Jákup Andreas Arge róptur Jampan laðaði fyrstu gróthúsini

Jákup Andreas Arge laðaði sær vøkru gróthúsini í 1883, har hann búði við familjuni. Ingibjørg Lützen eigur húsini, og har búgva Ingibjørg og Absalon Hansen. Ingibjørg sigur mær, at tá hon yvirtók húsini, var alt gjørt úr nýggjum innan. Grótið fer ongan veg, men fugurnar millum steinarnir slítast av veðri og mugu onkuntíð umvælast, sigur Ingibjørg. (Mynd Vagnur)

Tá vit vóru ung við Landavegin, høvdu vit stór spælipláss, sum strektu seg frá okkum oman Debesartrøð, sjóvarmálan við Skálatrøð, Vestaru bryggju, Skipasmiðjuna, Álaker og út í Sandagerð. Vit vóru útibørn og komu einans í lítla sovukamarið, tá vit skuldu sova. Minnst, at niðri í Rættará stóðu vøkur laðað gróthús, sum líktust í sniði eins húsum í Doktar Jacobsensgøtu og Kommunuskúlanum/Býráðshúsnum á Vaglinum. Vit hoyrdu, at ein Arge hevði staðið fyri arbeiðinum men ikki meira enn tað

Lesi í løtuni áhugaverdu bókina Úr Vágs søgu frá 1977 eftir Poul Andeasen. Kom fram á navnið Mourits Joensen í Toftalíð á Marknoyri, sum var lærlingur hjá Jákup Andreas Arge róptur Jampan grótlaðari úr Havn. Hann bygdi húsini hjá Mariusi í Vági. Gjørdist forvitin, tí hesin Jákup Andreas Arge bygdi jú fleiri søguligar bygningar í Havn, sum eru laðaðir upp við gróti. Læs resten

Hønan dugir betur enn dunnan at ansa dunnuungunum (e)

Áhugavert at síggja hønuna ansa dunnuungunum. (Mynd Vagnur)

Nú heldur onkur, at Vagnur er vorðin í ørviti á heimasíðuni, men alt er við tað gamla. Eg var komin hartil, at tað gerst alt ov snævurt bara at skriva um hondbólt. Tí ætli eg mær umframt ítrótt eisini at leggja annað áhugavert tilfar á heimasíðuna. Kanska kann hetta víðka um sjónarringin hjá heimasíðulesarum. Læs resten

Úr myndasavninum – Neistakvinnur og kyndilskvinnur á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli í 1981

Neistakvinnur og kyndilskvinnur í 1981: St.f.v: Ingibjørg Andreasen, Dagmar Hansen, Elsa Horn, Olga Frederiksen, Karin Joensen, Gunnbjørg Rubeksen, Anna Dalsgarð, Sólrun Klein, Martha Hansen og Hildibjørg Wiehe. Húkandi f.v: Jutta Poulsen, Duddan Thomsen, Margit Poulsen, Malvina á Dunga, Elsa Patursson, Ella Gaard Hansen, Sølvá Nolsøe og Hilda Lamba. (Mynd Evald Larsen)

Stuttligt at síggja myndina av “old girls” kvinnunum, sum Evald Larsen tók á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli. Hetta var í 1981. Tú minnist aftur kvinnurnar, sum stríddust á grúsvøllinum í Gundadali. Neistakvinnur høvdu vunnið fleiri meistaraheiti í 50-árunum, men nú fór fram ættarskifti á neistaliðnum, og liðið var ikki nóg gott at enduvinna meistaraheitið. Í 1960, 1961 og 1962 vann Søljan úr Sandavági, í 1963 VÍF, í 1964 Kyndil, í 1965 Søljan, Neistin í 1966 og 1967 og VÍF í 1968. Læs resten

Úr myndasavninum – Ógloymandi hondbóltsferð í Íslandi í 1957

Manningin á Íslandsferðini í 1957. Fr.v: Jastrid Hansen, VÍF, Mona Simonsen, Søljan, Jenny Simonsen, Søljan, Elita Falkvard, Søljan, Kristina Dam, VÍF, Sigurd Petersen, venjari, Malvina á Dunga, Neistin, Hjalma Simonsen, Søljan, Lisbeth Johannessen, VÍF, Sylvia Djurhuus, Søljan, Anna Petersen, VÍF og Johild Djurhuus, VÍF.

Søljan í bestu kvinnudeildini hevur vunnið FM-heitið fimm ferðir. Í 1957, 1959, 1960 og 1961 og í 1965. Tá ið eg fekk eina mynd sendandi úr Vestmanna av samansettum kvinnuliði úr Søljuni, VÍF og einum neistamálverja, fór eg at kanna nærri upprunan til myndina. Vakra myndin frá 1957 er av samansetta liðnum júst afturkomin av hondbóltsferð í Íslandi. Eftir at hava spurt meg fyri hjá ymiskum, endaði eg í heiminum hjá Sylviu Djurhuus, sum saman við Malvinu á Dunga var málverji á Íslandsferðini. Og Sylvia sigur soleiðis um ógloymand Íslandsferðina í 1957: (Skrivað í 2015) Læs resten

8-mannafarið Oyndri rendi á ólavsøku 1982 á bryggjuna og vann FM-heitið

Oyndri vinnur meistaraheitið í 1976. Aftara rað frá vinstru: Hilmar Petersen, Sigtór Andreasen, Petur H. Gaard og Elibert Kerá. Fremra rað frá vinstru: Hjørleif Gaard, Súni Abrahamsen, Marni Gaard, Jónhard Gaard og Atli Johannesen. (Myndaeigari: Súni Abrahamsen)

Nú, vit fara inn í jólamánaðin, liggur føroyski kappróðurin enn í dvala. Mær hevur altíð dámað væl at skrivað um føroyska kappróðrarsøgu. Lítið skal til, so gerist eg forvitin. Havi júst lisið og kagað í bókina Úr Oyndafjarðar søgu, sum Freydis Poulsen skrivaði og gav út í 2004. Seinast í bókini er søgulig mynd frá 1976 av manningini umborð á 8-mannafarinum Oyndra. Ja, hetta minniliga snotuliga 8-mannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði oyndfirðingum, og sum veruliga gjørdi um seg frá 1975 og langt upp í 1980-árini. Báturin vann nógvar róðrar og fleiri meistaraheiti. Havi hitt Hjørleif Gaard, sum í 1976 róði við Oyndra. Og hann sigur. Læs resten

Úr myndasavninum – Við Skansan fyri hálvthundrað árum síðani

Myndin er tikin á ólavsøku í 1967. (Mynd: Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Myndin er tikin á ólavsøku í 1967. (Mynd: Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Myndin omanfyri frá 1967 er áhugaverd fyri meg, tí júst í 1967 fór eg í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, sum hevði verkstað, har Smyril Line nú heldur til. Frálíka myndin sigur nógv fyri okkum, sum eru kent við alt har á leiðini. Parkeringin er áhugaverd, bilsniðini og allar súkklurnar, barakkirnar og ikki minst Turkihúsið hjá Carl á Lag hevur sína søgu. Læs resten

Úr myndasavninum – Teir vóru okkara stóru stjørnur

Fótbóltslandsliðið í 1961. St.f: Torstein Magnussen, B36, Pauli Nolsøe, TB, Brynjer Gregoriussen, HB, Eivind Dam, HB, Oddmar Færø, B36, Steinbjørn Jacobsen, KÍ, Magnus Kjælnes, KÍ og Arne Nolsøe, TB. Fremst f.v: Jákup Luth Joensen, HB, Peter Sigurd Rasmussen, HB og Tórður Holm, B36. (Mynd: Ásmundur Poulsen tók myndina í Gundadali)

Í eldri myndabók eigi eg landsliðsmynd frá 1961, sum Ásmundur Poulsen, sáli, tók. – Hví er henda myndin endað í míni myndabók, hugsaði eg. Jú, tá í tíðini kundi tú keypa ymsar myndir frá myndafólkum, sum vístu myndir fram í sýnisgluggum. – Sjálvandi vildu vit sum ellivu ára gamlir eiga mynd av landsliðsspælarum í fótbólti, sum vóru okkara stjørnur. Tá vóru eingi landslið í hondbólti, flogbólti ella øðrum ítróttagreinum. Eg ringdi tá til Peter Sigurd Rasmussen, sum er málmaðurin á landsliðsmyndini, og hann segði tá við heimasíðuna soleiðis: Læs resten

Hellurnar eru av yngstu bygdunum í Føroyum – nú búgva einans tólv fólk í bygdini

Partur av húsunum sigst vera fyrsta bygda húsið í bygdini fyri 170 árunum síðani. (Mynd bókin)

Havi seinnu nógvu árini havt áhuga í bygdasøgum, sum eru skrivaðar nógvar um landið. Kom fram á forvitnisligu bókina Hellurnar – ein niðursetubygd, sum Helena Samuelsen skrivaði í 1999 í sambandi við, at bygdin fylti 150 ár.

Helena traðkaði sínu fyrstu barnaár á Hellunum, tá familjan so flutti til Fuglafjarðar. Eftir at bókin var lisin, gekk leiðin í vikuni til Hellurnar til tess at forvitnast, hvat tú hevði lisið um og sæð á nógvu frálíku myndunum í bókini. Hevði bara einaferð áður verið á Hellunum fyri nú nógvum árum síðani. Løtan á Hellunum gjørdist hugtakandi og áhugaverd. Læs resten

Úr myndasavninum – nakrar hugleiðingar um mynd frá 1958

Christian Holm Jacobsen tók frálíku myndina í 1958.

Steðgið júst á við myndina omanfyri, og tankarnir og minnini reika beinanvegin. Eri uppvaksin við Landavegin, og so skjótt tú fekst eygu á jólum 1949 og var smádrongur í 1950 – árunum, so víðkaðist sjónarringurin eisini oman í Vágsbotn. Minnist heilt væl júst myndina, tá Reynir, Tróndur ella Sigmundur lógu við bryggju í Vágsbotni. Rubek var avgreiðslumaðurin, sum vit øll kendu. Myndin er heilt serlig, tí vit síggjast ferðafólk og ymsar vørur hvørt um annað umborð á bátinum.

Har eru millum annað ferðafólk, ølkassar, oljutunnur, hegnsteyrar, mjólkadunkar, kolasekkir og annað á dekkinum. Í 1958 kundi tú ikki koyra til Vestmannar ella Kollafjarðar, tí oyggjarvegurin var ikki samanbundin fyrr á sumri 1966. Vit vitjaðu mangan í Kollafirði, har ein mammubeiggi okkara búði, og tá var siglt við mjólkabátunum fyrst til Kalbak og síðani til Sjógv í Kollafirði. Á myndini sæst so mangt annað enn mjólkabáturin. Súkklan, barnavognurin og ikki minst bilurin FØ 100 er eisini áhugaverdur. Hagtølini siga, at í 1950 búðu 560o fólk í Havn og 31.781 fólk í Føroyum. Í 1960 vóru skrásett 1023 akfør í Føroyum, ja, nú er bilatalið farið upp um 30.000 bilar. Hugaligt at hugsa um og at minnast aftur á. (Vagnur)