Sunnumorgunin legði eg leiðina fram við verkstaðnum hjá Terja Reinert Jakobsen, sum býr á Kalnesi í Kollafirði. Á verkstaðnum stóð vakurt 5-mannafar klárt at lata til Argja róðrarfelag. Seinnu árini hevur Sámal Hansen úr Runavík smíðað flestu bátarnar, men eisini eru boð eftir bátasmiðinum av Kjalnesi, sum síðani í 2007 hevur smíðað sjey kappróðrarbátar. Tvey 6-mannafør og fimm 5-mannafør. Eg spurdi Terja, um hann hevur nóg nógv at gera í sambandi kappróður. Bátar, árar og umvælingar. Terji sigur: Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Erhard Mortensen flutti sum ungur úr Trongisvági til Havnar

Erhard Mortensen og teir eru tríggir beiggjar. Elst er Hans, síðani Erhard og ynskt Heðin. (Mynd Vagnur)
Tá eg fríggjamorgunin var uppi á brennistøðini á Hjalla, hitti eg Erhard Mortensen, sum í fjøruti ár hevur arbeitt fyrst á brennistøðini í Havnardali og síðani á brennistøðini á Hjalla. Erhard er 76 ára gamal og gavst í mai mánað í fjør at arbeiða fast á brennistøðini. Men av og á loysir hann av, tá menn eru sjúkir ella hava onnur forfall. Erhard sat í stórari maskinu, har teir taka ímóti gomlu akførum at pressa saman, so tey kunnu flytast av landinum. Erhard er beiggi borgarstjóran Heðin Mortensen, og Erhard havi eg kent frá ungum árum. Familjan flutti úr Trongisvági til Havnar, tá Erhard var trettan/fjúrtan ára gamal. Altíð hugnaligt at práta við Erhard, og hann sigur soleiðis frá: Læs resten
Gamla brennistøðin í Havnardali er alt ov illa frágingin (e)
Inni í Havnardali hava tey seinnu árini plantað nógv trø, og frálíkar gøtur er gjørdar á økinum. Eitt vakurt pláss. Nógv fólk eru longu farin at spáka á nýggja økinum, men longur úti í Havnardali er annað øki, har gamla brennistøðin einaferð stóð. Tá hevði Tórshavnar kommuna ikki so góð amboð at pressa saman akfør og senda gamla jarnið av landinum. Alt var tyrvt, men nú síggjast árinini á umhvørvið, tí rustevja og olja renna frá tyrvingarplássinum og heldur leiðini í ánna og endar í Sandagerði. Gamla brennistøðin er rætt og slætt ov illa frágingin. Sunnudagin var eg í Havnardali. Læs resten
Leygardagin skal viðmerkjarin og kyndilsmaðurin giftast
Leygardagin skal okkara góði viðmerkjari og myrkagrøni kyndilsmaður Ásbjørn Nattestad giftast kvinnu úr Kollafirði. Tað er nakað serligt við fyrikomandi manninum, sum nú arbeiðir hjá PE-handlunum í Havn. Bersøgin kyndilsmaður, sum er sonur Niels og Oddvá Nattestad. Vøkur mynd av parinum hevur í seinastuni staðið í bløðunum, og á Facebook sóu vit Ásbjørn fara til dyst í neistabúna og neistaflaggið. Stuttligar og góðar myndir. 30. mars í 2014 hitti eg Ásbjørn á Eiði, har hann eigur hús. Eg vil ynskja kyndilsmanninum alt tað best í hjúnarlagnum. Orðini niðanfyri skrivaði eg í grein, tá eg var á Eiði og sá abbadóttir spæla dyst, og eg eisini hitti Ásbjørn. Og eg skrivaði tá soleiðis: Læs resten
VÍF spælir sunnudagin avgerandi lagnudyst ímóti Neistanum
Kvinnuliðini fara nú undir endaspurtin í grundspælinum til tess at finna liðini, sum skulu spæla FM-finalurnar. StíF og Neistin spældu javnleik mánakvøldið, og komandi sunnudag spæla Neistin og VÍF í Havn, sum má sigast at vera ein lagnudystur fyri VÍF. Á pappírinum er VÍF bara eitt stig eftir Kyndil, ti VÍF hevur spælt ein dyst færri enn Kyndil. Skal VÍF varðveita møguleikan at fáa Kyndil aftur, so má dysturin í Havn sunnudagin vinnast. Síðani hava tey trý toppliðini bara ein dyst hvør ímóti øðrum eftir í grundspælinum. Læs resten
Nógv góð minni og oftani góðan fong uppi við hólman
Ikki er eg ein av teimum, sum keypi kostaðarmiklar málningar, men eg plagi hvørja ólavsøku at vitja framsýningina hjá Lions, og tá kemur meira enn so fyri, at eg keypi málning frá meira ákendum málarum. Málningin omanfyri keypti eg ikki frá Lions, men fyri nøkrum árum síðani vóru tveir málingar til sølu í sýnisglugga. Sigmund Petersen málaði málningarnar fyrst í 1950-árunum. Og júst henda málning fall eg fyri, tí heimabeitið hjá okkum, tá vit eru á floti, er uppi við Hoyvíksgrynnuna. Tó royna vit eisini longri uppi í fjørðinum og aðrastaðni. Tú kundi geva eitt boð, og 5000 krónur var mítt boð, men eg fekk ikki málningin beinanvegin. Nakrar dagar seinni ringdi sølumaðurin og segði, at eg kundi fáa málningin fyri 5.500 krónur. Málningurin hongur nú á vegginum í arbeiðshølinum, og eg eri fegin um málningin, tí góðu minnini er so nógv har á leiðini. Grunt er á sjálvari grynnuni, kanska einar tíggju metrar, men fert tú norður ella suður um grynnuna so dýpist. Sjóvarfallið ger av, hvørju megin grynnuna, tú roynir. Kom persónur til mín og beyð mær 50.000 fyri málningin, so var svarið, at hann er ikki til sølu. Eg kann iðraða meg um, at eg var ov seinur at keypa báðar málningarnar, sum Sigmund Petersen málaði fyrst í 1950-árunum. (Vagnur)
Trolaraflotin má skiftast út, skal allur fiskurin gagnnýtast

Sonni í skiparastólinum á brúnni. Tú kanst ikki fylla lastina við tildømis høvdum fyri 1,50 kr kilo, tá tú fært umleið 50 krónur kilo fyri flakið, sigur Sonni. (Mynd Vagnur)
Í grein í fjør skrivaði eg, at tað var keðiligt, at góður matur var blakaður í havið aftur. Tá hugsaði eg serliga um kjálkarnar, lippurnar og uggarnar, sum er fyrsta floks matur, og sum er torførur at fáa hendur á hjá fólkinum í landi. Og tá skiparin á Ennibergi Sonni Johannesen og eg í fyrru greinini vóru lidnir at práta um B36 og fótbólt, spurdi eg síðani Sonna, hvussu hann treivst umborð, tí hann er ikki longur nakar ársungi. Sonni smílist og sigur: – Eg føli meg væl, og kanska er drívmegin størri nú enn nakrantíð, sigur Sonni. Læs resten
Gunnar Stokholm kom til Føroya við nýggjum sølukynstrum

Tá eg standi í stovuhurðini og hyggi oman á bygningin, har fyritøkurnar Dekoprint og Stokholm halda til, komi eg at hugsa um fleiri danir, sum í mínum ungdómsárum høvdu sett seg niður í Havn til tess at forvinna sær nakað av peningi. Hesir danir komu frá aðrari sølumentan, enn vit vóru von við í Føroyum. Teir tosaðu nógv, vóru mangan meira enn blíðir, og so kundu teir nøkur serlig sølukynstir til tess at fáa fólk at keypa júst frá teimum. Ein teirra var Gunnar Stokholm. Læs resten
H71 er ikki “favorittur” at vinna meistaraheitið 2016
Tá eg í vetur havi tosað við fólk á gøtuni um manshondbólt, hava tey flestu hildið fyri givið, at H71 vinnur meistaraheitið 2016. Gamaní, H71 vann steypafinaluna, men hyggja vit eftir gongdini hjá H71 síðani miðjan desember mánað í fjør, so hevur H71 veikleikar eins og hini liðini. H71 var best fyrireikað til landskappingina, og liðið var ósigrað heilt fram til 16. desember í fjør, tá H71 á Skála tapti fyri StíF. Síðan hevur H71 tapt dyst í Vestamanna og spælt javnleik ímóti Neistanum og nú mikudagin ímóti Kyndli. Havi hugt eitt sindur í støðuna, og hvørjir dystir eru eftir at spæla, nú vit eru um at enda triðja umfar í grundspælinum. Læs resten
Skiparin á Ennibergi Sonni Johannesen er trúgvur B36-ari
Tá 66 ára gamli skiparin á Ennibergi í 1956 flutti úr Skopun til Havnar, talaði einki fyri, at hann skuldi gerast ein av teimum heilt trúgvu B36 viðhaldsfólkum og eisini Manchester United fjeppari. At hann gjørdist skipari lá í kortinum, tí pápin Andrias Johannesen var skipari, og hugin til sjógvin fekk Sonni við móðurmjólkini. Men hvussu bleiv Sonni so góður við B36 og hevur stuðlað felagnum nógv bæði so og so? Eg havi verið uppi á brúnni á Ennibergi til tess at frætta um góða sambandið millum skiparan og B36, tí Sonni sjálvur hevur bara spælt eitt sindur av fótbólti sum smádrongur á grasfløtu úti í Grønlandi, har tey búðu. Og Sonni sigur: Læs resten





