Má siga sum er, at eg øtaðist at síggja á in.fo, at Heini fær 5000 krónur í bót, tí hann segði nøkur heldur ósøgd orð eftir dyst. Eg haldi, at vit skulu minnast til, at orðini eru søgd eftir dyst, har spælari fær mikrofon stungna undir høkuna. Hetta vigar tungt í míni “sund fornuft” verð. Sjálvandi skal Heini ikki siga hesi orð, men vit, sum kenna Heina, kenna hansara besøgni. Skuldi Heini fingið eina revsing, so ein dag leikbann, og málið endaliga avgreitt. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Kyndil 60 ár 10. mars – Elsa Patursson var fyrsti málverji Kyndils
Kyndil fyllir 60 ár 10. mars komandi, og í hesum sambandi havi eg leitað mær til Kirkjubøar at práta við ein av teimum, sum stovnaðu Kyndil, og sum var fyrsti málverji á kvinnuliðnum.Talan er um Elsu Patursson, fødd Poulsen, sum var í fyrstu nevndini hjá Kyndli og eisini kassameistari fyrstu trý árini. Í míni tíð sum hondbóltsspælari var besta manslið hjá Kyndli altíð í hásæti, men besta kvinnuliðið hjá Kyndli, sum nú í 2016 er í toppinum, var bara í millumbilum millum bestu liðini. Kyndilskvinnur vunnu fyrstu ferð FM-heitið í bestu deildini í 1964, og hesi 60 árini eru seks meistaraheiti vunnin, meðan menninir hava vunnið tretivu heiti.
Tá eg í góðveðrinum koyrdi til Kirkjubøar, reikaðu tankarnir um familjuna í Grið í Kinabrekkuni. Læs resten
Hitti leygarmorgunin ávegis til Kirkjubøar vakran ælaboga
Tá eg ávegis til Kirkjubøar tók myndina av ælaboganum í Havnardali, kom eg at hugsa, um eg nakrantíð í míni skúlatíð hava lært nakað um ælabogan. Uttan iva havi eg tað, men nógv er farið í gloymskunar hav. Fert tú inn á Google og skrivar “regnbue”, er rúgvismikið tilfar at lesa um evnið. Áhugavert, at nógvar myndir eru úr Føroyum, hví so er, listi meg at vita, tí ælabogin má síggjast um allan knøttin. Ælabogi er ljóðfrøðiligt fyribrigdi á himmalinum. Læs resten
Kend býarmynd við el-drivnari trillibøru (e)
Hvønn gerandisdag síggi eg 50 ára gamla Vilhelm Jacobsen rudda í gøtunum í grannalagnum, í urtagørðum og onkuntíð í Gundadali, tá ið fótbóltsdystir í bestu deildini eru spældir. Við sær hevur hann eldrivna trillibøru, men áður hevði hann vanliga trillibøru. Haldi, at henda børan er einasta av sínum slagi í Havn. Eg spurdi Vilhelm, hvør munur er á eini vanligari lættari trillibøru og eldrivnu børuni, tí eldrivna trillibøran er nógv tyngri enn vanligar børur. Læs resten
Málið um búfólkini á Eirargarði 16 er fúl skomm fyri samfelagið
Stórur dagur var, tá bróðursonur mín flutti heimanífrá og í Eirargarð 16. Hugnalig høli í niðastu hædd, men kanska nakað lítið kamar. Nýggj tíð skuldi byrja fyri unga dreingin, sum nú var farin um tey tjúgu árini. Tilboðini til menningartarnað fólk í Føroyum hanga ikki á trøunum, og vit hoyra um familjur, sum flyta av landinum, tí tilboðini er betri uttanlands. Tá eg hoyrdi, at bróðursonurin og onnur á Eirargarði 16 máttu flyta úr hølunum í skundi, tí blámusoppur og vánalig inniluft var í hølunum, gjørdist eg ikki sørt illur. Tí, hví lata landsins myndugleikar støðuna koma so langt, at hølini mugu tømast í skundi? Læs resten
Landingarmiðstøðin í Havn fær meira útróðrarfisk
Tá eg tók myndina omanfyri í seinastu viku á Vestaru bryggju í Havn, vóru ørindini míni at vita, um meira fiskur kemur upp á land í Havn, nú landingarmiðstøðin á Toftum er givin við virkseminum. Ein trukkførari segði mær, at fleiri útróðrarbátar landa nú í Havn, men tey stóru skipini gerast ikki fleiri, tí tey eru knýtt til ymisk virki. Eisini segði hann við smíli, at lokalpolitikur eisini var at hóma á hesum øki. Fiskurin, sum landaður verður í Havn skal fyrst skiljast í støddir fyri síðani at vera koyrdur kring landið til virkingar. Einki flakavirki er í Havn. Røddir vóru frammi um at lata upp aftur flakavirkið, og eisini hoyrdist um danska fyritøku, sum ætlaði at virka fisk í Havn. Men enn røkist einki fyri, at flakavirkið hjá Fiskavirking letur upp aftur. Annars keypti landingarmiðstøðið Barðið ísvirkið, sum stendur á Ìskaiini, sum vit siga. Ísvirkið átti P/F Langasker, sum er dótturfelag til p/f Bacalao. (Vagnur)
Heilar 5000 innskrivingar á Heilbrigdi síðani 1986
Sum framhald av greinini, eg skrivaði um húsið við Tinghúsvegin, har AA-arar hittast til ymsar fundir hvørja viku, havi eg ringt á Heilbrigdi á Velbastað og spurt at eitt sindur um viðgerðina. Eisini um húsini, tey hava havt í umleið tretivu ár, eru nóg stór til tess at nøkta tørvin. Eg prátaði við fyrikomandi kvinnu, sum hevur starvast á Heilbrigdi næstan frá byrjan. Og hon sigur: Læs resten
Aftur í 60 árini – X-Rays spældi fyrstu ferð alment í 1968 (5)

X-Ray avmynaðir á støðni á Argjum. Frá vinstru Hans Edvard Hansen, Ovi Mortensen, Eyðálvur Gulklett og Hans Birgir Hansen. (Mynd Vagnur)
Tónleikabólkurin X-Rays av Argjum spældu í 1991 fyrstu ferð í Aftur i 60-ára tiltakinum, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár. Teir føstu limirnir í bólkinum vóru Hans Edvard Hansen, solo og sang, Eyðálvur Gulklett, bassguitar og sang, Hans Birgir Hansen, rútmuguitar og sang og Ovi Mortensen spældi trummur. Í 1991 segði bass-spælarin Eyðálvur Gulklett við undirritaða: Læs resten
Døming: Eindømi í føroyskum hondbólti á Hondbóltskjaki
Stúrsaði við, tá eg á Hondbóltskjaki sunnudagin sá stutt brot frá dystinum millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum. Og serlig stúrsaði eg við yvirskriftina “Ársins stuldur”. Eitt er, at ein spælari heitur eftir dyst og tap sigur okkurt óheppið við fjølmiðlafólk, men her er talan um ein royndan venjara. Ákæran í yvirskriftini frá kyndilsvenjaranum er púra greið. Yvirskriftin sigur, at dómararnir hava “stolið” eitt mál frá Kyndli. Nú er talan um bestu dómararnir í Føroyum, og tú kundi spurt: Hvat sigur HSF til slíkt, og hvat sigur Dómarafelagið, tí hesin hátturin at leggja eftir dómarunum er eindømi í føroyskum hondbólti. Læs resten
Hví skuldi Kyndil vinna á Neistanum við fýra málum?
Hesuferð sat eg við telduna og fylgdi steypadystunum millum Kyndi og Neistan og StÍF og VÍF á Skála. Má siga sum er, at ikki hevði eg verið meira spentur, um eg sat í høllini á Hálsi. Skrivaði á neistakjaki fyri dystin, at umráðandi var hjá neistakvinnum at seta seg á dystin beinanvegin, tí hvør einstakur spælari á báðum liðunum telja mál í slíkum dystum. Men Kyndil fekk júst tað byrjan, sum skuldi til og var á odda allan dystin við einum, tveimum og trimum málum. Ímóti endanum talaði alt fyri, at Kyndil mátti vinna við fýra málum, skuldi Kyndil í steypafinaluna. Hvussu hekk nú hetta saman? Læs resten








