10-mannafarið Drekin reyði hevur mest sum somu manning

Drekin reyði hevur aftur í ár heilt góða manning. (Mynd Vagnur)

Drekin reyði hevur aftur í ár heilt góða manning. (Mynd Vagnur)

Altíð áhugavert at koma í støðna á Argjum, nú vit eru farin inn í nýtt kappróðrarár. Ørindini míni týskvøldið var at finna út av, hvørjir menn í summar rógva við 10-mannafarinum Drekanum reyða. Tá eg sá nakrar av mannigini spæla við fótbólt uttan fyri neystið, gjørdist mær greitt, at manningin í summar er nakað hin sama sum í fjør. Havi altíð hildið, at Argja róðrarfelag er væl rikið felag, og at væl gongst at manna bátarnar. Neystið stendur í góðum umhvørvi, og har eru altíð fólk í støðni. Argja róðrarfelag hevur havt aðalfundin, og sama nevndin heldur fram við Óla Hendrik av Fløtum sum formanni, og hann havi eg hitt.

Drekin reyði 2016. Á lærbekinnum sita Meinhard Akraberg Hansen stýriborð og Sverri Tórstún bakborð. Á rúmbekki sita Jákup Joensen stýriborð og Jukku Guttesen bakborð. Á bógbekki sita Heðin Olsen stýriborð Beinir Ragnuson bakborð. Ragnuson

Drekin reyði 2016. Á lærbeki sita Meinhard Akraberg Hansen stýriborð og Sverri Tórstún bakborð, á eysrúmsbekki sita Jákup Joensen stýriborð og Jakku Guttesen bakborð, á rúmbekki sita Heðin Olsen stýriborð og Beinir Ragnuson bakborð, á bógbekki sita Hallur Djurhuus stýriborð og Høgni Jacobsen bakborð, og á toftubekki sita Óla Hendrik av Fløtum stýriborð og Jákup Steffansson bakborð. Róðursmaðurin eitur Rókur Johannessen.  (Mynd Vagnur)

– Vit eru í “luksusstøðu”, tí so nógvir rógvarar vilja umborð á Drekan reyða. Síðani vit fingu 10-mannafarið í 2014, hevur ein stamma róð við bátinum, og frá í fjør eru bara tveir rógvarar farnir í land. Men so koma tveir rógvarar umborð, sum róðu við bátinum í fyrraári, so tað kann ikki vera betur. Báturin er sum nýggjur, tí vit hava pussan bátin innan og lakerað hann av nýggjum. Vit eru sjálvandi spentir til róðrarárið, og sum skilst eru fýra 10-mannafør mannað, og eru tað Havnarbáturin, Ormurin, Eystoyingur og Drekin reyði.

– Argja róðrarfelag hevur higartil fingið mannað sjey bátar til summarið. 10-mannafarið Drekan reyða, Argjabátin, 6-mannafarið Lóm við kvinnum, 5-mannaførini Blik og Teistan við kvinnum og 5-mannaførini Blik og Teistan við dreingjum. Enn hava vit onga barnamanning, sigur formaðurin Óla Hendrik av Fløtum í stuttari viðmerking.

Óla Hendrik av Fløtum er formaður í Argja róðrarfelag. (Mynd Vagnur)

Óla Hendrik av Fløtum er formaður í Argja róðrarfelag. (Mynd Vagnur)

Júst, sum eg skuldi fara til húsa, hitti eg argjamann í støðni. Spurdi hann, um hann var komin at hyggja at kappróðrarbátum, og hann segði nakað soleiðis: – Vit á Argjum gleða okkum altíð til nýtt róðrarár, og gleðiligt at síggja teir reyðu bátarnar aftur á floti. Kappróður hevur stóran áhuga á Argjum, og nógv argjafólk vilja fegin stuðla felagnum, segði innføddi argjamaðurin.

Eg fekk eisini at vita í støðni, at ætlanin var at fáa mannað 10-mannafarið Nólsoyingin, men tað gekk strilti at finna teir seinastu rógvararnar. Tí manna nólsoyingar Argjabátinum í summar. Gott fyri Argja róðrarfelag, men ikki gott fyri okkum onnur, sum heldur ynsktu sæð Nólsoyingin summar. Tá høvdu vit fimm 10-mannafør. Eitt bát í miðjuni við teimum bátum um stýriborð og bakborð.

Ja, rógvararnir skemtaðust eitt sindur í støðni um Klaksvíking. – Munnu teir ikki koma við á ólavsøku. Drekin reyði róði fyrstu ferð í 2014, tá báturin vann allar FM-róðrarnar og harvið meistaraheitið. Í fjør stóð kappingin millum Klaksvíking og Drekan reyða. Klaksvíkingur vann fýra FM-róðrar og Drekin reyði tríggjar róðrar. Klaksvíkingur vann tepurt á Drekanum reyða á ólavsøku og vann harvið meistaraheitið. Báðir bátarnir endaðu á 45 stigum. (Vagnur)

.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *