Neistin-Stjørnan 31-23(14-11) Einki at spæla fyri uttan æruna

Nú bíða neistaáskoðarar eftir FM-finalunum. (Mynd Álvur)

Nú bíða neistaáskoðarar eftir FM-finalunum. (Mynd Álvur)

Nú eru vit komin so langt í landskappingini í hondbólti, at summir dystir ikki hava ávirkan á nakað sum helst.

Kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni spældu í kvøld bara um æruna, men stuttligt er altíð at spæla ein hondbóltsdyst.

Neistin vann dystin klárt, og tað var eisini Neistin, sum byrjaði dystin best og var á odda allan dystin.

Nú bíða vit eftir, hvat lið Neistin skal spæla ímóti í FM-finalunum. Kyndil og VÍF/Tjaldur stríðast um at fáa seinna plássið í FM-finalunum.

Vit mugu óivað bíða til 20. apríl til tess at finna FM-finaluliðið. Tá ið eg síggi støðuna í bestu kvinnudeildini, hugsi eg um, at var tað sum áður, var Stjørnan á veg niður í næstbestu deildina. Men einki lið flytir í lægru deild, og tí hava vit ikki dystirnar um niðurflyting, sum kunnu vera ótrúliga spennandi. Hetta síggja vit millum annað í bestu fótbóltsdeildini, har lið berjast fyri lívinum til tess ikki at flyta í lægri deild.  (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 7, Jacklin Durhuus 7, Nicoleta R. Hansen 5, Barbara Brauer 4, Marjun Danberg 4, Unnur Danielsen 3 og Barbara Johannesen 1

Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 9, Una Olsen 5, Lovisa Lassen 3, Durita Chrisophersen 2, Jórun Nielsen 1, Ella Petersen 1, Kristina Poulsen og Mina Sirdal

Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Arnar Dam

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 16 506 375 131 32
2 Kyndil 16 356 354 2 18
3 VÍF/Tjaldur 16 392 408 -16 17
4 VB 16 382 411 -29 11
5 StÍF 14 350 395 -45 9
6 Stjørnan 16 364 407 -43 7

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *