Úr myndasavninum – Mangan var órudduligt í høvuðsstaðnum

Sum tað er órudduligt alla staðni á havnarlagnum. (Mynd Havnin)

Sum tað er órudduligt alla staðni á havnarlagnum. (Mynd Havnin)

Hyggur tú at myndum frá 60 og 70 árunum, so sæst, hvussu órudduligt nógvastaðni var Havn. Talan var ikki bara niðri við havnarlagið og sjóvarmálan men runt allan býin. Tað var ikki fyrr enn Havnin fekk býararkitekt, brennistøð úti í Havnardali, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fór at virka, at gongdin vendi. Krøv vóru sett fyritøkum og borgarum, og skjótt broyttist støðan til tað betra. Alt gjørdi lættari at halda býin, tá ið vegirnir allir vórðu asfaltteraðir, og fyrstu gongugøturnar komu undan kavi. Læs resten

Myndin av láturkópinum er meistarliga tikin

Bjarki G. Dalsgarð hevur tikin hesa frálíku myndina.

Bjarki G. Dalsgarð hevur tikin hesa frálíku myndina av láturkópinum. Fantastisk mynd. Myndin er tikin við Tjørnunes norðan fyri Velbastað.

Skalt tú kunna taka eina so góða mynd, sum hana omanfyri, skalt tú hava gott myndatól við góðari linsu. Og so skalt tú duga at taka myndina og vera á røttum stað. Bjarki G. Dalsgarð er frítíðar myndamaður, og eg veit og havi sæð, at hann dagliga er úti í náttúrini og hevur myndatólið við sær. Hvør skal siga: Okkurt áhugavert kann stinga seg upp at taka mynd av. Bjarki leggur fleiri myndir út á Facebook. Frálíkar myndir. Tá eg sá myndina, hugsaði eg: Hvat vita vit veruliga um láturkópin. Eg havi sæð hissini kópar, men havi ikki givið mær meira far um kópin. Havi tí hugt á heimasíðuna hjá Náttúrugripasavninum og Fiskaaling, og har stendur millum annað um láturkópin. Læs resten

Gott at málið um tey samkyndu er avgreitt einaferð med alla

Nú sleppa vit undan stórum litføgrum mótmælisgongum um ólavsøkumundi. (Mynd Vagnur)

Nú sleppa vit undan stórum litføgrum mótmælisgongum um ólavsøkumundið. (Mynd Vagnur)

Vit, sum hava fylgt neyvt við málinum um tey samkyndu, hava alla tíðina vitað, at málið bar á mál fyrr ella seinni. Fall tað í morgun, so var aftur stór mótmælisgonga um ólavsøkumundið komandi. Gongdin í Føroyum hevur verið eins og í hinum norðanlondunum, men vit koma sum ikki einaferð darlandi aftaná. Vit minnast rokið um §222b. Øll hava gloymt hetta málið, og fólk fara eisini at gloyma núverandi orrustu í tinginum. Sjálvandi skulu tey samkyndu trívast í Føroyum, hava somu rættindi og ikki rekast av landinum. Haldi, at tað var spell, at kirkja og samkomur vóru drigin inn í málið. Eitt hjúnarband er avtala millum tvey fólk, meira er ikki í hesum. Ja, so dró løgtingslimir børnini inn í málið. Helvtina av børnunum í Føroyum eru fødd uttanfyri hjúnarbandið, og helvtina av hjúnarbondunum er slitin eftir 25 árum. Vilja løgtingslimir hjálpa føroyskum børnum enn meira, so er nóg mikið at tríva í. Gott, at hetta málið er avgreitt einaferð med alla. At málið skal til Danmarkar at venda, hevur lítið at siga. (Vagnur)

Miðvágs róðrarfelag er væl umboðað í FM-róðrunum í summar

Miðvingur á veg út á málið á ólavsøku 2005.

Miðvingur á veg út á málið á ólavsøku 2005.

Hugaligt at tosa við formannin í Miðvágs róðrarfelag Jógvan Hans Hansen, tí hann segði mær í telefonini mikukvøldið: – Í summar koma vit at hava átta manningar við í FM-kappingini. Tvær barnamanningar gentur og dreingir, tvær dreingjamanningar, sum manna 5-mannaførini Beintu og Frúnna, eina gentumanning, sum rør við 5-mannafarinum Beintu, og eina kvinnumanning, sum rør við 5-mannafarinum Frúnni. Eisini er 8-mannafarið Miðvingur mannað. Vit hava eisini eina kvinnumanning, sum er nakað ivasom. Hetta eru kvinnur, sum skulu umborð á 6-mannafarið Riddaran. Ikki er avgreitt enn, um tær rógva vanligu sjey FM-róðrarnar, ella tær rógva í kappingini fyri “eldru”´, sum umfatar tríggjar tær seinastu stevnurnar. Nògv fólk vóru í neystinum flaggdagin, tá bátarnir vóru flotaðir, sigur formaðurin. Læs resten

Frálík fyriskipað ódnartøk í kuldaveðri á Vestaruvág

Vøkur sjón at síggja tey fýra 6-mannaførini við kvinnum. Nærmast Jarnbardur, síðni Rádni, Lómur og Sølmundur. (Mynd Vagnur)

Vøkur sjón at síggja tey fýra 6-mannaførini við kvinnum. Nærmast Jarnbardur, síðani Rádni, Lómur og Sølmundur. (Mynd Vagnur)

Tá eg flaggdagin fyri klokkan sjey um kvøldið leitaði mær oman á Vestaru bryggja at hyggja at kappróðri/ódnarøkum, tá kavaði, og nakað var av vindi. Og í morgun er hvítt í fjøllunum. Ikki sást á rógvarum, at tað var bítandi kalt í luftini. Frálíka tiltakið var fyrireikað so mikið væl, at byrjað var til tíðina, og hesuferð var gjørt soleiðis, at tríggjar bátastøddir róðu fyrst ódnartøkini. Teinurin 140 metrar skal rógvast tríggjar ferðir. Manningarnar koma á henda á hátt ikki at sita so leingi í bátunum. Eftir einar tjúgu minuttir kundu tey fara í land aftur og í heit klæði. So sluppu næstu bátastøddir framat. Frálíkt fyriskipað róðrartiltak. Læs resten

Neistamálverjin Fríða Petersen er besti málverjin í landinum

Fríða Petesen stóð ein rimmar dyst í seinna FM-finaludystinum. Sonurin Fríðu eitur. (Mynd Vagnur)

Fríða Petersen stóð ein rimmar dyst í seinna FM-finaludystinum. Sonur Fríðu eitur Martin. (Mynd Vagnur)

Skalt tú upp á toppin í hondbólti, so má ein góður málverji standa í málinum. Í altjóða hondbólti venda málverjarnir mangan gongdini í dysti, og tikið verður til, at málverjin er helvtina av liðnum. Fríða Petersen er í løtuni besti málverji í landinum. Tá eg hoyrdi  í útvarpinum leygardagin frásøgumenninar rósa Fríðu fyri sítt avrik, so hugsaði eg, at hetta mátti kannast eitt sindur nærri. Eg havi tosað við fyrrverandi neistavenjara, sum vandi Fríðu fyri nøkrum árum síðani. Spurt hann, hvat serligt er við Fríðu. Eisini havi eg hitt Fríðu. Men fyrst til neistavenjaran: Læs resten

Trúgvi neistaáskoðarin Hildibjart Johansen mist bæði beinini

Hildibjart Johansen til seinna FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil. (Mynd Vagnur)

Hildibjart Johansen til seinna FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil. (Mynd Vagnur)

Tá Guðrun Horn í høllini leygardagin kom til mín og segði: – Hildibjart Johansen er í høllini og hyggur at neistakvinnum, hugsaði ikki nakað stórvegis, tí Hildibjart er ein av teimum trúgvastu eldru neistafólkum, sum hyggur at hondbólti. Men tá eg sá Hildibjart sita í rullustóli við ongum beinum, gjørdist eg skakkur. Ikki visti eg, at Hildibjart var so mikið sjúkur av sukursjúku, at hann hálva juni í fjør misti annað beinið og í august mánað hitt beinið. Eg kenni væl Hildibjart, strandingin, sum á sinni spældi við besta liðnum hjá Neistanum. Hildibjart havi eg hitt. Læs resten

Nøkur orð um FM-finalurnar við bláum neistaeygum

Marjun Danberg hevur í vetur spælt sítt besta ár nakrantíð í bestu deildini.

Marjun Danberg hevur í vetur spælt sítt besta ár nakrantíð í bestu deildini.

Seinastu dagarnir hava verið frálíkir hjá eldri neistamanni, sum hevur fylgt neistakvinnum síðani ungdómsárini. Neistakvinnur hava altíð verið nakað serligt fyri meg, men eg má viðganga, at eg var ikki eins spentur til FM-finalurnar um dagarnar sum somu tíð í fjør. Tá vildi eg so inniliga vinna FM-heitið nummar 40. Hesuferð meira róligur og fylgdi dystinum á Rás2 og Kringvarpinum, har eg skifti millum støðirnar. Hugaligt at hoyra frásøgumenninar rósa fyrra dystinum fyri gott spæl, ja, kanska best spælda dystin millum Kyndil og Neistan í nógv ár. Men leygardagin høvdu frásøgumenninir ikki eins rósandi orð um dystin. Læs resten

Úr myndasavninum – Tvær áhugaverdar myndir av Eystaruvág

Myndin vísir uttan iva úrslitið av fyrsta byggistigið av Molanum. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Fyrsta byggistigið at byggja Molan byrjaði í 1923. Havnin var tá eitt brimpláss. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Tá eg blaðaði í myndabókini hjá systkinabarninum Einari Michelsen, kom eg fram á tvær áhugaverdar myndir av Eystaruvág.Torført nágreiniliga at tíðarfesta myndirnar, men við at hyggja í bókina Verjir fyri Havnarvág eftir Mikkjal Helmsdal, sála, so hava vit Molan at meta okkum eftir. Farið var undir byggja Molan í 1923, og nevnir Mikkjal um annað byggistigið at leingja Molan (1945-55) og triðja byggistigið (1955-1975). Myndin má vera tikin fyri kríggið ella kanska beint eftir kríggið. Læs resten

Í 2008 og 2009 vann vinnarin av grundspælinum ikki FM-heitið

H71 venjarin Halgir Dal Olesen í døpurhuga.

H71 venjari í døpurhuga. Nógv skal gerast øðrvísi leygardagin, skal H71 vinna.

Tá eg í gjárkvøldið hoyrdi “ógvusliga” úrslitið í dystinum í Vestmanna millum VÍF og H71, kom eg at hugsa um árini 2008 og 2009. Í 2008 lá StÍF ovast á stigatalvuni í grundspælinum, men mátti lúta fyri Neistanum í FM-finalunum. Í 2009 var VÍF fremst á stigatalvuni mest sum alla kappingina, men tapti tepurt við einum máli báðar dystir í FM-finalunum, og H71 vann FM-heitið. Vit hava eina góða skipa við FM-finalum, men veikleikin er, at mansliðini spæla fyrst 24 dystir í einum grundspæli, men liðið, sum vinnur trygt grundspælið, vinnur kanska ikki FM-heitið. Er hetta rættvíst? Læs resten