Tá Guðrun Horn í høllini leygardagin kom til mín og segði: – Hildibjart Johansen er í høllini og hyggur at neistakvinnum, hugsaði ikki nakað stórvegis, tí Hildibjart er ein av teimum trúgvastu eldru neistafólkum, sum hyggur at hondbólti. Men tá eg sá Hildibjart sita í rullustóli við ongum beinum, gjørdist eg skakkur. Ikki visti eg, at Hildibjart var so mikið sjúkur av sukursjúku, at hann hálva juni í fjør misti annað beinið og í august mánað hitt beinið. Eg kenni væl Hildibjart, strandingin, sum á sinni spældi við besta liðnum hjá Neistanum. Hildibjart havi eg hitt.

Mansliðið hjá Neistanum í 60 árunum.St.v: Egga Jensen, Jákup Dahl, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkandi f.v: Hildibjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgensen og Johnny Reinert.
– Eg eri uppvaksin á Strondum og spældi í trý ár við strandingum. 22 ára gamal flutti eg til Havnar og kom beinavegin at spæla við Neistanum, tí mær dámdi so væl at spæla hondbólt. Tá tú spyrt, um minnist aðrar neistamenn á liðnum, so geri eg tað. Har vóru millum annað Bass (Jákup Dahl), Gunnar Ihlen, Hans Mortensen, Evald Larsen, Eigil Lyngsø, Hansemann Mikkelsen og so haldi eg, at Christian Jørgensen stóð í málinum, men kanska var hetta nakað seinni enn 1960, sigur Hildibjart.
Hildibjart býr á Egholmstrøð og eigur fýra børn. Veit, at dótturin Marna spældi við Neistanum og eisini sonurin Jón. Dánjal Petur spældi á besta liðnum hjá B36, og so er tað Kári. Kona Hildibjart eitur Herborg og er úr Mykinesi. Hildibjart hevur altíð fylgt væl við føroyskum hondbólti og var til allar dystir, men hann sær eisini nógvan útlendskan hondbólt. Men hvussu dámdi honum so dystin leygardagin millum Neistan og Kyndil.

Neistamenn Old boys í 1981 tá Kyndil fylti 25 ár. St.f.v: Hildibjart Johansen, Hansemann Mikkelsen, Bjarni Johansen, Torbjørn Mikkelsen, Johnny Reinert, Henning Eysturoy og Egil Lyngsø. Húkandi f.v: Poul Johannes Johansen, Petur av Sandi og Mortan Mørk. (Mynd Evald Larsen)
– Lorta dystur við fáum málum. Kanska høvdu spælarar nervar, tí bæði liðini gjørdu nógvar villur. Stemningurin var góður, og nógv av teimum somu neistafólkunum vóru í høllina. Tá tú spyrt, um eg sjálvur vann meistaraheitið, tey seks árini, eg spældi við Neistanum, so er svarið nei. Vit vóru fleiri ferðir í finaluni, men Kyndil hevði um hetta mundið gott manslið, og teir fóru hvørja ferð við meistaraheitinum, sigur Hildibjart at enda.

Hildibjart í dysti millum jStÍF og ÌF í 1958. Fuglfirðingarnir í reyðum st.v: Petur Jacob Eliasen, Petur Sigurd Rasmussen, Eilif Samuelsen og Poul Leiti. Húkandi f.v: Jógvan Òlason, Thorleif Samuelsen og Birgir Hansen. StÍF í hvítum st.f.v: Odmar Klein Olsen, Sandur Davidsen, Elisar Høj. Húkandi f.v: Petur Magnusson, Poul Johannus Johansen og Hildibjartur Johansen.
Hildibjart hevur, sum omanfyri sagt sukursjúku, og ti misti hann beinini í fjør. Hann lá á Landssjúkrahúsinum í fjør frá hálvan juni til 3. november. Nú fær hann dialysuviðgerð á sjúkrahúsinum triggjar dagar um vikuna. Gott at síggja 78 ára gamli trúgva neistaáskoðarin og fyrrverandi neistaspælaran aftur í høllini. Hildibjart hevði sagt við Guðruna Horn, sum møtti honum á Landssjúkrahúsinum, at hann kundi hugsað sær at sæð neistakvinnur vinna FM-heitið enn einaferð. Hetta upplivdi hann leygardagin tó í dysti, sum var nógv betur spældur mikukvøldið. (Vagnur)
