Nakrar hugleiðingar um B36, HB og áskoðarar til dystirnar

Áskoðaratalið í Gundadali er minkað niður um eina helvt seinnu árini.

Um dagarnar hevur Havnar bóltfelag valt nýggja formann, har felagið fríggjadagin skipaði fyri tíðindafundi. Áhugavert at hoyra frá fundinum. Formaðurin segði millum annað, at stóra takið hjá felagnum er at fáa áskoðaran aftur í HB skýlið. Átøk skulu gerast. Feløgini B36 og HB eru stór gomul ítróttafeløg í Havn við nógvum ungdómum. Men fyri meg er óskiljandi, at hesi feløg eru noydd at útvega sær útlendskan styrk og spælarar úr øðrum feløgum, tá ungdómsdeildirnar eru stórar við nógvum spælarum. Okkurt má vera spinnandi galið. 

Tú kanska spyrja, hvussu ber til, at hesi bæði feløgini ikki megna at manna síni bestu lið bara við egnum spælarum, sum gjørt var fyri ikki so nógvum árum síðani. Ein HB venjari segði mær, at seinasta summar kundi felagið mannað tólv U14 dreinjalið, og í dreingjum U8 og U10 ár vóru fleiri enn hundrað dreingir. Sjálvur havi eg mína meining, hví áskoðaratalið minkar í feløgum.

Eg spurdi annan eldri HB-ara, hvat er galið í HB, tá áskoðarin rýmir úr HB skýlinum. Hann segði nakað soleiðis: – Seinnu árini er alt ov nógv útskifting farin fram á besta mansliði. Útlendingar og spælarar úr øðrum feløgum koma í HB, og HB áskoðarin kemur ikki at kenna hesar spælarar, tí kanska tvey ár seinni, er HB manningin ein heilt onnur, tí spælarar eru farnir av liðnum. Tað sýnist eisini, at fleiri ungir HB spælarar, sum koma á besta liðið, steðga upp og gerast ikki nóg góðir. Her dugir B36 nógv betri at geva ungum spælarum møguleikan, sum vaksa við uppgávuni og gerast frálíkir spælarar.

– Ja, so gjørdi HB størsta brølaran í søgu felagsins í 2013, tá felagið segði upp venjaran Oddbjørn, eftir at hann hevði vunnið felagnum meistaraheitið. Tá gjørdist nógv HB-viðhaldsfólk í øðini, tí tú sigur ikki upp ein venjara, sum júst hevur vunnið meistaraheitið. Skal HB koma aftur á toppin, og fólk skulu koma aftur í HB-skýlið, so má meginparturin av spælarunum vera uppvaksnir í felagnum. Ja, so skal liðið sjálvandi spæla góðan fótbólt og vinna dystir.

– So má eg líka leggja aftrat, at ein høvuðsorsøk um vánaligu áskoðaragongdina er, at fjarstøðan millum spælaran og áskoðaran er í mongum førum blivin alt ov stór. Áður høvdu vit tildømis stórar HB familjur, har familjur fór mansterk frá húsum at hyggja at HB, men tá fáir uppaldir spælarar í HB eru á liðnum, so fánar henda felagskenslan burtur. HB má tola at geva egnum spælarum møguleikanar, sigur HB-arin mær at enda.

Sjálvur haldi eg, at føroyingar líða framvegis av orðunum: Bara lúsin útlendsk er. Feløgini keypa mangan útlendskar spælarar, sum slett ikki eru góður nokk fyri upphæddirnar, teir fáa, í staðin fyri at lata egnar ungar spælarar sleppa framat og geva teimum góðan sáttmála. NSÍ dugir hetta ómetaliga væl. Feløg hava ikki tol at bíða, til spælarin mennast, ja, og gongst ikki eftir vild eina tíð, so fær venjarin mangan fótin. Soleiðis melur kvørnin.

Haldi eisini, at stórur munur er á HB og B36, tá talan er um áskoðaran. Havi altíð hoyrt, at HB áskoðarin er nógv meira kritiskur enn B36 áskoðarin. Orsøkin er uttan iva, at HB hevur vunnið nógv fleiri meistaraheiti gjøgnum tíðirnar, at HB-áskoðarin er vorðin forvandur, Hann góðtekur slett ikki, at HB tildømis gerst nummar fimm í kappingini. Meðan nógvir áskoðarar vóru til allar heimadystirnar hjá B36 í fjør, og skýlið fult, so vóru fáir áskoðarar til nógvar av heimadystunum hjá HB.

Sjálvandi skal eisini við í myndina um áskoðaran, at nú spæla bestu mansliðini 27 dystir, og fleiri av dystunum siga áskoðarunum ikki so nógv. Teir koma í Gundadal, tá dystur er millum HB og B36 og til dystir ímóti toppliðunum. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply