HSF skal bretta upp um armar og fáa loyst dómaratrotið

Heri Petersen og Hannis Wardum hava júst dømd seinna FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil. (Mynd Vagnur)

Heri Petersen og Hannis Wardum hava júst dømt seinna FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil. (Mynd Vagnur)

Landskappingin í hondbólti er endað á hesum sinni, og nú fara spælarar í summarfrí. Men leiðslurnar í ymsu feløgunum kring landið fara uttan iva ikki í summarfrí, tí nógv skal fáast á pláss til næsta kappingarár. Venjarar, og kanska onkur útlendskur spælari. HSF er ikki farið í summarfrí, og tað fingið vit váttað í vikuni, tí HSF hevur sett Petur Mittún sum hondbóltsmennara. Hondbólturin skal lyftast upp á altjóða støði, verður sagt, og alt gott um tað. Nú bíði eg við spenningi eftir útspæli frá HSF, har hondbóltsdømingin í Føroyum eisini skal lyftast upp á altjóða støði, men her enn heilt langt eftir á mál. Læs resten

Hví hava vit ikki varðveitt meira av gomlu vøkru Havnini?

Óskiljandi, at tey fingið loyvi at byggja henda kassan aftrat gamla vakra Klubban. Tey oyðiløgdu økið.

Óskiljandi, at tey fingið loyvi at byggja henda kassan aftrat gamla vakra Klubban. Tey oyðiløgdu økið.

Í 2011 kom út forvitnislig bók “Endurminningar – Heri Mohr”. Heri var stjóri á Gjaldstovuni í nógv ár, og umframt at bókin snýr seg um lívið hjá Hera, so skrivar hann nógv um tíðina á Gjaldstovuni. Í bókini eru nógvar familiumyndir, men eisini aðrar myndir. Heri Mohr, sum eg kenni væl, er bersøgin maður. Hann hevur skrivað nógvar greinar í bløðini, og er ikki bangin at siga sína hjartans meining um ymist í samfelagnum. Frálíkt, at vit hava slík fólk. Á síðu 179 í bókini er áhugaverd mynd, og Heri sigur eisini sína meining um myndina. Ovara myndin av Klubbanum frá 1908 far gott skoðsmál frá Hera, har hann skrivar: Ein arkitektonisk perla. Niðara myndin fær annað skoðsmál frá Hera: Arkitektonisk afturstig. Og rætt hevur Heri. Guð viti, hvat arkitektarnir og býráðið hava hugsað, tá tey á sinni góvu byggjuloyvi til hesar kassar í miðbýnum. Einki hugflog og nógv akritektonisk afturstig í okkara tá vakra miðbýi. Sum ovara myndin er góð við vøkrum skipaðu húsum við nógvum laðaðu garðum í góðum føroyskum stíli. Niðara myndin er beinleiðis syrgilig. (Vagnur)  

Komið øll við inn í ævintýrheimin í Plantasjuni

Ótrúligt, hvat tey hava fingið burturúr, og ikki er skortað við hugfloginum. (Myndir Vagnur)

Ótrúligt, hvat tey hava fingið burturúr, og ikki er skortað við hugfloginum. (Myndir Vagnur)

Úr køksvindeyganum hjá okkum hava vit gott útsýni yvir í Plantajuna, sum vit frá barnaárunum hava rópt hetta stað. Orðið Viðarlundin kom seinni. Seinastu dagarnar hevur heilt nógv virksemi verið sunnast í Plantasjuni nær Havnará og inni ímillum trøini. Á skelti úti ímóti Hoydalsvegnum stendur at lesa: Kom inn í ein ævintýrheim við tónleiki, dansi og endurnýtslu. Hetta havi eg gjørt, og eg má siga, at tað er ótrúligt, hvussu nógv tey hava skapað og fingið burturúr. Ikki hevur skortað við hugflogi. Eitt upplivilsi at síggja allan ævintýrheimin. Eg ringdi til ein av høvuðsfyrireikarunum Biritu Arge og spurdi hana, hvussu leingi tey hava fyrireikað tiltakið, og hvørji eru partur í áhugaverda ævintýrheiminum: Læs resten

Úr myndasavninum – Fýra smábørn og tvey søgulig hús við Landavegin

Børnini frá vinstru: Chirstin Dahl Plate, síðani systkini og systkinabørni Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør.

Børnini frá vinstru: Chirstin Dahl Plate, síðani systkini  Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør Christiansen.

Myndin omanfyri er tikin í grannalagnum hjá okkum beint eftir kríggi. Vit síggja niðan í Grønland, har lítið og einki er bygt. Nógvu húsini í Grønlandi vóru bygd seinast í 1940-árunum og fyrst í 1950-árunum, og seinni í mínari tíð kom býlingurin upp í Líðunum. Børnini á myndini eru frá vinstru systir mín Chirstin Dahl Plate, síðani systkinabørnini Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør Cristiansen. Debes Chistiansen pápi tey trý systkini og mamma eru systkin. Børnini sita í garðinum hjá Torgerd og Dagny Mohr, sum vóru ógvuliga barnavinaligar. Tær vóru ógiftar og arbeiddu báðar í Føroya Banka. Bæði nærmastu húsini á myndini eru áhugaverd og søgulig í okkara hugaheimi. Læs resten

The Rolling Stones í 54 ár sum heimsins besti rockbólkur

Keith Richards á guitari og Charlie Watts við trummurnar.

The Rolling Stones hava hildið saman í meira enn 50 ár, og tað var áhugavert at síggja teir vitja Kuba.. Tá ið tú spyrt núverandi høvuðsspælarar í bólkinum Mick Jagger, Keith Richards, Charlie Watts og Ronnie Wood, hvussu gamlir teir eru, so er bara eittans svarið. Miðalaldurin nærkast 72 árum. Tá ið eg í 60 árunum “fall” fyri tónleikabólkinum, var manningin Bill Wyman, bass, Mick Jagger, sang, Brian Jones, rútmuguitar, Keith Richards, sologuitar og Charlie Watts, trummar. Bill Wyman fór úr bólkinum í 1993, tí hann orkaði og tímdi ikki longur konsertferðirnar kring knøttin, og Brian Jones, sum hevði stórar rúsevnistrupulleikar, druknaði í svimjihyli í 1969. Mick Taylor kom í bólkin fyri Brian Jones í 1969, men fór úr aftur bólkinum í 1974, tá Ronnie Wood kom í hansara stað. Í dag er Darryl Jones bassspælari í bólkinum. Læs resten

Úr myndasavninum – Málverjin Benny Nielsen skeyt í 1986 fyrsta málið í nýggju høllini í Vestmanna

VÌF og Neistin 1986: VÍF st.f: Petur Olsen, Birni Poulsen, Neil Bláhamar, Marner Seloy, Benny Nielsen, Hjalmar Klein Olsen, Jákup Jóannesarson og John Wilhelmsen. Neistin st.f: Altbert Marni Joensen, Heini Winther Olsen, Uni Wardum, Martin Mørk, Jan Dam, Magnus Hentze, Ivan Weihe, Pauli Hentze, Ingi Rasmussen, Eyðun Jensen og Jean Djurhuus. (Mynd Vagnur)

VÌF og Neistin 1986: VÍF st.f: Petur Olsen, Birni Poulsen, Neil Bláhamar, Marner Seloy, Benny Nielsen, Hjalmar Klein Olsen, Jákup Jóannesarson og John Wilhelmsen. Neistin st.f: Altbert Marni Joensen, Heini Winther Olsen, Uni Wardum, Martin Mørk, Jan Dam, Magnus Hentze, Ivan Weihe, Pauli Hentze, Ingi Rasmussen, Eyðun Jensen og Jean Djurhuus. (Mynd Vagnur)

Tá ið hondbóltsspælið í 70 árunum fór frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl, broyttust fortreytirnar hjá nógvum feløgum, tí tær høvdu ikki ítróttarhøll. Í Vestmanna vóru nógvar royndir gjørdar at fáa gongd á at byggja ítróttarhøll, men ikki fyrr enn í 1986 var snotuliga høllin bygd við skúlan. Læs resten

Vinnulívsmaðurin Sigurd Aase fíggjar víkingaskipið Draken

Suzanne Arnesen hevur gjørt sjey mánaðar sáttmáli umborð á víkingaskipinum. (Mynd Vagnur)

Suzanne Arnesen hevur gjørt sjey mánaðar sáttmála við víkingaskipsætlanina. (Mynd Vagnur)

Hósdagin kom eg fram við á Bursatanga, har hjálparskipið hjá norska víkingaskipinum Draken Harald Hårfagre lå. Á dekkinum umborð á Vikingfjord stóð 22 ára gamla Suzanne Arnesen við nakrar bjargingarbátar, sum hoyrdu til víkingaskipið. Ikki visti eg tá, at skipið Vikingfjord, sum lá við bryggju har, var hjálparskip hjá víkingaskipinum og skal fylgja Draken fyrst til Íslands, síðani til Grønlands og til Amerika, har víkingaskipið skal vera við í stórari regattatiltaki. Ungi norski matrósurin var fyrikomandi og segði mær millum annað, hvussu fegin hon er um, at hon var ein av teimum 4000 fólkunum, sum søktu um at sleppa við víkingaskipinum hesa longu ferðina. Og eg slapp við, segði hon við smíli og heldur fram: Læs resten

Úr myndasavninum – Nógv broytt í míni tíð á “religiøsa” økinum

kjkj

Salurin var bygdur í 1905, og tey bygdu uppí eystureftir í 1932. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá eg síggi myndina omanfyri, komi eg at hugsa um, hvussu nógv er broytt í míni tíð innan “religiøsa” økið í Havn. Møtisalurin Ebenezer var bygdur í 1905, og tey bygdu upp í eystureftir í 1932. Í 1905 búðu 10% av fólkatalinum í Føroyum í Havn, og nú meira enn hundrað ár seinni búgva útvið 40% í høvuðsstaðnum. Í mínum ungdómsárum var Havnar kirkja frá 1788 einsamøll fólkakirkja, Vesturkirkjan kom í 1975, síðani kom Argja kirkja og Hoyvíkar kirkja. Nonnukirkjan, sum vit róptu hana, var har, og Bethel kirkjan var í Sverrisgøtu, sum seinni flutti niðan á Hoyvíkstjørn, har tey bygdu nýggja kirkju. Læs resten

Úr myndasavninum – fimtan 8-mannafør vóru í flotanum í 1989

8-mannafarið Knørrur í 1990. Frá vinstru: Jógvan Elias Jacobsen, Guttormur Skaale, Regin Joensen, Petur í Gong, Magnus Gaard, Adreas Ihlen, Páll Olaf Jacobsen, Høgni Hentze og Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

8-mannafarið Knørrur í 1990. Frá vinstru: Jógvan Elias Jacobsen, Guttormur Skaale, Regin Joensen, Petur í Gong, Magnus Gaard, Andreas Ihlen, Páll Olaf Jacobsen, Høgni Hentze og Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

Í dag kom eg fram á myndina omanfyri, sum eg tók í 1990. Myndin er av 8-mannafarinum Knørri tikin uttan fyri neystið á “Lágukai”. Øtaðist við, at tá eg hugdi í hagtølini frá róðrarárunum 1989 og 1990, tí á ólavsøku í 1990 róðu ellivu 8-mannafør, og á tveimum stevnum í 1989 vóru tað tólv 8-mannafør, og hetta árið róðu fimtan ymisk 8-mannafør. Manningin omanfyri vann FM-heitið í 1989 og 1990. Eg havi hitt Olaf Vesturgarð, sum róði við bátinum. Og hann sigur í stuttum. Læs resten

Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen gevast sum H71-venjarar

Petur Mittún og Halgir Dahl Olsen.

Petur Mittún og Halgir Dahl Olsen.

Hondbóltskappingin 2015/2016 er av, meistararnir funnir, og spælarar skemtaðu sær á endaveitslu leygarkvøldið. Vit hava kjakast eitt sindur um FM-skipanina í bestu deildini, men torført at finna frægari skipan enn hana, vit hava nú. Skipanin hevur tó sínar veikleikar. Í ár hendi so tað, at mansliðið hjá H71 vann trygt grundspælið, men bleiv ikki meistari. Hetta er hent fleiri ferðir áður, síðani vit fóru undir hesa skipan. Seinast í 2012, tá KÍF vann grundspælið, men H71 meistaraheitið. Tað má vera kensluborið bæði hjá spælarum og venjarum, tá slíkt hendir. Hetta havi eg prátað um við Petur Mittún annan H71 venjaran. Læs resten