Úr myndasavninum – Vit gita, hvat ár myndin er tikin?

Havnin einaferð í 1960 -árunum. (Myndaeigari Jón Hansen)

Tá eg skrivaði greinina um Jón Hansen, sála, sá eg omanfyri mynd í eini myndabók, sum eg lándi frá abbasoninum Jón Hansen. Altíð spennandi at finna útav, nær myndin er tikin. Myndin er frá einaferð í 1960 -árunum. Havi serliga Tjaldrið og Sjómansskúlan at meta meg eftir. Tjáldrið, sum vit síggja í krókinum við pakkhúsið hjá Skipafelagnum, varð selt til Kili í 1967 og strikað úr føroyska skipalistanum 30. januar 1968.

Sjómansskúlin uttast til høgru á myndini varð vígdur 4. januar 1962. Við teym á Vesturvág síggja vit gamla Trónd og Tórshavn. Í krókini høgrumegin Tjaldrið sæst mjólkabáturin Sigmundur. Uttan iva er tað saltdampari, sum liggur fyri teym í Nólsoyarfjørði. Á myndini er Molin ikki longdur til núverandi longd. Løgið at hugsa sær, at vatnbrunnurin, sum vit síggja niðast vinstrumegin einaferð kundi útvega stóran part av Havnini vatn. Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1964. (Vagnur)

Lív M. Venned stýrdi Tjaldrinum, sum í summar vann FM-heitið

Overfegin Lív M. Venned róðurskvinna umborð á Tjaldinum eftir fjarðastevnusigurin í Vestmanna. Mynd: Jan Herman Hansen.

Síðani eg skrivaði fyrstu kappróðrargreinina í 1980-árunum, hevur mær altíð dámað væl, tá smærru róðrarfeløgini ella bátar bjóða av og vinna, sum vanliga ikki eru frammi í oddinum.  Havi sæð nakrar róðrar í Kringvarpinum, og longu í norðoyastevnu fekk eg eyguni á 5-mannafarið Tjaldrið við kvinnum, sum róði ómetaliga væl. Long kraftmikil tøk og ryggin í tøkini.

Tjaldrið við kvinnum plagdi ikki at vera frammi í oddinum, tí gjørdist eg forvitin, hví tað júst eydnaðist í summar. Og alt  hevur sína søgu. Havi hitt róðurskvinnuna umborð á Tjaldrinum Lív M. Venned og spurt hana, hvussu tær so óført hava telvað seg fram at vinna seks FM-róðrar í summar og harvið meistaraheitið. Og Lív sigur:

– Í 2020 mannaðu svimjarar úr Ægir úr Klaksvík Tjaldrið. Tær kláraðu seg bara væl, og tær náddu at koma fram í triðja plássið. Í fjør kom eg stýra Tjaldrinum, og hetta kom at vera spennandi uppgáva, tí eg havi ikki róð sjálv men spælt fótbólt. Vit kláraðu okkum hampuliga og vóru til dystin fúsar at rógva aftur í summar. Læs resten →

Hans Petur Brekkstein var vrakaður umborð á Argjabátinum – men vann FM-heitið við Knørri

Hans Petur við steypinum hann og Knørrur vunnu á jóansøku.

Eitt er at fylgja kappróðri á staðnum ymsastaðni kring landið ella í Kringvarpinum, annað eru tær óteljandi áhugaverdu søgurnar, sum eru innanborða í føroyskum kappróðri. Ætlaði ikki at skriva meira um kappróður, men eg haldi, at tað er undrunarvert, at Hans Petur Brekkstein í sama kappingarári fyrst verður eftir norðoyastevnu ”blakaður” úr Argjabátinum og síðan vinnur FM-heitið við Knørri, sum vann allar róðrarnar í summar.

Kom at kenna Hans Petur í fjør, tá hann róði við Gongurólvi. Kendist við navnið, tí hann er abbasonur Hans Petur Breikkstein, sála, bónda á Velbastað, og sum eg kendi væl. Plagdi sum ungur at hoyggja hjá teimum á Velbastað, tá Johan Petur pápi Hans Petur var ungur. Havi hitt 31 ára gamla Hans Petur, sum má sigast at havt serligt kappróðrarár í summar. Hann sigur:

– Sum yngri róði eg við Jarnbardi og Jallinum í Róðrarfelagnum Knørri, róði tvey ár við Havnarbátinum og í fjør við Gongurólvi. Vit ætlaðu at manna bátin aftur í summar, men tað bleiv av ongum, men so var eg biðin at koma umborð á Argjabátin, sum er flaggskipið á Argjum. Hugsaði, at hetta kundi gerast spennandi avbjóðing og tók av.

– Ògvuliga spennadi og stuttligt at venja á Argum, lagið var bara gott, og eg treivst væl. Men tá vit fóru í bátin, minkaði gleðin, tí tað sýntist, at róðrarlagið umborð at Argjabátinum var øðrvísi, enn eg kendi frá øðrum bátum. Eg sat í rúminum, og tað gekk strilti hjá mær at finna rætta stevið, sjálvt um eg var í góðari venjing og orkaði minst líka væl sum aðrir umborð. Læs resten →

Úr myndasavninum – Í 1977 broyttist býarmyndin í Steinatúni

Minnist væl handilin hjá Karl F, sum var tikin niður, tá Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri er áhugaverd fyri serliga okkum, sum minnast handilin hjá Karl F. Johansen. Karl hevði matvøru- & slaktarahandil í Steinagøtu frá 1920 til 1940, tá Karl andaðist. Handilin var á horninum Tórsgøta/Steinatún. Familjan helt fram at handla eftir 1940, og eg minnist væl, tá eftirkomararnir hjá Karl F stóðu fyri handlinum. Í 1977 skuldi Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta bindasta saman, og tá vóru húsini hjá Karl F, sum húsini og handilin vóru rópt, tikin niður. Løgið at hugsa sær, at tá var Tórsgøta ein av høvuðsgøtunum í Havn. Á myndini síggja vit ein ljóssteyra “lyktapela”, sum teir tá vóru nevndir. Hesir ljóssteyrar er søga, tí nú verða allir el-kaðalar lagdir í vegirnar. Komi at hugsa um pápa mín, sum var føddur í 1913 í húsi við Tórsgøtu til høgru longri uppi í brekkuni. Hann plagdi at siga okkum, at tey plagdu um veturin at skreiða á sledu oman Tórsgøtu og kappast um, hvør kom longst út á bryggjuna niðri í Vágsbotni. Økið í Steinatúni er nógv broytt hesi fýrati árini, síðani Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman í 1977. (Vagnur)

15% av føroyingum gerast bundnir av rúsdrekka

Nógv fólk gerast bundin av rúsdrekka.

Nógv fólk gerast bundin av rúsdrekka.

Hvørja ferð eg hoyri um syndarligar vanlukkur, kemur mær til hugs, hvussu nógv rúsdrekka er atvoldin er til í okkara samfelagi. Hetta sært tú ikki sum ungur, men hetta gerst klárari jú eldri tú gerst og kemur í mín aldur. Vit ballaðust eisini, vóru limir í “ølklubba”, koyrdu rukkukoyring sjálvandi við edrúum bilstjóra og tóku mangan ov rívan til av rúsaða løginum. Skrivað í 2015. Læs resten →

Úr myndasavninum – Søgulig róðrarmynd um farna róðrartíð

Sigmundur Petersen, sáli, málaði málningin í 1962. (Mynd Christopher)

Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Havnar Róðrarfelag gav Ítróttasamband Føroya í 1962 felagnum vakran málning. Málningin málaði listamaðurin Sigmundur Petersen, sáli. Átta ár seinni kundi FM-róðrar ikki rógvast inn í Vágsbotn. Í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag hongur vakur málningur, sum sigur nógv um farnar ólavsøkuróðrar. Í 1962 fylti Havnar Róðrarfelag 30 ár og á háðtíðarhaldi hjá felagnum lat ÍSF málning í føðingardagsgávu. Á silvurplátuni er at lesa:”Ólavsøkuróðrar 1887 – 1962”. Skrivað í 2015 Læs resten →

Søgan um KFUK húsini við Varðagøtu gongur heilt aftur til 1898

Fólk í Havn vóru bergtikin av stásiligu stóru húsunum, og tey fylgdu væl við, meðan húsini vóru bygd. (Mynd: KFUK í Havn)

Sært tú eldri myndir tiknar av Oyggarvegnum oman yvir Havnina, síggjast nøkur stór hús, sum standa uttan fyri gomlu Havnina. Vit kunnu nevna Føroya Banka frá 1904, Realskúlan frá 1916 og so KFUK húsini frá 1901. Søgan um KFUK húsini byrjar í 1898, tí tá kom stór innrás av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hvøkkur kom á føroyingar, sum sóu tilverugrundarlagið hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimum miðum, sum føroysku útróðrarmenn høvdu søkt í øldir. Hart stríð stóðst millum føroyingar og bretar, og donsk verjuskip vóru send til Føroya at taka bretskar trolarar. Tann 1. apríl 1901 var Henry Montagu Villiers tilnevndur konsul í Føroyum, og tað var í hesum sambandi, at stásiliga og stóru konsulátið var bygt við Varðagøtu. Konsulin fekk ringa móttøku, men við tíðini gjørdist hann avhildin maður. Greinin skrivað í 2017 Læs resten →

Úr myndasavninum – Í 1957 setti Auto upp telefonboksir í Havn

Tey bygdu bilstøðan Auto í

Tey bygdu bilstøðina Auto í 1956. (Auto – altíð til tænastu)

Í 2002 kom út forvitnislig bók um bilstøðina Auto, sum hetta árið fylti fimti ár. Magnus Gunnarsson, sum hevur stóran áhuga í bilum, savnaði tilfarið og skrivaði frálíku bókina. Bilstøðin byrjaði í 1952 sum P/F Taxa, sum seinni bleiv til Bilstøðina Auto. Nýggja støðin, sum vit kenna í dag, varð tikin í nýtslu í 1956. Nummarið 1-2-3-4 var lætt at minnast til hjá fólki. Eg eri mest sum uppvaksin við Auto og kom sum bilmekanikar at kenna nógvar bilførarar. Læs resten →

Standmyndin av dreymagentuni Tariru verður væl vitjað

Har dansar hon so vøkur, meðan spælimaðurin spælir. (Mynd Vagnur)

 

Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. Eg síggi standmyndina hvønn dag úr køksvindeyganum, og tað eru ikki hissini fólk, sum bæði tíðliga og seint vitja og taka myndir av dreymagentuni Tariru.

William Heinesen búði undir Varða, og eg síggi hann og konuna Elisu fyri mær spáka fram við ánni í Plantasjuni. William skrivaði á donskum, og bøkur hansara eru týddar til nógv mál. Pápi William var handilsmaður og hevði handil, har gamli handilin hjá Katrinu Christiansen var. Læs resten →

Johannes Andreas Næs vandi hondbóltsgentur í Hvalba í 1940-árunum

Johs. Andr. Næs spældi hondbólt, tá hann gekk á Føroya læraraskúla. (Mynd Vagnur)

Johs. Andr. Næs spældi hondbólt, tá hann gekk á Føroya læraraskúla. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg tosaði við Sannu Mortensen á Argjum um hondbóltsspælið í Sandvík í 1940-árunum, nevndi hon, at íblásturin fingu tey úr Hvalba, har gentur vóru farnar at spæla hondbólt. Ikki visti eg, at Johs. Andr. Næs, sum eg kenni, var venjari hjá hvalbiargentum. Hetta segði Manne Næs beiggi hansara mær, tá eg ringdi til hansara til tess at vita, um hann visti at siga mær um hondbólt í Hvalba í 1940-árunum. – Ring til beiggja mín, tí hann var venjari og eigur myndir av hondbóltsgentunum, segði Manne. Nú havi eg tosað við 94 ára gamla Johs. Andr. Næs. Greinin er skrivað 10. januar í 2015. Johannes andaðist 5. juni 2018. Læs resten →