Gudmundur Gudmundsson valdi skeivt lið frá byrjan

Niklas Landin er fantastiskur málverji.

Niklas Landin er fantastiskur málverji.

Áhugavert at síggja fleiri góðar hondbóltsdystir um vikuskiftið. Nú havi eg alla mína tíð fylgt danska manslandsliðnum, men eisini øðrum landsliðum, og tí var eg spentur at síggja, um danska liðið megnaði at koma OL-leikirnar í Brazil. Liðið spældi herfyri ein venjingardyst í Týsklandi, har Mikkel Hansen ikki var við. Ikki gekk væl, og har sást tú veikleikarnar á liðnum, sum aftur kom til sjóndar í øllum trimum dystunum ímóti Kroatian, Norra og Bahrein. Og hvørjir eru so afturvendandi trupulleikarnir? Læs resten

Vit mugu skilja sundur mans – og kvinnukappingina, sigur Kristoffur Ragnarsson

Á jólum í 2014 fekk Kristoffur ársins rósu fyri dygdararbeiði fyri ungdóm í Klaksvík. (Mynd Norðlýsið)

Á jólum í 2014 fekk Kristoffur ársins rósu fyri dygdargott arbeiði fyri ungdómin í Klaksvík. (Mynd Norðlýsið)

Í ár 2000 byrjaði ein gulltíð hjá kvinnuhondbóltinum í Klaksvík. Stjørnan vann seks meistaraheiti frá 2000-2010, og Stjørnan var tíggju ferðir í steypafinaluni frá 2002 til 2012, har liðið vann sjey steypafinalur. Frálíkt kvinnulið við nógvum góðum royndum spælarum, og tað eydnaðist felagnum at finna røttu góðu útlendingarnar. Nú skrivað vit 2016, og Stjørnan í bestu deildini er ikki frammi í oddanum í løtuni. Hetta havi eg tosað um við Kristoffur Ragnarsson, formann í Stjørnuni. – Tað hevur haltað við ungdómsarbeiðinum, men næstu tvey árini fer besta liðið hjá Stjørnuni at mennast munandi. Annar haldi eg, at vit nú mugu skilja sundur mans-og kvinnukappingina, so tær gerast tvær sjálvstøðugar kappingar, sigur Kristoffur.. Læs resten

Mikukvøldið var Havnarbáturin drigin úr neystinum í Álakeri

Góð kensla at síggja Havnarbátin vera drigin úr neystinum. (Mynd Vagnur)

Góð kensla at síggja Havnarbátin vera drigin úr neystinum. (Mynd Vagnur)

Góð kensla mikukvøldið at koma oman í Álaker við myndatólinum, tí nú skuldi Havnarbáturin fyrstu ferð flotast í hesum róðrarárinum. Gitingar hava verið, hvørji 10-mannafør rógva í summar, og fyri meg og onnur, sum eru góð við Havnarbátin, er av heilt stórum týdningi, at Havnarbáturin er mannaður. Ikki er lætt at manna stóru bátastøddirnar kring landi, og tí var eg glaður at síggja Havnarbátin leggja frá landi og fara fram við Argjalandi. Læs resten

Nú gevi eg borgarstjóranum Heðini Mortensen rætt

Heðin, hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum.

Heðin, hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum.

Heðin Mortensen fylti sjeyti ár í gjár hósdagin. Til lukku við føðingardegnum, Heðin. Eg hoyrdi Heðin siga í útvarpinum í gjár, at hann var bakbitin av Javnaðarflokkinum, tí samstundist, sum valfelagið hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy bað Heðin koma á listan, so vilja javnaðarfólk hava Heðin antin at velja borgarstjórastarvið ella løgtingsstarvið. Heðin sigur, at samstundist, sum Javnaðarflokkurin vildi hava hansara atkvøður til løgtingsvalið, og tí vildi hava hann á lista, so vilja tey ikki kennast við hann í løgtinginum. Rætt hevur tú Heðin. Læs resten

Team Klaksvík mugu vit hava í bestu deildini

Kristian Andreasen er formaður í Team Klaksvík.

Kristian Andreasen er formaður í Team Klaksvík.

Tað vóru døpur tíðindi at hoyra fyri nú nógvum árum síðani, at Stjørnan úr Klaksvík var givin við dreingja- og manshondbóltinum. Stjørnan hevði í millumbilum heilt gott manslið og fleiri góð dreingjalið, men so fánaði hetta virksemi burtur í felagnum. Kvinnurnar hjá Stjørnuni høvdu heilt góðan byr, men fyri okkum á síðulinjuni, var hetta ikki nøktandi, tí sjálvandi skuldi dreingja- og manshondbóltur eisini spælast í Klaksvík. Í 2006 frættu vit so gleðistíðindini, at tey høvdu stovnað hondbóltsfelagið Team Klaksvík, sum var meira enn vælkomið í hondbóltsfamiljuna. 12. september í ár fyllir Team Klaksvík tíggju ár. Eg havi hitt formanin í felagnum Kristian Andreasen og spurt hann um framtíðina hjá felagnum, og um, hvussu støðan í felagnum er í løtuni. Og Kristian sigur soleiðis: Læs resten

VB kvinnur ætla sær ikki at kasta handklæðið í ringin

Vígdis Nolsøe er forkvinna í Vágs bóltfelag.

Vígdis Nolsøe er forkvinna í Vágs bóltfelag.

Tá eg fyri kappingina seinasta heyst las hondbóltsblaðið Hondbóltur 2015/16, hugsaði eg mítt, tí í spælarahópinum hjá VB vóru bara tíggju nøvn harav tríggir útlendingar. Spælarin Helga E. Kjærbo sigur við blaðið, at tað kemur at liggja stórt trýst á VB-spælarum, tí spælarahópurin er so smalur. Nú eru vit í apríl mánað, og grundspælið er um at enda. Niðast er VB við seks stigum, og hetta má uttan iva vera vánaligasta árið hjá VB kvinnum seinastu tjúgu árini. Alt hevur eina orsøk, og tað havi eg tosað við forkvinnuna í VB um, sum eitur Vígdis Nolsøe, og hon sigur.

– Vit vistu, at spælarahópurin var smalur, og at VB-kvinnur fóru at hava torført at fóta sær í bestu kvinnudeildini. Men at tað fór at ganga so illa, droymdu vit ikki um. Tað hevur verið stríggið hjá liðnum í vetur, serliga tí spælarahópurin er sárbærur. Liðið tolir ikki at missa kanska tveir spælarar vegna skaða, tí vit hava ongar aðrar spælarar at seta í staðin. Tilgongdin av spælarum er lítil og kanska okkurt árið ongin, tí er torført at fáa puslispælið at ganga upp. Læs resten

Julian Johansen eisini venja kyndilsmenn komandi kappingarár

Julian Johansen valdi heldur venjarastarvið enn at spæla sjálvur.

Julian Johansen valdi heldur venjarastarvið enn at spæla sjálvur.

Mansvenjarin hjá Kyndli Julian Johansen er fyrikomandi venjari, sum er í serstøðu í føroyskum hondbólti. Hann brennur so nógv fyri at venja hondbóltslið, at hann sum 26 ára gamal hevur lagt sítt egna hondbóltsspæl á hillina í hvørfall fyribils, tí Julian skal eisini venja kyndilsmenn næsta kappingarár. Ikki er heilt greitt enn, hvør verður hjálpavenjarin. Eg havi spurt Julian, hvussu hann er nøgdur við fyrsta árið sum mansvenjari, og um hann saknar at spæla hondbólt sjálvur. Julian sigur soleiðis: Læs resten

Útlendskir dómarar áttu at dømt komandi FM-finalurnar

Ársins dómarapar spæla jú eisini fótbólt og tí ikki altíð tøkir.

Ársins dómarapar spæla jú eisini fótbólt og tí ikki altíð tøkir.

Gjørdi HSF rætt, vóru boð send til hini norðanlondini um at senda hondbóltsdómarapør til Føroya at dømt komandi FM-finalurnar. Tey somu fáu A-dómarapørini hava í grundspælinum dømt tey somu liðini so ofta, at sambandið millum spælarar, venjarar, dómarar og áskoðarar er uppslitið. Ein spælari segði mær, at sama dómarapar hevði dømt seg helvtina av dystunum í grundspælinum. Eg síggi eisini á dómaraseðlunum, at tað eru bara trý dómarapør, sum sleppa at døma toppliðini, meðan onnur dómarapør sleppa bara at døma kvinnudystir. Læs resten

Neistin 85 ár – Neistakvinnur vunnu í 1943 fyrstu FM-kapping

Neistakvinnur vinna meistaraheitið í 1943. Aftast fr.v: Hermanda Jacobsen og Helena Dal-Cristiansen. Miðjan fr.v: Helga Magnussen, Súsanna Poulsen, Jacobina Jacobsen og Elsa Hansen. Fremst málverjin Elisabeth Johansen. Eftirnøvnini eru gentunøvnini.

Neistakvinnur vinna meistaraheitið í 1943. Aftast fr.v: Hermanda Jacobsen og Helena Dal-Cristiansen. Miðjan fr.v: Helga Magnussen, Elsa Hansen , Súsanna Poulsen og Jacobina úr Víkarbyrgi. Fremst málverjin Elisabeth Johansen. Eftirnøvnini eru gentunøvnini. (Onkur kann rætta meg, tí eg ivist í raðfylgini á tveimum kvinnum)

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað 21. mars 1931, men ikki fyrr á sumri í 1943 var skipað fyri fyrstu landskapping fyri menn og kvinnur. Nógv ungfólk vóru heima undir krígnum, tí var lætt at manna liðini. Mansliðið hjá strandingum vann meistaraheitið í 1943, 1944 og 1945. Neistakvinnur vunnu meistaraheitið í 1943, Vípan av Sandi vann í 1944 og Stjørnan úr Klaksvík vann meistaraheitið í 1945. Neistakvinnur vunnu aftur meistaraheitið í 1946. Tá kríggið var av, følnaði hondbólturin nógvastaðni, tí ungdómurin minkaði í stórum tali í bygdunum. Tey fóru uttanlands, út at tæna, og ungir menn fóru aftur til skips. Løgið at hugsa sær, at kvinnur undir krígnum spældu hondbólt í Sandvík, Akrabyrgi,  Hvalba, Skúvoy, Nólsoy, Gøtu og aðrastaðni kring landið, har tey framvegis spæla hondbólt. Myndin omanfyri er søgulig, og tað er gott, at vit eiga mynd av kvinnuliðnum frá 1943. Verri er við neistamonnum, sum vunnið meistaraheitið í 1949, 1953 og 1955. Eg havi leitað í hvørjum króki í Føroyum, men eingin liðmynd er at finna av neistamonnum hesi trý FM-árini. Spell. Tit leggja til merkis, at kvinnurnar á myndini hava búmerkið hjá Havnar fimleikafelag í bringuni. Tær gjørdu allar eisini fimleik, og uttan iva vóru ongar neistatroyggjur tøkar til landskappingina. (Vagnur)

Norðlýsið fór í 1945 av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju

Birgir Enni og Norðlýsið hava nú í tretivu ár siglt við ferðafólki kring landið. (Mynd Vagnur)

Birgir Enni og Norðlýsið hava nú í tretivu ár siglt við ferðafólki kring landið. (Mynd Vagnur)

Kemur tú oman í Vágsbotn hesa tíðina á árinum og til einaferð í heyst, sært tú Birgir Enni nærindis, um Norðlýsið liggur við bryggju. Hóskvøldið var einki undantak, tí Birgir og ungur dani bankaðu rust á bryggjuni. Nú skuldi ketan og akker gerast klár til summarsiglingina. Birgir er prátingarsamur maður, og hann greiddi mær eitt sindur um matgerð, og at boð eru fleiri ferðir eftir honum uttanlands at gera henda forkunnuga matin hjá Birgiri. Hann er jú kendur fyri góðu fiskasuppurnar, og so øðurnar, sum fólkum dámar so væl. Partafelagið Ùtferðir eigur Norðlýsið, har Birgir sjálvur, sonurin og onnur eru partaeigarar. Hann hevur nú í tretivu ár siglt við ferðafólki við Norðlýsinum. Eg havi til stuttleika funnið nakað tilfarið um Norðlýsið, sum var bygt á Tórshavnar skipasmiðju í 1945. Vakurt far, má eg siga.   Læs resten