21. mars fylti Hondbóltsfelagið Neistin 85 ár. Og hugsi eg aftur í tíðina, tá eg fyrstu ferð kom í Gundadal at spæla hondbólt sum tólv ára gamal, komi eg at hugsa um Hans Mortensen. Ein framsíggin ungur neistamaður, sum longu tá sá, at skulu vit menna ungdómshondbóltin, mugu vit útvega Neistanum eitt felagshús. Hans slóðaði saman við Christiani Jørgensen fyri at byggja Neistahúsið, sum kollvelti Neistan. Húsið gjørdi, at ungdómur streymaði í felagið. Dreingir og gentur spældu fyrstu landskapping í 1963, og ungu neistaliðini vóru í oddinum frá byrjan. Í 2012 skrivaði eg niðanfyri grein um neistaeldsálina Hans Mortensen, sum vit hava so nógv at takka fyri. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Nakrar hugleiðingar fyrsta páskadag Yviri við Strond
Fyrsta páskadag stóð eg eina løtu við vegjaðaran Yvir við Strond og hugleiddi eitt sindur um tað, eg sá. Hetta vakra stað við góðum útsýni eystur og suður í hav. Válgaravík, har tú sum lærari plagdi at spáka millum steinarnar, meðan næmingar leitaðu eftir krabbum. Minnast aftur á løtur, tá brimið kom eysturi úr opnum havi, har aldumegin var so stór og sterk, at tað skolaði niðan á vegin. Tú sært á lendinum, hvussu veður og vindur hevur máa úr lendinum. Teir byrjaðu í Válgarvík at laða Stóragarð, sum skuldi halda seyðinum burtur frá innangarðsjørðini í Havn. Lítið er eftir av Stóragarði, tó so, smáir bitar millum annað í garðinum hjá okkum. Knappliga hvakk eg við, tí nú ímyndaði eg mær handan nógv umtalaða vegin, sum skuldi oyðileggja hesa vøkru perlu Yvir við Strond. Læs resten
Vit bíða framvegis í tolni eftir brúnni um Sandá
Haldi ikki, at fólk leggja so nógv í, at tað dregur út at fáa brúnna um Sandá lidna. “Bara hon kemur, og at menn arbeiða á brúnni hvønn dag”, siga fólk. Eg havi fylgt hesum arbeiðnum frá byrjan, tí eg koyri fleiri ferðir um vikuna har á leiðini. Løtan, tá borgarstjórin skal klippa snórin, er útsett fleiri ferðir. Á ólavsøku í fjør skuldi brúgvin vera liðug, og so skuldi brúgvin ikki gerast jólatrøll. Síðani sá eg dagin 28. februar standa onkrastaðni, og nú siga fólk, at brúgvin letur upp flaggdagin. Eg vóni, tey meina flaggdagin komandi. Teir hava fingið fatur í rundkoyringarnar báðumegin, men so skal brúgvin asfalterast, og trygdin skal vera í lagi. Hugsi mangan, hvussu torført tað má vera hjá fyritøkum at bjóða upp á slík stór arbeiði. Hvussu við dagbøtum? Vit sóu eisini í fjølmiðlunum herfyri, hvussu ymisk tilboðini vóru at útbyggja Tórshavnar Havn. Lægsta tilboðið var 387 milliónir krónur, meðan hægsta tilboðið var slakar 800 milliónir krónur. Í Føroyum hava fyritøkur stórar trupulleikar at halda tíðarætlanina, men sum eg skilji, so eru tað ikki bara fyritøkurnar, sum hava skuldina. Vit hava hoyrt um broytingar í tekningum, meðan arbeiði fara fram. (Vagnur)
Stigatalvan og spennandi endaspurturin í grundspælinum
Eg rokni við, at mansspælarar hjá VÍF, KÍF og Kyndli hava meira enn einaferð hugt at stigatalvuni, tí “teoretiskt” kunnu øll trý liðini náa FM-finalurnar, tó Kyndil við heilt lítlum møguleika. VÍF og Kyndil hava tveir dystir eftir at spæla, meðan KÍF hevur tríggjar dystir. VÍF og KÍF kunnu sjálvi gera av, um tey koma í FM-finalurnar, liðini skulu bara vinna restandi dystirnar. VÍF skal spæla í Kollafirði 13. apríl, og skal KÍF vinna við meira enn tólv málunum, skal liðið vera betri í innanhýsis málum í mun til VÍF. 3. apríl skal KÍF inn á Skála at spæla ímóti StÍF, og tá kann nógv broytast á stigatalvuni, og gitingarnar hava tá eitt annað grundarlag. Læs resten
Mánin ger av, um páskirnar eru tíðliga ella nakað seinni
Ikki er torført hjá fólki at finna útav, nær vit halda jól, og hví vit halda jól. Jólaaftan er altíð 24. desember, og tá var Jesus føddur. Men torførari er hjá fólki at finna útav, nær páskirnar eru, tí tildømis Langi fríggjadagur er ikki ávísan fríggjadag hvørt ár.
Fólk taka mangan til: – Páskirnar eru tíðliga í ár. Fert tú á gøtuna og spyrt fólk, hví páskirnar eru tíðliga, so vita tey flestu ikki, men summi siga kanska soleiðis: – Er tað ikki okkurt við mánanum, sum ger av, nær páskirnar eru. Og rætt hava tey. Læs resten
Úr myndasavninum – eg eri uppvaksin við Restorffs bryggjaríi
Umhvørvið við Landsvegin í Havn, har eg eri uppvaksin, gjørdist fátækari, tá ið Restoffs bryggjarí av fíggjarligum ávum mátti snara lykilin fyri seinastu ferð. Altíð havi eg vitað, at tað var danin M.C. Restoff, sum byrjaði fyritøkuna í 1849. M.C. Restoff kom til Føroya í 1840, og handilsevnini komu skjótt til sjóndar. Tá ið fríhandilin kom ístaðin fyri einahandilin, var M.C. Restoff ein tann fyrsti, sum dró sær nyttu burtur úr hesum. Sjálvur minnist eg bara Andreas Restoff, sum átti Restoffs bryggjarí, og fyritøkan blómaði í mínum ungdómsdøgum. Læs resten
Hondbóltsfelagið Neistin fyllir 85 ár í dag 21. mars

Í 1936 kundu neistaspælarar spæla á egnum vølli í Gundadali. Vøllurin lá við síðuna av fótbóltsvøllinum.
Tú kanst býta Neistans søgu í fleiri partar. Neistalogin tendraði á Vaglinum 21. mars 1931, og í 1936 byggja tey hondbóltsvøll við fótbóltsvøllin í Gundadali. Síðani verður nýggjur grúsvøllur tikin í nýtslu longri uppi Gundadali í 1946, og hesin vøllur verður asfalteraður í 1964, tá ÍSF fyllir 25. Nýggja snotuliga neistahúsið verður tikið í nýtslu í 1964, og um heystið í 1970 fer hondbólturin spakuliga frá at vera uttanduraspæl til eitt innanduraspæl. Sjálvt um nógv altíð kann gerast betri, so er Neistin á 85 ára føðingardegnum eitt frálík felag við góðari framtíð. Læs resten
Skeivapakkhús er ein byggilistarlig perla
Eg komi mangan oman á “Lágikai” , har nógv áhugavert er at síggja. Eitt eru nógvir bátarnir, men so eru tað gomlu húsini, sum eru varðveitt. Eitt av teimum er Skeivapakkhús, sum byggilistarliga er heilt serligt, tí húsini eru bygd á grundøki, sum var soleiðis í skapi, at vanlig reglulig hús ikki kundu byggjast á økinum. Orsøkin til navnið Skeivapakkhús er, at niðari endin á bygninginum er sekstan metur breiður, meðan ovari endin er sjey metrar breiður. Longdin á húsinum er átjan metrar. Tí er skapið á bygningurin í trapetssniði, sum tann einasti í Føroyum. Læs resten
Borgarstjórin í Havn hevur fingið alt, alt ov stórt vald í Føroyum
Ikki var av tilvild, at borgarstjórin í Havn fekk 2900 atkvøður á seinasta býráðsvali, tí borgarstjórin var ein góður borgarstjóri við báðum beinunum á jørðini. Hansara vørumerki var at traðka til, tá umsitingin sveik, og mál hjá borgarum endaðu í onkrari skuffu ella bunka á kontórum á Vaglinum. Tí fekk hann nógvu atkvøðurnar. Men borgarstjórin toldi ikki at fáa nógvu atkvøðurnar á seinasta býráðsvali, og at Javnaðarflokkurin kundi skipa samgongu einsamallur. Borgarstjórin misti “jørðforbindilsið”, har hini í býráðnum bara sótu og nikkaðu. Tá hann so var valdur í løgtingið bar av. Læs resten
Umleið 70 kirkjur eru í Føroyum – Kunoyar kirkja er frá 1867
Kirkjurnar í Føroyum hava altíð havt mín áhuga, hvørja ferð eg komi til bygd ella bý. Úmleið 70 kirkjur eru Føroyum, og 65 av teimum verða brúktar. Tildømis verða gamla kirkjan í Gøtu og á Nesi bara brúktar til serligt høvi, tí har eru nýggjar kirkjur bygdar. Í norðoyar prestagjaldi eru átta kirkjur, og í Sandoyar prestagjald seks kirkjur. Hetta eru prestagjaldini við flest kirkjum. Nógv tann elsta kirkjan er Ólavkirkjan í Kirkjubø, har gamalt er at siga, at kirkjan er frá fýra eitt tølum 1111. Næst elsta kirkjan er Havnar kirkja, sum er frá 1788. Í Kunoy stendur vøkur kirkja. Læs resten








