StÍF-VB 25-35(14-14) VÍF/Tjaldur-Neistin 24-29(12-13) Barbara Brauer skadd í Vestmanna

Gurið skeyt tíggju má lá Skála.

Gurið Mortensen skeyt tíggju má lá Skála.

Tveir kvinnudystir vóru spældir seinnapartin, men ikki var tann stóri spenningur um dystirnar, tí einki lið flytir niður, og Neistin og Kyndil spæla FM-finalurnar.

VÍF/Tjaldur og Neistin spældi í Vestmanna og StÍF og VB á Skála. Men fyrst til dystin á Skála millum StÍF og VB, har javnleikur 14-14 var við hálvleik, men VB rann StÍF um koll í seinna hálvleiki.

Eftir dystin spurdi eg Gurið Mortensen, hvussu tað ber til, at VB í vetur hevur verið so óstøðugt, tí manningin er til nógv fleiri stig á stigtalvuni. Serliga í fyrru hálvu í kappingini misti VB týdningarmikil stig á heimavølli.

– Tað er púra rætt, at VB lið hevur alt ov góða manning ikki at vera longri upp á stigtalvuni. Ein av orsøkunum er, at fleiri spælarar á liðnum halda ikki støðið allar dystirnar.

Er ein spælari burtur úr spælinum í einum dysti, so er onkur annar spælari burtur í næsta dysti. Sjáldan, at allar spælararnir spæla væl í sama dysti, tí mistu vit millum annað nógv stig serliga á heimavølli í fyrru hálvu, sum vit sjálvandi áttu at vunnið, um vit ætlaðu okkum at vera millum fremstu liðini.

– Ein onnur orsøk er, at umstøðurnar hjá VB at venja eru slett ikki nóg góðar, tí millum annað hevur spælari verið norðanfjørðs í starvsvenjing í tvey long tíðarbil, og spælari býr eisini í Havn. Tí eru vit fáar til venjing fyrst í vikuni, meðan vit royna at savnast allar hóskvøld til venjing. Hetta eru ikki bestu umstøðurnar hjá liði, sum frá byrjan ætlar sær at vera millum bestu liðini, sigur Gurið í stuttari viðmerking av Skála.

Sum áður sagt var fyrri hálvleikur javnur, og eftir fimm minuttir er javnleikur 5-5. Tjúgu minuttir spældir og 10-9 til VB, og hálvleiksstøðan 14-14.

Í seinna hálvleiki setir VB meira ferð á spælið og dregur skjótt frá StÍF. Tíggju minuttir spældir av seinna hálvleiki, og VB á odda 21-17. Tjúgu minuttir spældir og VB á odda 27-22, og VB vinnur tryggan sigur 35-25. (Vagnur) 

VÍF/Tjaldur-Neistin 24-29 (12-13) Barbara Brauer skadd í Vestmanna

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 5, Paula Høgnesen 5, Birna Tummasardóttir 4, Erla Petersen 4, Bára Berthelsen 3, Irena Dama 2, Súnfríð Johansen 1 og Rebekka Poulsen 1

Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 10, Helga Eyðunsdóttir 5, Mirijana Trbojevic 5, Rannvá Johannessen 4, Tamara Radic 4, Bára Mortensen 3, Rúna Jacobsen 3 og Andrea Nielsen 1 

Barbara (nr7) spældi ikki seinna hálvleiki vegna skaða. (Mynd Álvur)

Barbara (nr7) spældi ikki í seinna hálvleiki vegna skaða. (Mynd Álvur)

Úr Vestmanna frætti eg, at tey sóu ein góðan javnan fyrra hálvleik, har ongantíð var meira enn eitt tvey mál á muni. Í seinna hálvleiki var VÍF/Tjaldur á einaferð odda 20-18, men so skeyt liðið bara tvey mál í tólv minuttir, og so kundi Neistin leggja seg trygt á odda 27-22, tá ið fimm minuttir vóru eftir at spæla. Neistakvinnur vunnu dystin 29-24.

Leikgongdin var annars í stuttum henda: Tíggju minuttir spældir og 5-4 til VÍF/Tjaldur. Tjúgu minuttir spældir og 10-8 til Neistan, men fimm minuttir seinni er javnleikur 12-11 til Neistan. Hálvleikstøðan 13-12 til Neistin.

Í seinna hálvleiki er longu javnleikur 16-16, tá ið seks minuttir eru spældir. Seytjan minuttir spældir og javnleikur 21-21, men so gongst illa hjá VÍF/Tjaldur rúma løtu at fáa mál, og tí vinnur Neistin dystin. Tríggjar minuttir fyri dystarlok er støðan er støðan 27-24, og Neistin fær tvey mál aftrat til endaliga støðuna 29-24.

Úr Vestmanna frættist, at Barbara Brauer spældi ikki í seinna hálvleikin, tí hon fekk skaða í annan armin. Nú er so spennandi at frætta, hvussu stórur skaðin er, men man hon ikki vera til reiðar at spæla FM-finalurnar ímóti Kyndli? (Vagnur)

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 11, Adina Petrea 8, Annika Patti 2, Tóra Seloy 1, Halla Djurhuus 1 og Amanda Kristensen 1

Málskjúttar Neistans: Nicoleta R. Hansen 8, Barbara Brauer 6, Bára Hansen 4, Jacklin Durhuus 4, Birita Jacobsen 2, Marjun Danberg 2, Eir Berg 1, Unnur Danielsen 1 og Rakul Augustinussen 1

Dómarar: Kári Hansen og Karstin Joensen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 18 566 418 148 36
2 Kyndil 19 435 427 8 23
3 VÍF/Tjaldur 19 463 484 -21 19
4 VB 19 461 484 -23 13
5 StÍF 18 437 507 -70 10
6 Stjørnan 17 386 428 -42 9

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *