
8-mannafarið Knørrur í 1990. Frá vinstru: Jógvan Elias Jacobsen, Guttormur Skaale, Regin Joensen, Petur í Gong, Magnus Gaard, Andreas Ihlen, Páll Olaf Jacobsen, Høgni Hentze og Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)
Í dag kom eg fram á myndina omanfyri, sum eg tók í 1990. Myndin er av 8-mannafarinum Knørri tikin uttan fyri neystið á “Lágukai”. Øtaðist við, at tá eg hugdi í hagtølini frá róðrarárunum 1989 og 1990, tí á ólavsøku í 1990 róðu ellivu 8-mannafør, og á tveimum stevnum í 1989 vóru tað tólv 8-mannafør, og hetta árið róðu fimtan ymisk 8-mannafør. Manningin omanfyri vann FM-heitið í 1989 og 1990. Eg havi hitt Olaf Vesturgarð, sum róði við bátinum. Og hann sigur í stuttum.
– Vit vandu ógvuliga nógv hetta árið. Vóru annað hvønn dag í bátinum, og vit vandu eisini styrkivenjingar í “Form og Figur”. Hans Joensen hjálpti okkum, og Aksel Haraldsen hevði eisini fingur við í spælinum. Hetta við at eta rætt og liva sunt í róðrarárinum. Vit vunnu sum sagt FM-heitið bæði í 1989 og 1990. Tá vóru ongar rógvimaskinur, men vit runnu eisini, sigur Olaf í stuttari viðmerking.
Róðrarfelagið Knørrur var stovnað í 1985, og 8-mannafarið Knørrur hevur áhugaverda byrjunarsøgu. Tá eg hyggi í hagtølini, síggi eg, at 8-mannafarið Leirvíkingur er við í 1979, men árið eftir í 1980 er báturin komin til Havnar og fær navnið Postbáturin. Postbáturin, sum nú er bláur, er við í 1980, 1981, 1982, 1983 og 1984, har besta úrslitið var í 1980, tá báturin gjørdist nummar tvey í FM-kappingini.
Men so í 1985 broytir Postbáturin navn til Knørrur, og longu sama árið vinnur Knørrur meistaraheitið. Felagið verður eisini stovnað í 1985 og heldur til í søguliga neystinum á “Lágukai”. Tey fingu eisini 6-mannafarið Jarnbard, og báðir bátarnir stóðu í nógv ár í søguliga neystinum. Síðani er felagið vaksið nógv og heldur til gamla pakkhúsinum á Müller brúgv.
Ì 1985, tá felagið var stovnað, vóru eingi skiftingarrúm og brúsur í gamla neystinum á “Lágukai”, og nú vit skriva 2016, og nógvur bátarnir hjá felagnum standa væl, so eru framvegis eingi skiftingarrúm og ongar brúsur. Men, sum eg skilji, so kemur hetta í rættlag ikki um so langa tíð. (Vagnur)
