teir koma at borði. Mortan Johannesen, reiðari, lat Enniberg bygga í 1990, og fyri trimum árum síðani fekk Enniberg nýggjan motor, Tá eg spyrji Sonna, hví teir ikki bara byggja nýggjan Enniberg, tí nú er hann jú 27 ára gamal, svarar Sonny soleiðis:

Sonny við tolini, sum stýra spølunum, tá teir skjóta trolið og tóva. (Mynd Vagnur)

– Fiskivinnuútlitini eru so vánalig í løtuni, at ikki er hugsingur um at byggja nýggjan bát. Tú kanst ikki byggja nýggjan Enniberg fyri 350 milliónir krónur, tá tú ikki veitst, um nøkur kvota er til bátin. Eg skilji púrt einki av fiskivinnupolitikkinum í løtuni, og vit nærkast skjótt 2018, tá øll fiskivinnulóggávan skal vera broytt. Ørkymlandi fyri okkum, sum fáast við fiskivinnu,

– Ja, Enniberg fekk nýggjan motor fyri trimum árum síðani, og nú eru breidlaspølini skift og frystaríið umvælt. Skipið er í góðum standa, og tá tú spyrt um skrokkin, so kann Enniberg gott sigla í minst 25 ár aftrat. Umborð er nógmikið av frystuorku, og vit kunnu frysta 35 tons um døgnið. Hetta er nógmikið, tí vit megna ikki at arbeiða meira undan, tá nógvur fiskur er. Annars frætti eg frá ymsum trolarum, at tað er ymist, hvussu nýggja fyrstievnið hilnast. Summir bátar kunnu frysta meira og summir eitt sindur minni, sigur Sonny.

At enda spyrji eg Sonna, hvat hann heldur um, at skúlanæmingarnar nú koma  oman í Saltsøluna at ganga í skúla. Hoyri hann flenna í telefonini: – Veit ikki, hvat teir siga, tá teir sita á bleytari pútu meðan vit landa og motorar og kranar larma, sigur Sonny. Enniberg skal eisini í dokkina á Skála, har botnurin skal smyrjast og zink klossar skiftast. Sonny situr sjálvur í skiparastólinum, tá Enniberg fer í Barentshavið um hálvan mars mánað. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply