Havi ikki áður sær so hjálparleysa VÍF verju – H71 var betra liðið

H71 hevði lætt spæl í VÍF verjuni,, sum var beinleiðis vánalig.

Í gjárkvøldið helt eg, at nú var tíðin komin at síggja toppliðini H71 og VÍF spæla dyst, tí eg havi ikki sæð hesi lið spælt tvey seinastu kappingarárini. Kringvarpið stroymaði dystin, so eg setti meg spentur við stóra telduskermin at hyggja. Sá hálvanannan dyst í sjónvarpi, tá U21 landsliðið vann kappingina í Føroyum, og tað eg sá, var frálíkt. Upplivilsið mikukvøldið frá dystinum í Hoyvíkshøllini skuldi gerast bæði gott og minni gott. Myndirnar vóru góðar frá dystinum, tó sóu vit ov sjáldan ella ikki máltalvuna. Dømingin var góð, tó helt eg, at VÍF fekk tvær bíligar útvísingar, og at H71 verjan sleppur dekan ov nógv við at halda og skumpa. Nú skal sigast, at eg sá bara fyrra hálvleik fyri síðani at lurta eftir seinna hálvleiki á Rás2. Í hálvleiksteðginum var mær púra greitt, at H71 fór at vinna dystin. Og orsøkin var ógvuliga einfald.

Fara vit fyrst til H71 liðini, so er tað mannað við ungum fótfimum ungum spælarum í heilt góðari venjing, Verjan er góð, og málverjin Ári Dam var flúgvandi frá byrjan, men misti flogið eftir korter. Jens á Skipagøtu kom í málið, men hann tók ikki nógvar bóltar í hvør ikki í fyrra hálvleiki. H71 spælir skjótan hondbólt við skjótálopunum sum eitt av størstu vápnunum. Verjan er frálík, men eg haldi, at dómararnir góvu miðverjuni dekan ov langan snór, tí summir spælarar sleppa at krøkja seg fastan í mótspælarar. Hetta verður dømt hart uttanlands.

Tórført er at meta, hvussu sterkt álopsspælið hjá H71, tí liðið fekk lætt spæl ímóti eini VÍF verju, sum eg ongantíð í míni hondbóltsleið havi sæð verri. Havi sæð nógv VÍF lið í meira enn hálvthundrað ár, og í gjár sá eg botnin. VÍF venjarin Ingi Olsen er frálíkur venjari, men í gjárkvøldið sá eg frá fyrsta bríksli, at VÍF fór at tapa dystin. Verjan var orsøkini, og tá skulu vit minnast til, at aftanfyri VÍF verjuna stendur Føroya besti málverji Mladin. Tað var hann, sum megnaði at fáa VÍF inn aftur í dystin eftir støðan 7-2 til H71 eftir tíggju minuttir. H71 kundi tað sama hesa løtuna verið á odda 12-2, tí Mladin bjargaði ferð eftir ferð 100 % H71 málmøguleikum, har teir “spaseraðu” gjøgnum vánaligu VÍF verjuna.

Áki Egilsnes skjeyt átta mál. Frálíkur spælari, men sýnist ikki at vera í toppvenjing.

Hvat var nú galið við VÍF verjuni?. Jú, teir høvdu valt at verja langt frammi á vølli serliga í vinstru verjusíðu. Mistakið var, at tá menn í vinstru síðu fóru fram at verja, komu teir ikki innaftur í verjuna, tá H71 spældi bóltin yvir í hina síðuna. Har vóru eingir VÍF spælarar at bakka upp, og mangan kom einsamallur VÍF verjuspælari at standa við H71 álopsspælara, sum fótfimur fór framvið, og so var bara Mladin eftir. Ófatuliga ótaktiskur verjutaktikkur, má eg siga.

Tá tað er sagt, so gjørdi H71 sær eisini dalt av, at summir VÍF spælarar koma ov seint aftur at verja. Álopið hjá VÍF við Filip Jojic og Áka Egilsnes á odda sum málskjúttar var einki at finnast at, tó helt eg, at mátin teir brúka linjuspælaran kundi verið betur. Linjuspælarin flagsaði nakað nógv heldur at liggja og bíða tá H71 spælarar fara út í skjúttarnar. Hugaligt at síggja aftur Agnar Joensen og Sámal Joensen. Agnar kom vøllin á skeyt trý mál á linjuni, men Sámal  hevði tað ikki gott í miðverjuni, tá aðrari VÍF spælarar liggja so langt úti á vølli.

H71 vann uppiborið fyrra hálvleik, og tað gjørdist mær greitt longu fyrst í dystinum, at liðið vann dystin. Borðreiðir VÍF venjararnir við somu verju í Vestmanna, so spælir H71 steypafinaludystin. So einfalt er tað. Torført er at sammeta undanfarin lið við liðini, sum spæla í dag. Men eingin ivi er um, at nógvir spælarar venja nú so nógva styrkivenjing og venja annars meira, at teir eru væl fyri. Men tað, eg sá í fyrra hálvleiki í gjár, sigur mær, at føroyskur hondbóltur í bestu mansdeild ikki batnaður seinnu árini. Vil siga kanska stendur í stað. Liðini standa framvegis og falla við fáum spælarum. Filip Jojic og Áka Egilsnes hjá VÍF og kanska tveimum aftrat, og so Peter Krogh og Pætur Thomsen og tveimum spælarum aftrat hjá H71. Viðbrekin føroysk topplið.

Ì seinna hálvleiki lá eg á softuni á loysti krossorðagátur, meðan eg lurtaði eftir Rás2. Sum teir eru frálíkir Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge. Spenanndi frásagnir, har teir skiftu millum Hoyvíkshøllina og Háls. Tit eru óførir niðri í Vágsbotni, og so er frálíkt, at Kringvarpið stroymar hondbóltsdystir. Jú, hondbóltsupplivilsið hjá mær mikukvøldið var bara heilt gott. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *