StÍF-Kyndil 23-26(11-14) Kyndilskvinnur vunnu á Skála VB-Stjørnan 21-22(12-12) Tættur dystur í Vági

Jórun stýrdi Kyndils til sigurs á Skála. (Mynd Álvur)

Jórun stýrdi Kyndils til sigurs á Skála. (Mynd Álvur)

StíF fekk góða byrjan á Skála í kvøld ímóti Kyndli, tí eftir fjúrtan minuttir var StÍF á odda 7-4. Men so fekk StÍF bara tvey mál í fjúrtan minuttir, og tí kundi Kyndil leggja seg á odda 12-9, tá ið 26 minuttir vóru spældir.

Hálvleikstøðan var 14-11 til Kyndil. Fyrst í seinna hálvleiki var sami munur, tí eftir tíggju minuttir spæl var Kyndil á odda 18-15.

Kyndil var odda til dystarendan, og eitt skifti, tá ið fýra minuttir vóru eftir at spæla, var Kyndil á odda 26-20. Kyndil vann dystin 26-23 og tvey týdningarmikil stig at koma í FM-finalurnar.

Av Skála verður sagt, at tað var serliga Jórun Ludvig, sum átti heiðurin, at Kyndil vann dystin, tí tað var Jórun, sum so meistarliga spældi hinar spælararnar til skot.

Eisini var Birita Mortansdóttir nevnd, sum er komin aftur á Kyndilsliðið. Birita spældi væl fyrst í kappingini, men hon hevur ikki spælt vegna skaða. Mikukvøldið 27. mars spæla kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF/Tjaldri í Vestmanna. VÍF/Tjaldur má vinna dystin, skal liðið varðveita møguleikan at koma í FM-finalurnar. Kyndil hevur tveir dystir eftir í grundspælinum. Mikukvøldið ímóti VÍF/Tjaldri í Vestmanna og 20. apríl ímóti Neistanum. VÍF/Tjaldur skal eisini spæla ímóti Neistanum tann 7. apríl í Vestmanna og ímóti Stjørnuni í Klaksvík tann 20. apríl. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 8, Bára Berthelsen 5, Birna Tummasdóttir 4, Fríðrún Danielsen 2, Guðrið Poulsen 2, Oddrún Danielsen 1 og Paula Høgnesen 1

Málskjúttar Kyndils: Anja Heinadóttir 5, Birita Mortansdóttir 5, Simona Petersen 5, Randi S. Wardum 3, Marianna Eystberg 2, Jórun Ludvig 2, Anna Sofía Mohr 2, Anja Eliasen 1 og Simona Iacob 1

Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Arnar Dam

VB-Stjørnan 21-22(12-12) Tættur dystur í Vági

Í dag sunnudagin 24. mars spældi kvinnuliðini hjá VB og Stjørnuni í Vági, og hetta skuldi frá byrjan gerast ein javnur dystur, tí ongantíð var meira enn tvey mál á muni. Eftir tíggju minuttir var javnleikur 4-4, og løtu seinni 5-5, 6-6 og 7-7. Javna gongdin helt fram, men eitt bil var VB á odda 10-8. Javnleikur var 10-10, 11-11 og hálvleiksstøðan 12-12.

Hóast sigur er Stjørnan  framvegis niðast við níggju stigum. (Mynd Álvur)

Hóast sigur er Stjørnan framvegis niðast við níggju stigum. (Mynd Álvur)

Ì seinna hálvleiki legði VB seg framum 16-13, tá níggju minuttir vóru spældir, men so fekk VB einki mál í tíggju minuttir, og eftir nítjan minuttir var javnleikur 17-17. Javnleikur var eisini 18-18, 19-19, 20-20, men so kom Stjørnan á odda 22-20 tríggjar minuttir fyri dystarenda. VB fekk eitt mál aftrat, so tætti dysturin í Vági endaði við sigri til Stjørnuna 22-21. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Helga Eyðunsdóttir 6, Gurið Mortensen 5, Bára Krosslá Mortensen 4, Rannvá Johannessen 3, Rúna M. Jacobsen 2 og Marijana Trobjevic 1

Málskjúttar Stjørnan: Durita Christophersen 6, Ema Bezanovic 4, Ella Petersen 4, Lovisa Lassen 3, Mina Sirdal 2, Una Olsen 2 og Jansy Jakobsen 1

Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Mittún Petersen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 16 506 375 131 32
2 Kyndil 18 408 400 8 22
3 VÍF/Tjaldur 17 412 428 -16 18
4 VB 18 426 459 -33 11
5 StÍF 16 393 441 -48 10
6 Stjørnan 17 386 428 -42 9


 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *