Altíð áhugavert at hyggja at gomlum kappróðrarmyndum, tí manningar og harvið bátar, sum rógva FM-róðrarnar, er knappliga burtur úr kappróðrinum. Myndirnar tala fyri seg. Eg tók mínar fyrstu svarthvítu róðrarmyndir í 80-árunum, tá ið eg skrivaði ítrótt á blaðnum 14. september og seinni mánadagsblaðnum Alt um ítrótt. Tá var man ungur og bjóðaði seg til at sleppa umborð á útvarpsbátin, so bestu róðrarmyndir kundu takast. Hetta gjørdi myndamaðurin á Sosialinum eisini. Áhugavert og stuttligt at vera í útvaprsbátinum, tí tá sást tú kappróðurin á annan hátt, og ongar vóru sjónvarpsmyndir.

Ørvur hevði kannað sær bitan ov tíðliga, tí Kvívíkingur vinnur ólavsøkuróðurin. Ørvar vann allir hinar róðrarnar. (Mynd Vagnur)
Eg stóð á “Ískaini” í 2003 við mínum gamla myndatóli, sum ikki var digitalmyndatól. Vit vóru júst byrjaðir at skrivað tilfar og leggja myndir inn á www.drekin.fo, og hetta skuldi gerast spennandi og áhugavert arbeiði, tí vit vóru fýra persónar, sum høvdu tilknýti til heimasíðuna. Eg skrivaði alt tilfarið, Chistopher Lützen var á hvørja stevnu og tók myndir, Magni Brøðraberg róði sjálvur, men var mest sum altíð tøkur hjá heimasíðuni, og Gunnar Hansen, sum snikkaði til heimasíðuni, sat í dómarabilinum. Tað var hann sum gjørdi skipanina, sum vit brúka í dag, har úrslit fara beinleiðis úr dómarabilinum og út til fjølmiðlarnar.
Aftur til ólavsøkuna 2003. Tá kappaðust ikki Suðuroyingur og Klaksvíkingar um FM-heitið, men Vestmenningur, Nólsoyingar, Havnarbáturin og Eysturoyingur. Eg minnist, at Nólsoyingar vann á ólavsøku hetta árið, men Eysturoyingur vann FM-heitið. Manningin á Ørvi, sum seinni mannaðu Hoyvíking, blivu slignir á nevið á ólavsøku í 2003. Ørvur hevði vunnið allar róðrarnar fyri ólavsøku, men vóru tiknir á bóli á ólavsøku av Kvívíkingi, sum “bekkaði” alt málið og vann trygt. Tá segði Halgir Dahl Olesen, sum var bátsformaður umborð á Ørvi, at hetta var ringast løtu í hansara ítróttalívi.
6-mannafarið Smyril úr Vági var øgiligur hetta árið í báti, sum teir høvdu lænt úr Vestmanna. Stuttligt at síggja 6-mannaførini, tí tey vóru so jøvn í 2003. Sílið dreingir vann FM-heitið, men Havfrúgvin vann á ólavsøku, og tað sama gjørdi Jarnbardur kvinnur, men Gongurólvur vann FM-heitið. Drekagenturnar vóru óførar í 2003 og vunnu bæði FM-heitið og ólavsøkuróðurin.
Tað eru bara tíggju ár liðin síðani í 2003, men nógv er broytt í føroyskum kappróðri. Færri bátar rógva, og summi kendir bátar hava tíverri ikki róð í nógv ár. Vónandi koma teir einaferð afturíaftur. Hvar er Vestmenningur, Eysturoyingur, Ormurin, Hoyvíkingur og Nólsoyingur bara at nevna fimm 10-mannafør. 8-mannaførini Knørrur, Ørvur, Heiðabáturin og Nevnið Reyða bara at taka nøkur úr rúgvuni? Soleiðis kunnu vit halda fram. (Vagnur)




