Hugleiðingar um bindiklubban hjá mammu og teimum í 60/70 ár

Chirstin Plate Dahl dóttir Ásu og Helge Michelsen.

Chirstin Dahl Plate dóttir Ásu og Helga Michelsen hevur skrivað greinina.

Vit eru í ár 1941, og Føroyar eru hersettar av eingilskmonnum. Í Havn er alt myrkalagt. Nakrar ungar kvinnur tosa um at gera ein bindiklubba.

Hugskotið høvdu tær frá Poulinu Mørkøre (kona Jóan Jakke Joensen), sum var komin niðrifrá í 1920-unum og fortalt, hvussu tey høvdu bindiklubbar í Danmark. Hon hevði sjálv byrjað ein bindiklubba á Tvøroyri.

Kvinnurnar, eg tosi um, vóru Mina Wilhelm, Ella Arge, Jona Jacobsen, Rigmor Christiansen, Ebba Mortensen og mamma mín Ása Michelsen.

Tær byrjaðu at hittast heima hjá hvør aðrari á heysti í 1941. Ikki allar áttu hús í fyrstani, og um helvtin av teimum høvdu ikki enn fingið børn. Læs resten

Skal fiskivinnan í høvuðsstaðnum “avhøvdast” einaferð med alla

jkjkjk

Nú landingarmiðstøðin á Toftum er stongd, verður meira fiskur landaður í Havn. (Mynd Monika)

Fólk í Tórshavnar kommunu vita, at í hesum árinum koma nógvar ørar ætlanir á borðið, tí býráðsval verður í heyst. Tá eg sá í fjølmiðlunum, at Bacalao skal umbyggast til frítíðarvirksemi, vatnland, svimjihyl og vælferðarmiðstøð, hugsaði eg beinanvegin. Ganga býarpolitikararnir við til, at møguleikar at reka fiskivinnu í Havn skulu jarðast einaferð med alla? Gamaní er einki flakavirki í Havn í løtuni, tó ein landingarmiðstøð, men tað er bara ár síðani, at kend donsk fiskivinnufyritøka vildi leiða seg inn bygningin. Vit skulu sjálvandi lata økið á Vestaru bryggju og harvið bryggikantin fáa frið, so eldhugaðir persónar við áhuga í fiskivinnu hava møguleikar á Vestaru bryggju. Læs resten

Náttklubbaeigarin Rúni Djurhuus á skeivari leið um harðskap

Eingin loyn, at skeinkistøðini hava longri opið. Hetta steðgar ikki harðaskapi. (Mynd Vagnur)

Eingin loysn, at skeinkistøðini hava longri opið. Hetta steðgar ikki harðaskapi. (Mynd Vagnur)

Tá vit mikudagin fingu Sosialin, gjørdist eg forvitin um forsíðuyvirskriftina, har náttklubbaeigari sigur: Einfalt at fyribyrgja harðskapi. Náttklubbaeigarin eitur Rúni Djurhuus. Skjótt í greinini gjørdist mær greitt, at hvørki høvd ella hali var í tí, sum Rúni borðreiðir við. Hann sigur: Uppkriftin er einføld: Tað er at lata náttklubbar og skeinkistøð at hava longri opið um næturnar. Og tá hann so sigur, at fólkini skulu dansa seg moyr, so tey ikki orka at berjast, leypir ketan av hjá mær. Hesi orðini hjá Rúna eru heilt burturvið, tí tey sum berjast í gøtunum, eru ikki tey, sum dansa í hølunum hjá Rúna. Hetta sigur søgan okkum. Læs resten

Kyndil fyllir 60 ár í dag – nakrar hugleiðingar á føðingardegnum

Tveir abbasynir ein í grønum og ein í bláum. Eingin trupulleikin fyri abban, bara teir hava tað stuttligt og læra at spæla hondbólt. (Mynd Vagnur)

Mínir kæru abbasynir Róar Hanusarson í grønum og Mortan Eyðunarson í bláum. Eingin trupulleikin fyri abban. Bara teir hava tað stuttligt, trívast og læra at spæla hondbólt. (Mynd Vagnur)

Fyrst vil eg ynskja øllum kyndilsfólkum hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum. Eg havi í hesi grein valt mær tríggjar myndir. Tvær myndir eru hondbóltssøga, tí tær eru tiknar á grús/asfaltvøllinum í Gundadali, har vit eisini síggja kyndilshúsið. Húsið og vøllurin boða frá, hvussu umstøðurnar vóru tá. Triðja myndin er av báðum abbasynunum, har annar er í kyndilsbúna og hin í neistabúna. Myndirnar siga frá parti av søgu Kyndlis, men eisini, hvussu hondbólturin í Havnini hevur førkað seg, síðani Kyndil varð stovnað 10. mars 1956. Kyndil stendur næstu árini fyri stórum avbjóðingum. Læs resten

Tjóðfuglur okkara “Tjaldrið” fækkast í stórum tali

Stórir tjaldursflokkar eru ikki at síggja longur. (Mynd Vagnur)

Stórir tjaldursflokkar eru ikki at síggja longur. (Mynd Vagnur)

Seinnu árini havi eg lagt til merkis, at tjøldrini eru ikki so nógv í tali, sum tá ið eg var ungur. Tá sóust stórir tjaldursflokkar á træðunum og í haganum, men nú sæst bara hendinga tjøldur um summarið. Føroya Fróðskaparfelag gevur út snotuligt vísindablað “Frøði” tvær ferðir um árið, og í grein í blaðnum um hagafuglar eru syrgilig hagtøl, sum boða frá, at tjóðfuglur føroyinga er bara ein sjeyndapartur av tjøldrunum, sum vóru í Føroyum fyri tretivu árum síðani. Læs resten

Kyndilmenn sita enn einaferð eftir við “svartaperi” í kappingini

Kyndil gjørdi stóri svartiper í hesum kappingarári. (Mynd Álvur)
Ein rannsakan eigur at fara fram í kyndilshópinum, tí tvey ár á rað, hava spæliloyvi spent bein. (Mynd Álvur)

Hyggja vit nú í stigatalvuna í bestu mansdeild, so er klárt, at H71 spælir FM-finalurnar uttan iva ímóti VÍF. VÍF kann tapa tveir at restandi dystum og kortini spæla FM-finalurnar, tí VÍF er heili fimm stig undan Kyndli og fýra stig undan KÍF. Harnæst er VÌF betri í bæði í innanhýsisstigum og málum í sambandi KÍF. VÍF er eisini fimtan mál betri enn KÍF í málmuni. Vildi meint, at ein rannsakan eigur at fara fram í Kyndli, tí nú eru tvey kappingarár oyðiløgd orsaka av spæliloyvum. Óskiljandi fyri meg. Læs resten

Nýggi grannin hjá okkum er brádliga farin

Vestmenningurin var spentur, hvussu húsini fóru at taka út í grannalagnum. (Mynd Vagnur)

Pauli var spentur, hvussu húsini fóru at taka seg út í grannalagnum. (Mynd Vagnur)

Seinastu dagarnir í grannalagnum hava verið merktir av sorg. Hinumegin húsini hjá okkum stóðu eldri hús, sum Ása og Finn Winther áttu. Bæði eru farin, Ása fyri trimum árum síðani. Húsini vóru lýst til sølu, og Pauli Poulsen úr Vestmanna og konan keyptu húsini. Ikki kendi eg Paula, men skjótt kom eg at tosa nakrar ferðir við róliga og fyrikomandi skiparan, sum segði mær, at gomlu húsini máttu takast niður, og nýggj hús byggjast á økinum. Í gomlu húsunum var blámusoppur í kjallaranum. Áhugavert at fylgt arbeiðinum, og nú var komið so langt, at teir settu upp grundina. Mánadagin ringdi vinmaður til mín og segði, at nýggi grannin brádliga var farin bert 56 ára gamal. Alla vikuna havi eg hugsað um Paula, sum eg prátaði við fyrst í seinastu viku. Maðurin sýntist væl fyri, tí kom hetta sum sjokk fyri okkum, at Pauli brádliga var farin. Læs resten

Kyndil 60 ár – Mansliðið vinnur fyrsta meistaraheitið í 1958

Kyndil vinnur fyrsta FM-heitið í 1958. St.f.v: Hendrik Rubeksen, Petur Sigurd Rasmussen, Torbjørn Mikkelsen, Hannis Jacobsen, Dia Jacobsen og Jógvan A. Joensen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen=
Kyndil vinnur fyrsta FM-heitið í 1958. St.f.v: Hendrik Rubeksen, Petur Sigurd Rasmussen og Torbjørn Mikkelsen. Húkandi fr.v. Hannis Jacobsen, Poli Jacobsen og Jógvan A. Joensen. Fremst Dia Jacobsen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)

Hósdagin í næstu viku 10. mars fyllir Kyndil 60 ár, og í hesum sambandi leggi eg prátið út á heimasíðuna, sum eg hevði við Hannis Jacobsen, sála, í mai mánað 2013. Á myndini omanfyri vil eg nevna serliga ein persón, sum í leiðsluligum høpi og kanska eitt sindur gloymdur, hevði ómetaliga nógv at siga fyri Kyndil. Tað er skilamaðurin Poli Jacobsen, sum millum annað slóðaði fyri at byggja høllina á Hálsi. Poli spældi ikki í so nógv ár, men hann var altíð har. Minnist serliga, tá Kyndil spældi allar teir nógvu Europa cup dystirnar á sinni, har Poli væl klæddur við stíli umboðaði Kyndil. Poli fór tíverri alt ov ungur, og Kyndil misti stóra eldsál. Prátið við Hannis Jacobsen, sála, kanst tú lesa niðanfyri. Eg kann nevna, at í árunum frá 1958 til og við 1977 vunnu kyndilsmenn seytjan meistaraheiti. Sig so tað. Læs resten

Úr myndasavninum – Í 1964 fór ættarskifti fram í Neistanum

Kvinnuliðið hjá Neistanum á 25 ár hátíðardegnum. St.f. Thurid Dam, Kristin Djurhuus, Turið Debes Hentze, Rannvá H. Jensen, Emmely Mikkelsen, Sólrun Michelsen og Anna Joensen. (Mynd Bergtóra)

Kvinnuliðið hjá Neistanum á 25 ár hátíðardegnum. St.f. Thurid Dam, Kristin Djurhuus, Turið Debes Hentze, Rannvá H. Jensen, Emmely Mikkelsen, Sólrun Mikkelsen og Anna Joensen. (Myndaeigari:  Bergtóra Hanusardóttir)

10. mars fyllir Kyndil 60 ár, og Neistin fyllir 85 ár 21. mars. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um, hvussu liðini vóru mannað fyrstu nógvu árini. Tú sært bara sjey spælarar á liðmyndunum – eingir útskiftarar. Ungir spælarar fóru eisini tá uttanlands í lestrarørindum, og tá bara sjey spælarar eru á liðnum og kanska tveir fara uttanlands, ja, so eru bara fimm spælarar eftir. Myndin omanfyri sigur júst frá hesum, tí neistakvinnur máttu fáa hjálp frá spælarum á gentuliðnum á hátíðardegnum, tá ÍSF í 1964 fylti 25 ár. Gentur spældu fyrstu landskapping í 1963, og næstu árini fór ættarskifti fram á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Læs resten

Hitti tveir vakrar svanir í Kollafirði henda vakra vetrarmorgun

Svanur er vakur fuglur, og hesir smæddust ikki myndamannin. (Mynd Vagnur)

Svanur er vakur fuglur, og hesir smæddust ikki myndamannin. (Mynd Vagnur)

Tá eg sunnudagin var í Kollafirði í sambandi við nýggja 5-mannafarið Teistan, gingu tveir vakrir hvítir svanir niðanfyri vegin í Líðini. Spakir og forvitnir vóru teir og ikki ræddir, tá eg tók mynd av teimum. Eg veit, at svanir leggja leiðina til Føroya áveigis til Íslands, og í Mjávuvøtnum eru nógvir svanir at síggja ymsar tíðir á árinum. Tvær ungar kvinnur hitti eg á bygdarvegnum, og tær søgdu mær, at maðurin í húsunum omanfyri vegin gav teimum mat. Svanirnir høvdu báðir ring um annað beinið. Læs resten