Hósdagin kom eg fram við á Bursatanga, har hjálparskipið hjá norska víkingaskipinum Draken Harald Hårfagre lå. Á dekkinum umborð á Vikingfjord stóð 22 ára gamla Suzanne Arnesen við nakrar bjargingarbátar, sum hoyrdu til víkingaskipið. Ikki visti eg tá, at skipið Vikingfjord, sum lá við bryggju har, var hjálparskip hjá víkingaskipinum og skal fylgja Draken fyrst til Íslands, síðani til Grønlands og til Amerika, har víkingaskipið skal vera við í stórari regattatiltaki. Ungi norski matrósurin var fyrikomandi og segði mær millum annað, hvussu fegin hon er um, at hon var ein av teimum 4000 fólkunum, sum søktu um at sleppa við víkingaskipinum hesa longu ferðina. Og eg slapp við, segði hon við smíli og heldur fram:
– Eg elski at sigla við seglskipum og nú víkingaskipinum. Havi frá ungum árum droymt um slíka ferð. Tú nevnir seglskipið Georg Stage, sum hevur verið í Føroyum. Eg havi siglt við Georg Stage og øðrum seglskipum, og nú havi útbúgving sum matrósur. Vit eru 32 fólk umborð á Draken, og eg eri minstra sum matrósur og fái løn. Øll fáa ikki løn, men taka ferðina sum eina ævintýrferð. Eg havi bundið meg til ætlanina í sjey mánaðir.
– Hjálparskipið Vikingfjord er leigað til ferðina at fylgja víkingaskipinum sum trygd, men í sjónum er ógvuliga torført at koma umborð á hjálparskipið, tí víkingaskipið má ikki bera við hjálparskipið. Tá tú spyrt, hvør fíggjar slíka kostnaðarmikla ferð, so er tað norski vinnulívsmaðurin Sigurd Aase. Talan er um heilt nógvar milliónir, men eg havi ongantíð sæð mannin umborð hjá okkum.
– Ætlanin var ikki at leggja at í Føroyum, men eg eri fegin um, at vit eisini komu til Føroyar. Vit vóru ávegis til Íslands, men við Hetland var ættin soleiðis, at vit máttu seta kós ímóti Føroyum. Hetta er alt spennandi uppliving, og eg angri ikki, at eg søkti um at sleppa við. Nógv at gera og heilt serligar umstøður eru sjálvandi at húsast umborð. Eg kendi ongan, tá eg kom umborð, men skjótt bindur tú vinarlag við onnur av manningini, sigur Suzanne Arnesen at enda. Suzanne er úr Oslu.
Havi lisið mær til, at norski vinnulívsmaðurin úr Haugesund Sigurd Aase og konan hava spunnið gull, tá tey byrjaðu at byggja privatar barnagarðar í Norra. Tey hava eisini í nógv ár verið partur av norska oljuævintýrinum, men nú stendur at lesa, at eisini Sigurd og konan merkja kreppuna í norsku oljuvinnuni, nú oljuprísurin er lækkaður so nógv. Sigurd sigur við norskt blað, at við heimsins størsta víkingaskipi er fyri hann trý orð: Forvitni, treiskni og galskapur. (Vagnur)





