Eg siti júst og lurti at samrøðuni millum Henrik Gerster VÍF venjara og Rás 2 frásøgumannin Trónd Arge. Haldi, at Henrik Gerster reypar eitt sindur ov nógv um góða álopsspælið hjá VÍF, tí eg haldi, at VÍF spælir í dag ímóti einum skerdum StÍF liði uttan Svein Justinussen, sum er skaddur. Dysturin í dag sigur veruliga ikki nakað um styrkina hjá VÍF í løtuni, tí vit skulu minnast til, at VÍF skeyt bara 22 mál á heimavølli ímóti H71 fyri kortum. Hóast hesi orð, so er VÍF framvegis við í FM-stríðnum men er trý stig frá H71, nú fáir dystir eru eftir í grundspælinum.
Trupuleikin hjá StÍF ímóti VÍF er, at liðið skjýtur alt ov fá mál serlig í fyrra hálvleiki, tá ið dysturin mest sum er avgjørdur. Tá ið trettan minuttir eru spældir, er VÍF á odda 9-4, økir um leiðsluna til 13-9 og kann fara til hálvleiks við tryggari 15-9 leiðslu. Munurin seks mál heldur sær allan seinna hálvleik, og VÍF venjarin skiftir nógv út, tí er torført at meta um veruliga úrslitið, um sterkasta VÍF uppstillingin spældi allan dystin.
Leygardagin spæla KÍF og H71 í Kollafirði, og eg havi hoyrt kollfirðing siga, at tey heldur vilja møta H71 í FM-finalunum enn VÍF. Hví? Tað miseydnaðist seinastu kapping. Vinnur KÍF dystin ímóti H71 leygardagin, so er dysturin eftir í Hoyvíkshøllin millum H71 og VÍF 20. apríl, og vit skulu kanska bíða heilan mánað at finna seinna liðið í FM-finalunum. VÍF er framvegis við í FM-stríðnum, men H71 er í løtuni trý stig undan VÍF. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Allan Norðberg 7, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 4, Pætur Joensen 3, Leivur Justinussen 2, Teitur Nilssen 2, Fríði R. Djurhuus 1 og Jógvan S. Joensen 1
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 7, Agnar Joensen 5, Andrias Eriksen 4, Rasmus Junker 3, Hanus Chrisophersen 3, Sámal Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Bárður Brimvík 2, Sjúrður Poulsen 1 og Sámal Jákup Djurhuus
Dómarar. Hannis Wardum og Uni Wardum
Kyndil-KÍF 24-29(13-13) Kyndil ikki nóg gott til FM-finalurnar
Vit kunnu øll vera samd um, at kyndilsliðið er ikki nóg gott at koma í FM-finalurnar. Liðið hevur verið alt ov óstøðugt frá kappingarbyrjan. Tað, at spælarar arbeiða í Noregi, og tí ikki altíð eru tøkir, og at spælarar er skaddir til tíðir, boðar ikki frá tryggleika í hópinum. Annars gekk javnt á, Kyndli spældi ímóti einum møguligum komandi føroyameistara. Eftir korter var javnleikur 5-5, og javnt gekk á líka til hálvleiks, har eitt og tvey mál vóru á muni, og har KÍF hevði leiðsluna. Hálvleiksstøðan 13-13.
Eftir tíggju minuttir í seinna hálvleiki var KÍF á odda 16-15, og tá vit eru miðskeiðis í hálvleikinum, fer KÍF veruliga frá Kyndli. Tjúgu minuttir spældir og 24-18 til KÍF, og hesin munur heldur sær til dystarenda. KÍF vinnur 29-24. Ja, so bíða vit eftir dystinum leygardagin millum KÍF og H71 í Kollafirði. Vinnur KÍF dystin, so er aftur veruligur spenningur um at náa seinna finaluplássið. Tí tá er bara eitt stig millum H71 og VÍF. (Vagnur)
Málskjúttar Kyndils: Ludvík Súnason 8, Birgir Poulsen 6, Andrias Sólsker 4, Hans Áki Dal Christiansen 2, Frank Askildsen 1, Rógvi Dal Christiansen 1, Thorvald Abrahamsen 1 og Josef Abrahamsen 1
Málskjúttar KÍF: Niclas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Ási Dam 4, Tony Weihe 4, Andrias Nielsen 3, Poul Finnur Egholm 2 og Rúni Joensen 1, Teitur Joensen 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 20 | 596 | 450 | 146 | 33 |
| 2 | H71 | 20 | 535 | 480 | 55 | 27 |
| 3 | VÍF | 20 | 566 | 504 | 62 | 24 |
| 4 | Kyndil | 20 | 513 | 512 | 1 | 21 |
| 5 | StÍF | 20 | 487 | 475 | 12 | 19 |
| 6 | Neistin | 19 | 447 | 480 | -33 | 14 |
| 7 | Team Klaksvík | 19 | 373 | 616 | -243 | 0 |

