Vangamyndin – Angri framvegis, at eg gavst at spæla sum 24 ára gomul (e)

Duddan

Maðurin bað meg gevast at spæla hondbólt sum 24 ára gamal. (Mynd Vagnur)

Alla mín tíð hevur Duddan havt stóran áhuga í Neistanum, men hon var givin at spæla, tá ið eg byrjaði at spæla í 60 árunum. Duddan spældi í Neistanum frá fimtan ára aldur, til hon var 24 ára gomul. Tá helt maðurin, at hon átti at latið ungar spælarar sleppa framat. – Hetta angri líka til dagin dag, sigur Duddan, sum hevur album við nógvum myndum frá ferðini í Norra í 1950 saman við B36 liði. 

Duddan á ungum aldri í neistabúna. Myndaeigari: Duddan

Duddan á ungum aldri í neistabúna. Myndaeigari: Duddan

Neistin hevur altíð havt stóran áhuga hjá Dudduni, og tá ið Neistin fylti 80 ár 21. mars í 2011, og felagið helt hátíðarløtu í høllini á Hálsi, var Duddan í høllini saman við viðspælarum frá seinast í 40 árunum og í 50 árunum.

Tá ið eg hevði samrøðu við Elsu Horn og Malvinu á Dunga, og onkur ivi var um árstal, var niðurstøðan hjá teimum. “Vit spyrja Dudduna um hetta”. Eg havi spurt Dudduna um tíðina í Neistanum.

-Eins og nógvar havnargentur byrjaði eg at spæla hondbólt sum fimtan ára gomul. Eg gjørdi eisini fimleik í Havnar Fimleikafelag, sum aðrar neistagentur eisini gjørdu. Vit spældu á grúsvølli og høvdu ikki góðar skiftiumstøður, tí vit vóru fyrstu árini noyddar at skifta aftanfyri steinar við vøllin.

-Eg var við at vinna eini seks meistaraheiti á rað í 50 árunum. Vit vóru í Danmark í 1949 og í Norra í 1950. Ferðin til Danmarkar var fingið í lag í sambandi við, at Sára Hansen hevði spælt við KI, sum spældi eitt skifti í bestu deildini. Sára Hansen var allar besti hondbóltsspælarin í Føroyum, hon kundi nógv meira við bóltinum og í spælinum enn aðrir spælarar. Hetta hevði hon lært í Danmark.

-Ferðin í Norra var serlig, tí hon kom í lag saman við besta liðnum hjá B36. Árið fyri vóru norsk hondbóltslið og fótbóltslið í Føroyum, og nú bjóðaðu tey okkum til Norra. Vit fóru úr Føroyum við Tjaldrinum, sum settu okkum av við “Steinin” í Norra, har leiðin gekk Harstad. Hetta var ótrúlig og minnilig hondbóltsferð. Nógvir áskoðarar vóru til dystirnar, og nógv varð skrivað um ferðina í norsku bløðunum, sigur Duddan.

Neistakvinnur í Gøtu í 50 árunum. Aftast f.v: Johanna Nielsen, Katrina Mikkelsen, Sonja Christoffersen og Duddan Hansen. Húkandi f.v: Hilda Lambaa, Helga Klein, Helma Frýdal og Hjørdis Thomsen. Fremst Malvina á Dunga: Myndaeigari Duddan

Neistakvinnur í Gøtu í 50 árunum. Aftast f.v: Johanna Nielsen, Katrina Mikkelsen, Sonja Christoffersen og Duddan Hansen. Húkandi f.v: Hilda Lambaa, Helga Klein, Helma Frýdal og Hjørdis Thomsen. Fremst Malvina á Dunga: Myndaeigari Duddan

Tá ið eg spyrji hana, hvussu leingi hon spældi hondbólt, yppar hon øksl. – Alt ov stutt, og tað angri eg framvegis, tá ið eg hugsi um tíðina í Neistanum. Eg byrjaði sum fimtan ára gomul og gavst sum 24 ára gomul. Eg átti tá tvey børn, men hugurin at spæla var framvegis har.

Maðurin min helt, at nú var eg vorðin so gomul, at tíð var at gevast og lata ungar kvinnur sleppa framat besta liðnum. Sum eitt býtt gekk eg manninum á møti, og hetta kom eg at angra, eg angri hetta framvegis. Sjálvandi skuldi eg ikki lurta eftir honum og heldur fylgt mínum ynski. Tí mær dámdi so væl at spæla hondbólt og góða vinalagið millum neistakvinnurnar.

-Tú spyrt um mannfólkahondbóltin, eg haldi ikki, at hann var eins skipaður og kvinnuhondbólturin, tí flestu dreingir og menn spældu hondbólt. Kann minnast, at menn komu á vøllin at hyggja at okkum, meðan vit vandu.

Neistakvinnur sigldu mangan millum oyggjarnar. Myndaeigari: Duddan

Neistakvinnur sigldu mangan millum oyggjarnar. Myndaeigari: Duddan

– Vóru vit ov fáar, so heittu vit mangan á ungu menninar at hjálpa at manna lið. Og fegnir vóru teir, teimum dámdu eisini væl hondbóltsspælið, sigur Duddan at enda.

Í flestu samrøðum gjørdar higartil við eldru neistakvinnur gongur aftur, at kvinnurnar góvust at spæla hondbólt, tá ið tær fingu børn. Duddan var í allar besta hondbóltsaldri, tá ið hon gavst at spæla, tí miðskeiðis í tjúgu árunum ert tú best fyri at spæla hondbólt.

Eg kann leggja aftrat, at tey eldru, sum einaferð spældu hondbólt á lívsins kreftum, minnast hondbóltstíðina við stórari gleði. – Vit fingu vinabond fyri lívið, tá ið vit ferðaðust kring landið, sum tey taka til. (Vagnur)

 

Neistaspælarar og B36 spælarar fara til Norra í 1950, Duddan sæst á myndini.

Neistaspælarar og B36 spælarar fara til Norra í 1950, Duddan sæst á myndini.

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *