
So er spurningurin, um VÍF kann fáa verjuna at rigga í Hoyvíkshøllini leygardagin. Sambært hagtølinum hevur H71 gott tak á VÍF.
Kuril kom seinnapartin á altnótina hjá Føroya Tele, tí fekk eg ikki dómaraseðlarnar fyrr en nú um átta/níggju tíðina. Næstseinasta umfar í kappingini var sum so ikki spennandi, tá vit hugsa um FM-finalurnar. Framvegis bíða vit eftir “undanfinaludystinum” millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini leygardagin, so vit finna seinna FM-finaluliðið. H71 hevði í dag ráð at tapa fyri StÍF, sum bleiv ein tættur dystur, og sum H71at enda vann við trimum málum. Fara vit fyrst til dystin millum H71 og StÍF, so var fyrri hálvleikur ótrúliga javnar, har ongantíð var meira enn eitt og tvey mál á muni og við nógvum javnleikur 4-4, 6-6, 9-9 og 11-11. Læs resten








