
Nýggja H71 heimasíðan avdúkað á Sendistovuni, og nógv ymisk fólk skulu lata tilfar til heimasíðuna. (Mynd Vagnur)
Tað er ikki á hvørjum degi, at tú ert millum “topparnar” í H71, men seinnapartin í dag var møguleiki til tess. Fólk frá Sendistovuni hava gjørt H71 nýggja heimasíðu, og eg var biðin at skriva grein til nýggju heimasíðuna og var tí boðin við, tá ið Helena Dahl Olesen forkvinna í stuðlafelagnum hjá H71 trýsti á knøttin, og vit sóu nýggju heimasíðuna á løriftinum. Eingin ivi um, at her er talan um stórt hondbóltsfelag, sum vil nakað við hondbóltinum í Hoyvík.
Men fyrst av øllum varð avdúkað, at Petur Mittún Petersen og Halgir Dahl Olesen eisini venja besta mansliðið hjá H71 kappingarárið 2013/2014, og at Bogdan Florea heldur fram í H71 eisini næsta kappingarár. Tá ið vit høvdu fingið at vita, hvørjar møguleikar nýggja heimasíðan hevur, sóu vit livandi myndir um søguna hjá H71, og tá ið H71 vann FM-heitið fyrstu ferð í bestu mansdeild.

Forkvinnan í stuðlafelagnum Helena Dal Olesen trýstir her á knøttin, so er heimasíðin virkin. (Mynd Vagnur)
Ikki var lætt mest sum einsamallur at vera uttanveltaður í stóra “H71 reiðrinum”, men løtan var áhugaverd og hugnalig. Agga Niclasen, sum hevur høvuðsárbyrgdina av nýggju heimasíðuni, bað meg skriva grein á nýggju H71 heimasíðuni, og eg valdi yvirskriftina H71 kann gerast størsta hondbóltsfelag í Suðurstreymoy, har eg millum annað vísi á, at í dreingja- og mansdeildunum gongur strálandi hjá H71, har øll liðini eru við í toppinum. Men so vísi eg eisini á og vóni, at gongd kemur á gentu-og kvinnuhondbóltin í Hoyvík vitandi um, at tey eru við í gentum 10, 12 og 14 ár. Í lítlari talu á Sendistovuni vónaði eg at uppliva, at H71 einaferð spælir í FM-finalunum í bestu kvinnudeildini, tí vit hava brúk fyri fleiri kvinnuliðum.
Eg fari ikki skeivur, tá eg sigi, at tað er eydnast nevndini í H71 at fáa fáa fleiri fólk at geva H71 hjálpandi hond, og hetta er dygd hjá eini nevnd. Um nógv fólk geva lítið íkast, so gerst samanlagda stóra íkastið rúgvismikið. Nevndin í H71 er mannað við Sunnevu Jakobsen, Gunn Ellefsen, Agga Niclasen, Onnu Dam, Halli Danielsen og Rene Dahl Olesen. (Vagnur)

Sunneva Jakobsen forkvinna og Petur Mittún Petersen skriva undir nýggjan venjarasáttmála. (Mynd Vagnur)




