Tá ið havnarfólk mistu Molan sum besta áskoðarapláss

Róðrarmálið í Havn er bara 901 metur langt. (Mynd Vagnur)

Molin var besti sýnisgluggin hjá kappróðrinum í Havn. Í 2004 stongdi Tórshavnar Havn Molan, og rógvarar máttu vera bilarnar og áskoðararnar á Molanum fyri uttan, sum bæði rennandi, súkklandi og koyrandi í bili heimeftir fylgja bátunum. Molin var besti sýnisgluggin hjá kappróðrinum í Havn. Tíverri mistu vit henda sýnisglugga. Læs resten

Fekk sjáldsama løgið aftursvar frá HSF-skrivstovuni

HSF skal læra seg at geva fjølmiðlafólkum væl undirbygt aftursvar. (Mynd Vagnur)

HSF skal læra seg at geva fjølmiðlafólkum væl undirbygt aftursvar. (Mynd Vagnur)

Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði eg sum fjølmiðlamaður nøkur orð til Hondbóltssambandið og spurdi, hví júst hesir dómarar vóru settir at døma nakrar dystir í bestu deildini. Nú roknaði eg við, at hetta skrivið endaði hjá nevndini í HSF, men so var ikki. Umsitingin avgreiddi skrivið og gav mær sjáldsamt svar. Tað var sagt, at skal nevndin eisini hava skrivið, so mátti eg viðmerkja hetta. Hetta er uttan iva rætt. Tað vóru nakrir setningar í aftursvarinum, sum eg haldi hevur áhuga, tá vit tosað um dómarastøðuna í hondbóltinum. Læs resten

Á sumri 2017 fara skúlarnir úr Hoydølum. Hvat so við økinum?

Sum tað er vakurt at síggja Hoydalar í hesum hami. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Sum tað er vakurt at síggja Hoydalar í slíkum hami. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Tá eg í seinastu viku koyrdi eina abbadóttir í skúla í Hoydølum, så eg “kaos”, sum sjáldan er at síggi í býnum. Vegurin millum bygningarnar er bæði uppihaldsstað hjá næmingum, gongubreyt og koyribreyt. Komi at hugsa um tvær myndir úr Hoydølum, sum sá í myndabók hjá einum systkinabarni. Ein pápabeiggi mín hevur uttan iva tikið myndirnar í 1940-árunum, tá hann var á veg í Hoydalar at vitja systrina, sum hevði tuberklar. Ikki av tilvild, at tey í 1907 valdu at byggja Sanatoriið júst har. Har var friðarligt og lítil vandi at smitta fólk niðri í Havnini. Vit skriva nú 2016, og dagarnir hjá studentarskúlanum og HF-skúlanum eru um at vera taldir. Hetta annars hugliga stað er í løtuni alt annað enn hugnaligt. Tú kanst í fjølmiðlunum síggja, at kjakið er byrjað, hvat økið skal brúkast til, tá skúlarnir á sumri 2017 eru fluttir í Marknagil. Læs resten

Eysturoyingur vunnið fimm meistaraheiti síðani ár 2000

Eysturoyingur 2016. Á lærbekki sita Bogi Olsen bakborð og Óli Hansen stýriborð, á eysrúmsbekki sita Hans Karl Jacobsen bakborð og Jónleif Hansen stýriborð, á rúmbekki sita Lars í Dalinum bakborð og Hilmar Sam Lamhauge stýriborð, á bógbekki sita Ludvík við Stein og Jóhan Herman Slættalíð stýriborð, og á toftibekki sita Kem Veihe í bakborð og Jón Nónklett í stýriborð. Teir vænta, at róðursmaðurin fer at eita Sonni Oddbjørn Johnsson. Mynd

Eysturoyingur 2016. Á lærbekki sita Bogi Olsen bakborð og Óli Hansen stýriborð, á eysrúmsbekki sita Hans Karl Jacobsen bakborð og Jónleif Hansen stýriborð, á rúmbekki sita Lars í Dalinum bakborð og Hilmar Sam Lamhauge stýriborð, á bógbekki sita Ludvík við Stein bakborð og Jóhan Herman Slættalíð stýriborð, og á toftubekki sita Kem Veihe bakborð og Jón Nónklett stýriborð. Teir vænta, at róðursmaðurin fer at eita Sonni Oddbjørn Johnsson. Kvinnan í rongini eitur Inga Veihe. (Mynd Hjalmar Jóhan Juul)

Gleðilig tíðindi at frætta, at nú er 10-mannafarið Eysturoyingur mannað. Seinastu fimm árini hevur báturin bara eina árið róð FM-róðrarnar, og tað var í 2014. Hyggja vit í hagtølini og taka saman um árini aftur til ár 2000, so gjørdist Eysturoyingur meistari í 2010, 2007, 2005, 2003 og 2002. Formaðurin í róðrarfelagnum eitur Gundmundur Danielsen, og á lærbekki umborð á Eysturoyingi situr kendi rógvarin Bogi Olsen. Teir báðar havi eg spurt eitt sindur um, hvussu gongst at mannað bátarnar. Fyrst formaðurin Læs resten

Jarnbardur ætlar at bjóða teimum ungu rógvarunum av

Kvinnur umborð á Jarnbardi eru ikki skornar fyri tungubandi, skal eg heilsa og siga. (Mynd Vagnur)

Kvinnurnar umborð á Jarnbardi eru ikki skornar fyri tungubandið, skal eg heilsa og siga. (Mynd Vagnur)

Sum uppískoyti til greinina um Ormin langa, skal eg nevna, at hesar “eldri” kvinnur umborð á Jarnbardi fara at rógva allar sjey FM-róðrarnar í summar. Eg skrivaði eftir ólavsøku í fjør, at nú má FM-kappingin í róðri ikki gerast eitt sjálvtøkuborð. Eg sipaði til, at fyri norðoyastevnu í fjør høvdu tær har norðuri mannað Sundabátin við kvinnum, men kvinnurnar vóru tvingaðar á rógva við 5-mannafari, tí einki 6-mannafar var at rógva ímóti. Men so hendi nakað Læs resten

Teir umborð Orminum langa hava góðar vónir í summar

Ormurin langi 2016. Á lærbekki sita Bárður Skorheim Guttesen bakborð og Jákup Símun Fríðheim stýriborð. Á eystrúmsbekki sita Leif á Bøgarði stýriborð og Hálvdan Brink Dalsgaard bakborð.

Ormurin langi 2016. Á lærbekki sita Bárður Skorheim Guttesen bakborð og Jákup Símun Fríðheim stýriborð, á eystrúmsbekki sita Leif á Bøgarði stýriborð og Bjarti V. Guttesen bakborð, á rúmbekki sita Óli Dam stýriborð og Bárður Johannessen bakborð, á bógbekki sita Rúni Mohr Jónsson stýriborð og Hálvdan Brink Dalsgaard bakborð, og á toftubekki sita Henningur Einar Juul stýriborð og Tórur Skorheim Guttesen bakborð. Róðursmaðurin eitur Sámal Kristiansson. (Mynd Vagnur)

Róðrarfelagið Knørrur hevur heilt góðar umstøður til bátarnar í pakkhúsinum á Müllersbrúgv, men framvegis eru eingi skiftingarrúm, ongar brúsur og eingin dráttur. Hetta er afturvendandi trupulleikin og samtaluevnið millum róðrarfólkini. Ørindini míni vóru at fáa at vita, hvørjir menn manna 10-mannafarið Ormin langa. Ormurin, sum summi rópa bátin. Seks av manningini róðu eisini við bátinum í fjør, og miðalaldurin er um 23 ár. Vælupplagdir ungir menn, sum settu seg við árarnar hóskvøldið. Læs resten

Úr myndasavninum – Fýra kend ítróttafólk til skrúðgongu

Petur Sigurd Rasmussen, Dia Jacobsen, Malvina á Dunga og Tórur Holm, sáli, seinast í 50-árunum. (Myndaeigari: Malvina á Dunga) 

Skrúðgonga er fastur táttur á ólavsøku, har ítróttafólk og hornorkestur ganga skrúðgongu. Á mínum ungu árum var næstan altíð soleiðis, at ítróttafeløgini bóðu ítróttafólk bera flaggið á ólavsøku, sum høvdu framt serligt avrik á vølli, í báti, í fimleiki, á rossabaki ella í svimjihyli. Niðanfyri orð skrivaði eg fyri umleið tveimum árum síðani. Læs resten

10-mannafarið Drekin reyði hevur mest sum somu manning

Drekin reyði hevur aftur í ár heilt góða manning. (Mynd Vagnur)

Drekin reyði hevur aftur í ár heilt góða manning. (Mynd Vagnur)

Altíð áhugavert at koma í støðna á Argjum, nú vit eru farin inn í nýtt kappróðrarár. Ørindini míni týskvøldið var at finna út av, hvørjir menn í summar rógva við 10-mannafarinum Drekanum reyða. Tá eg sá nakrar av mannigini spæla við fótbólt uttan fyri neystið, gjørdist mær greitt, at manningin í summar er nakað hin sama sum í fjør. Havi altíð hildið, at Argja róðrarfelag er væl rikið felag, og at væl gongst at manna bátarnar. Neystið stendur í góðum umhvørvi, og har eru altíð fólk í støðni. Argja róðrarfelag hevur havt aðalfundin, og sama nevndin heldur fram við Óla Hendrik av Fløtum sum formanni, og hann havi eg hitt. Læs resten

Spæliplássið í Grasagarði er sera væl umtókt

Nýggja spæliplássið verður nógv vitja bæði av barnagørðum og skúlanæmingum. (Mynd Vagnur)

Nýggja spæliplássið verður nógv vitja bæði av barnagørðum og skúlanæmingum. (Mynd Vagnur)

Er gott í veðrini spæla nógvur ungdómur á nýggja spæliplássinum í Grasagarði. Hetta síggi eg dagliga, tá eg koyri ella gangi framvið. Í morgun var eg fyrstu ferð inni á økinum, og har vóru nógv børn, sum stuttleikaðu sær á spæliplássinum. Grundvøllurin er gjørdur úr nakað sama tilfari, sum rennibreytin á Tórsbreyt. Eg fór inn á økið, tí eg vildi spyrja læraran hjá børnunum, um eg kundi taka mynd, meðan børnini spældu. Tað vísti seg, at tey umleið tjúgu børnini í einum triðja flokki vóru komin til Havnar úr Vági, Tey skuldu til ein fagna í Norðurlandahúsinum. Ein fyrikomandi kona úr Vági, sum eg prátaði eitt sindur við. Læs resten

Vangamyndin – Angri framvegis, at eg gavst at spæla sum 24 ára gomul (e)

Duddan

Maðurin bað meg gevast at spæla hondbólt sum 24 ára gamal. (Mynd Vagnur)

Alla mín tíð hevur Duddan havt stóran áhuga í Neistanum, men hon var givin at spæla, tá ið eg byrjaði at spæla í 60 árunum. Duddan spældi í Neistanum frá fimtan ára aldur, til hon var 24 ára gomul. Tá helt maðurin, at hon átti at latið ungar spælarar sleppa framat. – Hetta angri líka til dagin dag, sigur Duddan, sum hevur album við nógvum myndum frá ferðini í Norra í 1950 saman við B36 liði.  Læs resten