Nú eru bara tvey umfør eftir í bestu mansdeild í grundspælinum, og tá hava øll liðini spælt tjúgu dystir. Næstaseinasta umfar verður spælt sunnudagin 14. apríl og seinasta umfar spælt leygardagin 20. apríl. Í dag vóru tríggir dystir spældir og bara ein av dystunum hevði serligan týdning, og tað var dysturin í Vestmanna millum VÍF og Neistan. VÍF er í kapping við H71 um at koma í FM-finalurnar at spæla ímóti KÍF, og tað eru júst H71 og VÍF, sum skulu spæla hvør ímóti øðrum í Hoyvíkshøllini leygardagin 20. apríl.
Men áðrenn hesa semifinalu, kunnu vit siga, H71 skal fyrst spæla ímóti StÍF í Hoyvíkshøllini sunnudagin klokkan 16.00, tá ið VÍF um somu tíð spælir ímóti Team Klaksvík í Vestmanna. VÍF skal vinna á Team Klaksvík til tess at varðveita møguleikin at koma í FM-finalurnar, men H71 kann gott tapa fyri StÍF og framvegis koma í FM-finalurnar. H71 skal tó bara vinna á VÍF, tí H71 er í løtuni eitt stig framman fyri VÍF nú tvey umfør eru eftir.
Torført er at siga so nógv um dystirnar í dag, tí hvat leggja vit í, at KÍF tapur fyri StÍF á Skála, VÍF vinnur við tógvið stríð á Neistanum í Vestmanna, og Kyndil vinnur sum væntað á Team Klaksvík í Havn. Eg havi alla tíðina hildið, at sjálvt um KÍF er klárt á odda í deildini, so er KÍF at tosa við, um tað so verður H71 ella VÍF, sum spælast skal ímóti. Øll liðini standa og falla við heilt fáum spælarum, tí er tildømis Bogdan Florea hjá H71 ikki í topp, so fánar H71 liðið heilt nógv.
Og sambært bæði Rás2 og Henrik Gerster VÍF venjara í dag, so fær VÍF ikki verjuna at rigga, og tað er framvegis Filip Jojic, sum heldur VÍF inni í FM-finaludreyminum. Fólk haldi, at KÍF er fánað nakað seinastu dystirnar, men so er spurningur, hvat vit skulu leggja í tað. Kanska tekur KÍF sær av løttum í løtuni, áðrenn liðið fyrireikar seg til veruliga endabrestin í FM-finalunum. KÍF hevur tó áður verið klárt á odda í kappingini og er snávað í FM-finalunum. Eingin ivi er um, at KÍF hevur verið besta og støðugsta liðið vetur.
Eg haldi ikki, eg skrivi meiri fyribils, tí øll manskappingin stendur og fellur við dystinum í Hoyvíkshøllini leygardagin klokkan 16.00, tá ið H71 og VÍF spæla um seinna finaluplássið. Fyribils kunnu vit bara bíða og gita (Vagnur)
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 9, Agnar Joensen 8, Magnur Müller 5, Regin Joensen 4, Sámal Jákup Djurhuus 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Andrias Eriksen 2 og Bárður Brimvík 1
Málskjúttar Neistans: Sjúrður Thomassen 9, Jugoslav Djumic 9, Beinir í Ólavstovu 4, Andras Joensen 4, Teitur Magnusson 3, Torstein Balle 2 og Terji Mørk 1
Dómarar: Kári Hansen og Karstin Joensen
Málskjúttar StÍF: Marius Joensen 9, Pætur Joensen 9, Sveinur Justinussen 4, Jógvan Joensen 4, Allan Norðberg 3, Borgar Danielsen 3, Steinar Prestá 1 og Fríði Djurhuus 1
Málskjúttar KÍF: Rúni Joensen 7, Teitur Joensen 5, Hans Eli Sigurdbjørnsson 4, Poul Finnur Egholm 3, Regin Petersen 2, Fríði Weihe 2, Tony Weihe 1 og Rógvi Weihe 1
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Málskjúttar Kyndils: Rógvi Dahl Christiansen 10, Finnur Hansson 9, Ludvík Súnason 5, Andrias Sólsker 4, Høgni Klein Olsen 4, Hans Áki Dal Christiansen 2 og Frank Askilsen 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Zarko Pejovic 8, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Beinur Heðinsson 4, Dánjal Kjærbø 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Súni Clementsen 1, Einar Dam 1 og Beinir Johannesen 1
Dómarar: Heri Petersen og Daniel Rapa
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 22 | 642 | 504 | 138 | 35 |
| 2 | H71 | 22 | 587 | 525 | 62 | 29 |
| 3 | VÍF | 22 | 631 | 563 | 68 | 28 |
| 4 | StÍF | 23 | 571 | 540 | 31 | 25 |
| 5 | Kyndil | 23 | 596 | 595 | 1 | 23 |
| 6 | Neistin | 22 | 533 | 572 | -39 | 16 |
| 7 | Team Klaksvík | 22 | 457 | 718 | -261 | 0 |
