StíF fekk góða byrjan á Skála í kvøld ímóti Kyndli, tí eftir fjúrtan minuttir var StÍF á odda 7-4. Men so fekk StÍF bara tvey mál í fjúrtan minuttir, og tí kundi Kyndil leggja seg á odda 12-9, tá ið 26 minuttir vóru spældir.
Hálvleikstøðan var 14-11 til Kyndil. Fyrst í seinna hálvleiki var sami munur, tí eftir tíggju minuttir spæl var Kyndil á odda 18-15.
Kyndil var odda til dystarendan, og eitt skifti, tá ið fýra minuttir vóru eftir at spæla, var Kyndil á odda 26-20. Kyndil vann dystin 26-23 og tvey týdningarmikil stig at koma í FM-finalurnar.
Av Skála verður sagt, at tað var serliga Jórun Ludvig, sum átti heiðurin, at Kyndil vann dystin, tí tað var Jórun, sum so meistarliga spældi hinar spælararnar til skot. Læs resten









