HSF skal bretta upp um armar og fáa loyst dómaratrotið

Heri Petersen og Hannis Wardum hava júst dømd seinna FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil. (Mynd Vagnur)

Heri Petersen og Hannis Wardum hava júst dømt seinna FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil. (Mynd Vagnur)

Landskappingin í hondbólti er endað á hesum sinni, og nú fara spælarar í summarfrí. Men leiðslurnar í ymsu feløgunum kring landið fara uttan iva ikki í summarfrí, tí nógv skal fáast á pláss til næsta kappingarár. Venjarar, og kanska onkur útlendskur spælari. HSF er ikki farið í summarfrí, og tað fingið vit váttað í vikuni, tí HSF hevur sett Petur Mittún sum hondbóltsmennara. Hondbólturin skal lyftast upp á altjóða støði, verður sagt, og alt gott um tað. Nú bíði eg við spenningi eftir útspæli frá HSF, har hondbóltsdømingin í Føroyum eisini skal lyftast upp á altjóða støði, men her enn heilt langt eftir á mál.

Tá eg sigi altjóða støði, so meini eg ikki við, at teir fáu A-dómararnir ikki døma nógv væl. Nei, eg meini við, at vit hava alt, alt ov fáar A-dómarar, og at øll hondbóltsfeløgini kring landið ikki taka ábyrgd av dømingini. Hetta hevur seinnu árini verið ein afturvendandi trupulleiki. Danin Johnny Taumann hevur óteljandi ferðir verið í Føroyum og hildið dómararskeið, og vit høvdu einaferð eitt vælvirkandi dómarafelag fyri A-dómarar, sum gjørdi stórt arbeiði til tess at fáa dømingina enn betri, men vit eru bara ikki komin víðari.

Í míni hondbóltsverð er málið ógvuliga einfalt, og HSF hevur skuldina, og so kanst tú siga harvið feløgini. Tá HSF ikki setir krøv til einstaka felagið kring landið viðvíkjandi døming, ja, so menna vit onga døming. Støðan er í løtuni, at vit hava alt ov fáar A-dómarar, og avleiðining er, at spælarar viku eftir viku síggja andlitini á somu dómarum. Tað kann jú ikki vera rætt, at sama dómaraparið dømir helvtina av dystunum hjá einum liði í kappingarárinum. Spælarar gerast ørkymlaðir, at so er.

Hjá mær er eins og hjá Kringvarpinum. Finst Kringvarpið at ávísum politikarum, so fær Kringvarpið av at vita, og orð sum partísk, karaktarmorð og forfylging eru at síggja í fjølmiðlunum. Vit onnur duga at síggja, at einki er galið við Kringvarpinum, sum bara ger sítt journalistiska arbeiðið, men galið er við politikarunum. Eg havi merkt júst tað sama frá ávísum persónum í ávísum felagið og í HSF, tá eg skrivi um døming. Men eg veit, at eg havi rætt í míni skriving, tí eg havi jú nógvar hondbóltsvinir kring landið, sum hava somu meining sum eg.

Eg havi skrivað fleiri ferðir, at tá eg spældi í bestu deildini í trettan ár, høvdu vit mest sum altíð uttanveltaða døming. Kann nevna, at okkara altjóða dómarapar á sinni Kristian Johansen og Hjalmar Petersen dømdu ongantíð Neistan, tí teir mettu seg at standa ov nær felagnum. Men hetta duga summir núverandi A-dómarar ikki at síggja. Skulu vit vera partur av altjóða hondbóltinum, so má dømingin eisini fylgja við

Tí bíði eg spentur, hvørji átøk HSF fer at borðreiða við í framtíðini, so vit fáa fleiri A-dómarapør, at summi feløg ikki sleppa at spæla fríspæl, tá talan er um døming, og at vit í Føroyum fáa uttanveltað døming eins og í øðrum londum. At siga, at Føroyar er lítið land, har øll kenna øll, er tað reina møsn. Fólkini í Føroyum kenna ikki betur hvør annan í 2016, enn tá eg spældi hondbólt. HSF skal bretta upp um armar beinanvegin og fáa skil á dømingini longu frá komandi kappingarár. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *