
Mynd frá 1962 standandi fra vinstru: Kartni Winther (1914-2012, Niels Hallgrím Rein róptur Haggi ( 1911-1984), Trygvi Restorff (1920-2004), Arnold Ludvig (1915-1985), Einar Mikkelsen (1917-1999), Hans Johannes Clementsen (1917-1997), Debes Christiansen (1912-2000), Erling Christiansen (1920-1981), Sven Skarðhamar (1913-1996), Johannes Nicolajsen (1924-1983), Jóhan Petur Dam (1922-1991), Bogi Winther (1921-2007), Charles Bærentsen (1909-1983) og Torstein Askham, sum tíverri ikki er á myndin, men aðrari mynd í greinini.
Miðraðið frá vinstru. Á stólinum situr Archbald Askham (1916-1998), síðani Holgar Bærentsen (1905-1975), Vilhelm Hansen róptur Villi (1904-1992), Thomas Jul Askam róptur Ullaba (1904-1983), Jógvan Mittún (1903-1992), Sverri Mortensen (1906-1979), Erik Mohr (1886-1969), Sámal Christiansen (1881-1974), Símun Askham (1896-1967), Eyðálvur Mikkelsen (1926-2007) og Albin Bærentsen (1898-1980)
Fremst frá vinstru: Cristian Mittún (1906-1983), Frants Mortensen (1937-2001), Knút Lützen (1935-1980), Christian Christiansen, Olaf Ludvig (1938-2019), Torbein Rein (1940-2009) og Jacob Lützen (1930-1998)
Serlig kensla at hugleiða um mynd frá 1962 av monnum, sum allir eru uppvaksnir við Landavegin ella høvdu nært tilknýti til Landavegin. Eri komin fram á áhugaverdar myndir frá veitsluni, myndir, sum mammubeiggin Debes Christiansen átti. Trygvi Restorff skipaði fyri veitsluni í matstovuni IRIS, sum um hetta mundið helt til í postmeistarhúsunum við Landavegin. Thomasia rópt Masa og maðurin Oddvaldur Ørvarodd høvdu matstovuna.
Kenni meira og minni hvønn mann á myndini, og tú kundi skrivað bókling um lívsleiðina hjá hesum monnum, sum var so ymisk. Trygvi hevur uttan iva sett aldarsmarkið til tjúgu ár, tí tá hevði tú valrætt og kundi bíleggja rúsdrekka úr útlondum. Undrunarvert, at tað eydnaðist Trygva at savna saman so nógvar menn. Har eru millum annað jú fýra Askham menn, tríggir Bærentsen brøður, Mikkelsen, Mittún, Lützen brøður, feðgar og systkinabørn. Læs resten →