
VÌF og Neistin 1986: VÍF st.f: Petur Olsen, Birni Poulsen, Neil Bláhamar, Marner Seloy, Benny Nielsen, Hjalmar Klein Olsen, Jákup Jóannesarson og John Wilhelmsen. Neistin st.f: Altbert Marni Joensen, Heini Winther Olsen, Uni Wardum, Martin Mørk, Jan Dam, Magnus Hentze, Ivan Weihe, Pauli Hentze, Ingi Rasmussen, Eyðun Jensen og Jean Djurhuus. (Mynd Vagnur)
Tá ið hondbóltsspælið í 70 árunum fór frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl, broyttust fortreytirnar hjá nógvum feløgum, tí tær høvdu ikki ítróttarhøll. Í Vestmanna vóru nógvar royndir gjørdar at fáa gongd á at byggja ítróttarhøll, men ikki fyrr enn í 1986 var snotuliga høllin bygd við skúlan.
Vestmenningar høvdu í fleiri ár vant og spælt dystirnar í høllini á Skála. Hátíðardagar vóru í Vestmanna, tá ið høllin varð tikin í nýtslu, dystur var millum mansliðini hjá Kyndil og VÍF, og skipað varð fyri stórari veitslu. Men tað vóru unglingarnir hjá VÍF og Neistanum, sum spældu allar fyrsta dystin í høllini. Steyp varð latið til spælaran, sum skeyt fyrsta málið
Vestmenningar gjørdu fyri dystin av, at fekk VÍF brotskast, skuldi málverjin Benny Nielsen skjóta brotskastið. Og tað var júst tað, sum hendi, VÍF fekk brotskast í einum av fyrstu álopinum. Benny langaði bóltin í neistamálið og tryggjaði sær søguliga steypið.
Høllin í Vestamanna, sum varð tikin í nýtslu í 1986, bleiv beinanvegin miðsavnandi og liggur væl fyri knýtt at skúlanum. Høllin er væl hildin og er sum nýggja við serliga góða ljósa trægólvinum. Mangan havi eg hugsað, hvat var blivið av hondbóltinum í Vestmanna, um fótbóltur fekk fótafestið í bygdini. Roynd var einaferð gørd við skapilsi av fótbóltsvølli inni á Fjørð, men royndin miseydnaðist. Vestmenningar spæla tó fótbólt í samstarvi við Sandavág, og vestmannadreingir hava eisini spælt í Havn.
Eingin ivi er um, at júst tað, at vestmenningar ikki hava lið í fótbóltskappingini, ger, at VÍF kann halda seg í toppinum í hondbóltinum. (Vagnur)
