
So er spurningurin, um VÍF kann fáa verjuna at rigga í Hoyvíkshøllini leygardagin. Sambært hagtølinum hevur H71 gott tak á VÍF.
Kuril kom seinnapartin á altnótina hjá Føroya Tele, tí fekk eg ikki dómaraseðlarnar fyrr en nú um átta/níggju tíðina. Næstseinasta umfar í kappingini var sum so ikki spennandi, tá vit hugsa um FM-finalurnar. Framvegis bíða vit eftir “undanfinaludystinum” millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini leygardagin, so vit finna seinna FM-finaluliðið. H71 hevði í dag ráð at tapa fyri StÍF, sum bleiv ein tættur dystur, og sum H71at enda vann við trimum málum. Fara vit fyrst til dystin millum H71 og StÍF, so var fyrri hálvleikur ótrúliga javnar, har ongantíð var meira enn eitt og tvey mál á muni og við nógvum javnleikur 4-4, 6-6, 9-9 og 11-11.
H71 vann fyrra hálvleik 12-11. Í seinna hálvleiki var javnleikur 14-14 fyrstu minuttirnar, men so smoygdi H71 sær fram um við einum tveimum málum, men tá ið tríggir minuttir vóru eftir at spæla, var H71 á odda 27-26, men tá fekk StÍF eina útvísing, og H71 fekk trý skjót mál og vann dystin 30-27.
Í Vestmanna vóru fólk vitni til eina av teimum málríku dystunum. Løgið, at VÍF ikki megnar at halda Team Klaksvík frá at skjóta 34 mál, tá ið vit hugsa um dystin leygardagin ímóti H71. VÍF vinnur ikki dystin ímóti H71, um liðið ikki fær betra um verjupartin, sum ikki hevur riggað nóg væl í allan vetur. Dysturin var annars javnur fyrstu tjúgu minuttirnar, tá ið VÍF var á odda 14-12, men so steðgaði upp hjá Team Klaksvík, og hálvleikstøðan gjørdist 21-14 til VÍF.
Team Klaksvík spældi heilt væl fyrst í seinna hálvleiki og kom til støðuna 23-20 til VÍF, men so dragnaði aftur, og frástøðan var fimm, seks og sjey mál til dystarenda. 39-34 gjørdist úrslitið í málríka dystinum, sum ikki sigur nakað um, hvussu fer at ganga hjá VÍF leygardagin í Hoyvíkshøllini leygardagin.
Í Havn haltaði Neistin eftir KÍF allan fyrra hálvleik við tveimum, trimum og fýra málum, men einaferð í seinna hálvleiki fær Neistin næsta fatur aftur í KÍF, tá ið tjúgu minuttir eru spældir. Støðan er tá 26-22, og hesin munur heldur sær til dystarenda. KÍF vinnur 31-27, sum heldur einki sigur nakað um, hvussu KÍF fer at klára seg ímóti H71 ella VÍF í FM-finalunum. Nú bíða vit til leygardagin, tá ið H71 og VÍF spæla í Hoyvíkshøllini, og seinna FM-finalu liðið er funnið. (Vagnur)
Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 12, Rógvi Sørensen 7, Bogi G. Davidsen 4, Hans Kári Hansen 3, Bogdan Florea 2, Sigmundur í Dali 1 og Tróndur Arge 1
Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 9, Marius Joensen 6, Allan Norðberg 4, Pætur Joensen 3, Jógvan G. Joensen, Anfinnur Joensen 2 og Fríði R. Djurhuus 1
Dómarar: Thomas Juul Thomasen og Karstin Joensen
Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 8, Teitur Magnusson 7, Herbjørn Lava 4, Terji Mørk 3, Sjúrður Thomassen 2, Torstein Balle 2 og Andras Joensen 1
Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weihe 4, Andrias Nielsen 3, Regin Petersen 3, Rúni Joensen 3, Poul Finnur Egholm 2, Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 1 og Tony Weihe 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 7, Joen Pauli Høgnesen 5, Andrias Eriksen 5, Hanus Christophersen 5, Magnus Müller 3, Regin Joensen 3, Agnar Joensen 3, Sjúrður Nielsen 2, Rasmus Junker 2, Sjúrður Poulsen 2, Sámal Joensen 1 og Sámal Jákup Djurhuus 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 10, Dánjal Kjærbo 9, Zarko Mejevic 8, Beinur Heðinsson 5, Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen 1 og Vilhelm Vilhelmsen 1
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 23 | 669 | 535 | 134 | 37 |
| 2 | H71 | 23 | 617 | 552 | 65 | 31 |
| 3 | VÍF | 23 | 670 | 597 | 73 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 23 | 596 | 595 | 1 | 23 |
| 6 | Neistin | 23 | 564 | 599 | -35 | 16 |
| 7 | Team Klaksvík | 23 | 491 | 757 | -266 | 0 |
